mánadagur 17. oktober 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er gleðiligt at síggja
eina breiða semju millum
valevnini til Løgtingsvalið
2011 um, at neyðugt er at
gera nakað við støðuna
viðvíkjandi siðamisbrotum
ímóti børnum og ov lina
lóggávu á økinum.
Síðani eg skrivaði eina
grein um evni í síðstu viku,
hava røddir verið frammi
um, at tað ikki er nøktandi
bert at døma harðan dóm til
seksualbrotsmenn og onga
viðgerð.
Í DK var í 2003 sett í verk
ein national handlingsplan
fyri bardagan ímóti kynsligari
misnýtslu av børnum.
Ein kanning, ið hevur til
endamáls at greiða frá, hvørji
úrslit hendan nationala hand
lingsplanin hevur havt við
sær, vísir á, at serliga bólkurin
av persónum, ið hava framt
siðamisbrot ímóti børnum,
er ringur at viðgerða. Hetta
vegna stórt lutfall av persón
ligheitsórógv
millum
tey
kannaðu
og
ein
klárur
tendensur
til
manglandi
erkenning av trupulleikan
um, manglandi evni at átaka
sær skuld umframt mangl
andi empati fyri offrunum.
Í kanningini mæla tey til,
at psykiatrisk - sexologisk við
gerð inngongur sum ein part
ur av dóminum. Endamálið er
partvíst at minka um vandan
fyri afturfallið, at gera evt.
afturfall
minni
álvarsom
umframt at ogna sær vitan
um seksualbrotsmenn og
viðgerð av teimum.
Tey mæla frá, at teir
seku verða dømdir at ganga
til ambulanta viðgerð, tí
royndir vísa, at teir møta ikki
til viðgerðina. Harumframt
vísir gransking úr Noreg
eisini á, at tað tekur 3 - 5 ár
í viðgerð, áðrenn ein kann
siga, at vandin fyri afturfallið
er minkaður.
Við hesum tølum í huga
er skjótt at staðfesta, at
støðan í Føroyum viðvíkjandi
afturfallið hjá teimum, ið
gera seg inn á børn, er vána
lig, tí her verða flest allir
dømdir treytaðan dóm og
onga viðgerð.
Tí er eyðsæð, at vit í Føroy
um hava tørv á harðari lóg
gávu og tvungnari viðgerð av
teimum seku, meðan teir sita
ávíst áramál, soleiðis at vit
kunnu tryggja okkum, at alt
verður gjørt fyri at forða fyri,
at sami brotsmaður sleppur
at gera seg inn á fleiri børn.
Hetta
eigur
at
verða
sæð sum ein partur av fyri
byrgingararbeiðinum, sam
stundis sum tað gevur offru
num ein linna og kenslu av
rættartrygd at síggja, at vit
sum samfelag taka á okkum
ábyrgdina at syrgja fyri
rættvísi fyri tann einkulta
og tó viðgerðarmøguleika
fyri tann seka.
Kris ger hvønn dag eitt
megnar arbeiði, har sum
tað almenna hevur slept
endanum. Hetta mugu vit
kunna gera betri frá almenn
ari síðu við at økja játtanina
hjá Kris á fíggjarlógini um
framt at t.d. dømt teir, ið eru
sekir í seksuellari misnýtslu
av børnum, at goldið eina
ávísa upphædd til Kris, ið
so hevði betri møguleikar at
hjálpa teimum, ið eru rakt av
hesum.
Tað er mítt mál at fáa
sett í verk eina nationala
handllingsplan fyri Føroyar
við tí fyri eyga at skapa
meiri vitan um evni, syrgja
fyri kunning, fyribyrgjandi
tiltøkum og hagtølum, ið
kunnu verða við til at minka
um kynsliga misnýtslu av
børnum í Føroyum.
Greitt er, at tað er neyðugt
við nógvum arbeiði á økinum,
ið hevur verið fevnt av tabu
í alt ov langa tíð, men nú er
tíðin komin at avtabusera
alt økið og reformera lóg
gávuna.
Mín partur skal so ikki liggja
eftir !
Birita á
Løgmansbø
Bláhamar
Valevni hjá Framsókn
til Løgtingsvalið 2011
LØGtingsvalið 2011
Dómur og viðgerð av teimum, ið
gera seg seksuelt inn á børn
Góð og reglulig samferðsla
er ein grundsúla í einum
oyggjasamfelag sum okkara.
Vegakervið,
tunnlar
og
undirsjóvartunnlar
við
virka til eina sterka saman
hangskraft í Føroyum, góðar
møguleikar hjá vinnuni at
virka og ikki minst góðar
møguleikar hjá tí einstaka at
virka. Har ikki er koyrandi er
tí umráðandi at ferjurnar eru
dagførdar og lúka tann tørv
vit í 2011 seta og eiga at seta.
Sjóvegis ferðasambandið
er eitt av mínum hjarta
málum. Sjálvur eri eg upp
vaksin á útoyggj og kenni
tørvin av at hava álítandi
ferðasamband. Eg kenni tí
væl fustratiónina hjá Sand
oyingum, Nólsoyingum og
Kallsoyingum
tá
Teistin
liggur við breki. Jamen hví
rakar brekið hjá Teistanum
onnur enn sandoyingar?
Strandferðslan eigur einki
eykaskip at seta í sigling.
Harvið er og hava vit so
dyggiliga sæð, seinastu tíð
ina ikki álítandi samband
við hesar oyggjar.
Hvat er at gera?
Teistin skal umvælast bein
anvegin, so at hann kann
røkja sandoyarleiðina hvønn
dag árið runt. Síðani skal
nýtt Nólsoyarskip smíðast.
Ternan, sum røkir Nólsoyar
leiðina er ikki besta loysnin.
Ternan er í størra lagi til at
sigla til Nólsoyar, hon er dýr í
rakstri, men hinvegin er hon
vælegnað til avloysaraskip,
tí hon kann røkja leiðina til
Nólsoyar, Skopunar, Kals
oynna, og kanska undir serlig
um umstøðum til Suðuroyar.
Eitt annað sum talar fyri at
updata júst Nólsoyarleiðina
er, at tað liggur eitt sokallað
skitsuprosjekt
av
eini
nýggjari ferju til Nólsoyar
klárt.
Skal tað verða liviligt í
útjarðarnum, skula barna
familjur og vinna seta seg
niður uttan fyri miðstaða
røki, so er góð og álítandi
samferðsla ein altavgerandi
fyritreyt.
Ein vanliga
kunngerð í
Útvarpinum
Karlot
Hergeirsson
Valevni hjá Framsókn
LØGtingsvalið 2011
Av tí at Teistin fekk tekniskt brek í
morgun, hevur Strandferðslan sett
Ternuna at røkja Sandoyarleiðina.
Ímeðan Ternan røkir Sandoyar
leiðina, fer Silja Star at røkja
Nólsoyarleiðina. Seinnapartin fer
Sam farmatúr til Nólsoyar, tá fer
Alfa Pilot at røkja Kallsoyarleiðina
1. Burðadygg veiða - tað
er ongin vegur uttanum at
seta veiðitrýstið niður.
2. Stigvíst bjóða fiski
rættindi út á uppboði, har
bara føroysk skip kunnu
bjóða (fyribyrgja strámanna
virksemi)
3. Lóggevast skal so, at
alt fiskatilfeingið kemur
til lands, so skundast kann
undir nýggjar vinnur.
4.
At
minka
ymsu
stuðulsskipanirnar
niður
í onki gjøgnum eitt stutt
áramál.
5. Eisini er neyðugt at
loysa áseting av fiskidøgum
frá politisku skipanini.
Gransking og
íverksetan skulu
fáa góð kor
Vit skulu eggja til íverksetan,
gransking og innovasjón
og skapa umstøður fyri at
tøkur váðafúsur kapitalur
finnur saman við nýggjum
vinnuhugskotum.
Fígging
til íverksetarar er ein stórur
trupulleiki og drepur manga
verkætlan í føðingini. Íverk
setarir eru ofta fólk millum
20 og 35 ár, og tað er júst
hetta ættarlið, sum manglar
her, tí tey eru uttanlands.
Tey, ið flyta heimaftur, eru
um 30-40 ára gomul, og tá
er íverksetarin sum kanska
búði í teimum, fánaður og
tey vilja bert heim til trygg
kor og fasta løn. Hendan
hugburð hava vit ikki ráð til.
Eisini tí er tað so umráðandi,
at
fáa
fólk
at
støðast
her longri, lesa lutvíst í
Føroyum og fáa tey aftur á
ungum aldri, so vit fáa fleiri
íverksetarar at seta gongd á
góð vinnuhugskot, umframt
tann dynamikk hesi ungu
skapa í samfelagnum øllum.
Eisini her, má serligt fokus
setast á hvussu vit fáa
fleiri kvinnur at støðast í
landinum.
Les um mínar hugsanir og
hjartamál á gballe.blogspot.
com ella á Facebook. Har
vil eg fegin kjakast og fáa
innlit í tykkara hugskot og
meiningar.
Gunvør Balle
valevni hjá Tjóðveldi
LØGtingsvalið 2011
Sterkt
vinnulív
Fiskivinnan skal gerast
meir lønandi, hon er eitt
høvuðsamboð at tryggja
búskaparvøkstur. Fyrst og
fremst mugu vit semjast
um eina nýggja skipan,
so vinnan fær tryggar og
kendar karmar at virka
undir. Lyklaorðini eru m.a.:
Valgreinar