mikudagur 19. oktober 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Nú skal ferð setast á aftur.
Og ferð má eisini sigast vera
komin á politisku flokkarnar,
tí heilir tríggir teirra løgdu
fram valskráirnar í gjár – tó
ikki samatundis.
- Tíðin er komin aftur
at seta ferð á Føroyar og
føroyska samfelagið eftir
fleiri ára tómgongd, sigur
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldi.
Valskráin hjá Tjóðveldi
er í 14 punktum og byrjar
við, at ferð má setast á fólka
vøksturin.
- Vit kunnu sjálvandi
ikki geva tað sum politiskt
vallyfti, men vit hava ein
málsetning um, at vit skulu
gerast 55.000 fólk í Føroyum
í 2020, sigur Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldi
vísir á, at fólkatalið frá 1998
og fram til 2004 vaks við3.700
fólkum.
- So tað letur seg gera,
staðfestir Høgni Hoydal.
Eitt annað, sum Tjóðveldi
ætlar sær at gera nakað
við komandi valskeið, er
búskapurin.
- Avlopini hjá landinum
vóru stór fyrst í øldini. Hallini
eftir búskaparveitsluna í 2006
og 2007 hava verið eins stór.
Skil má fáast á búskaparpoli
tikkinum, sigur flokkurin.
Ikki óvæntað snýr eitt av
punktunum seg um fullveldi,
og ætlanin er at fara undir
eina skipaða og miðvísa
gongd til fullveldi, fólkaræði
og sjálvberandi búskap.
Ferð á nýskipanir
»Politiska skipanin hevur í
tvey valskeið ætlað at framt
nýskipanir, men illa hevur
gingist at semjast um tær.
Stundin er komin at fremja
tær«.
Fyrst nevnir flokkurin
kommunurnar, sum mugu
leggjast saman í størri eindir,
og samstundis skal eldraøkið
leggjast út á kommunurnar.
- Vit mugu eisini fáa eitt
øðrvísi skattabýti millum
land og kommunur, eins og
tað verður neyðugt at styrkja
útjaðaran,
sigur
Høgni
Hoydal.
Tjóðveldi vil ikki lova
gull og grønar skógir, men
kortini
skulu
korini
hjá
summumborgarum bøtast.
Til dømis við Húsaláns
grunninum, sum skal bíligar
bústaðir til barnafamiljur,
stakar uppihaldarar, lesandi,
eldri og fólk við tørvi.
Skattaskipanin skal broyt
ast, so hon lættir um hjá
lág- og miðalinntøkur, eins
og barnafrádrátturin skal
hækka. Og so ynskir Tjóð
veldi eisini, at príseftirlit skal
setast á stovn.
Ferð skal eisini setast á
útbúgvingarnar, tí tídningar
mesta íløgan í framtíðina
er
útbúgving,
ásannar
flokkurin.
Fróðskaparsetur Føroya
skal støðugt mennast til
altjóða universitet, ið bjóðar
fjølbroyttar útbúgvingar, eins
og bjóðast fleiri lestrarpláss,
fleiri útbúgvingar og fleri
møguleikar at granska.
- Eisini ætla vit at seta á
stovn eftirskúla í Suðuroy,
sum eisini kann draga næm
ingar til sín úr hinum norðan
londunum og aðrastaðni við,
sigur Høgni Hoydal.
Somuleiðis skal hyggjast
eftir fólkaskúlanum, mari
timu útbúgvingunum og ikki
minst skal lestrarstuðulin
upp á sama støði sum í
grannalondunum.
Strámenn basast
Nomið
verður
við
bæði
rættartrygd og mentan, og
eitt nú skal útlendingamál
yvirtakast í 2012.
»Hjartaslátturin í fólki
num er mentanin, og sterk
asta sereyðkennið er málið.
Í eini støðugt meira altjóða
gjørdari verð skulu mál og
metnan
styrkjast«,
sigur
flokkurin í valskránni.
Og tað skal millum ann
að
gerast
við
nýggjum
tjóðleikarhúsi, og við at
skapa filmslist, brúkslist,
musikkskúla,
sjónleiki,
listafólki og skrivilist bestu
sømdir.
Eisini skal ferð setast á
bæði vinnulívið og arbeiðs
marknaðin. Matvørumenn
ing skal uppraðfestast, so
vaksast kann um útflutn
ingin, og Ferðaráð Føroya
skal miðvíst marknaðarføra
Føroyar
uttanlands
eftir
skipaðum leisti.
Eitt av málunum komandi
valskeið hjá Tjóðveldinum,
verður at basa strámonnum.
- Vit síggja meiri og meiri,
at fiskiflotin savnast á færri
og færri hondum, og vit vita,
at hetta hendir við pengum
frá útlendingum umvegis
føroysk feløg. Og hesum vilja
vit koma til lívs, sigur Høgni
Hoydal.
Tjóðveldi vil eisini styrkja
økismenningina, og almenn
ar íløgur skulu raðfestast
soleiðis, at tær skapa sum
mest av arbeiði kring landið.
Og samferðslukervið skal út
byggjast við langtíðaríløgu
raðfesting.
Og Tjóðveldi er til reiðar at
leggja tapið til fólkatingsvalið
aftur um se.
- Vit eru eitt sterkt lið úr
Sumba til Viðareiðis, og vit
eru til reiðar at seta ferð á
Føroyar, sigur Høgni Hoydal,
formaður í Tjóðveldi.
leo@sosialurin.fo
Tjóðveldi vil seta
ferð á Føroyar
VALSKRÁ Sum triði flokkurin legði Tjóðveldi seinnapartin í gjár fram sína valskrá
undir herrópinum Ferð á Føroyar, Okkara land – okkara ábyrgd
Við heilum 36 valevnum á listanum eru vit til reiðar at seta ferð aftur á Føryar tómgongd í mong ár, sigur Høgni Hoydal
Mynd: Álvur Haraldsen
FERÐ Á