Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen 12 prosent arbeiða svart Nú um dagarnar vóru eftir­lits­fólk hjá ís­lends­ ka skatta­valdi­num og kannaðu, um ar­beiðs­ fólk vóru skrá­sett, sum tey eiga. Kann­ingin um­ fat­aði 6.176 fólk á 2.136 ar­beiðsplássum, og tað vísti seg, at 737 fólk ella 12 prosent vóru ikki skrásett og arbeiddu tí svart. Kanningin avdúkaði eisini, at á meiri enn øðr­um hvørjum arbeiðs­ plássi hevði leiðslan ikki hild­ið reglurnar um skrá­set­ing, og tey fingu tí eina eyka leiðbeining frá skattavaldinum. Jóhann G. Ásgríms­ son, sum stóð fyri átaki­ num hjá skatta­valdinum, segði við Morgunblaðið, at tað almenna missir meiri enn 10 milliardir íslendsk­ar krónur um árið í skatti og øðrum gjøld­um orsakað av svørt­um arbeiði. Eiga at selja Royal Greenland Í Grønlandi vil and­ støðu­flokkurin Siu­ mut hava Lands­ting­ið at selja tann al­menna partin í vin­nu­fyri­tøku­ num, teir­ra mill­um land­sins størs­tu fiski­ vinnu­fyr­itøku, Roy­al Green­land. Undir einum orða­ skif­ti í Landstinginum ví­s­ti Karl Lyberth úr Siu­mut á, at tað er ikki sunt fyri eina vinnu­ fyri­tøku at hava lands­ kassan sum bjarg­ing­ar­ flaka. Hann segði, at so seint sum í 2009 fekk Royal Green­land 250.000 krónur sum gávu úr Landskassanum um­ framt tað sama í láni. Grønlendska kring­ varpið sigur, at eft­ir orðaskiftinum í Lands­ tingi­num at døma eru flokk­ar­n­ir samdir um, at tíðin er komin til at kanna, hvøjar av teim­um sjálveigandi fyri­tøkun­ um skulu einskiljast. Greenpeace- avdúking gav bót Ein fiskimaður í Gilleleje í Danmark hevur fingið 70.000 krónur í bót, eftir at fólk hjá umhvørvis­ vernd­ar­felagsskapinum Green­peace meldaðu hann og fleiri aðrar fyri ólógligan fiskiskap í Kattegat. Harafturat legði rætturin hald á veið­ina, sum varð mett til knappar 260.000 krón­ur. Fólk hjá Greenpeace settu í fjør GPS-tól um­ borð á nakrar útróðr­ar­ bát­ar, uttan at eigararnir vistu av tí, og aftaná kun­di felagsskapurin so vísa, at bátarnir høvdu roynt á einari leið, sum er stongd fyri allari veiði. Í síðsta mánað stað­ festi rætturin í Helsin­ g­ør, at GPS-mátingar kunnu brúkast í rætti­ num sum prógv, og fleiri fiski­menn bíða nú eftir boð­um um at møta fyri sama brot sum tann døm­di, skrivar DR. Vanliga eru tað menn, sum verða avdúkaðir og revs­aðir fyri at hava hugt at barna­ porno­grafiskum tilfari, men í svens­ka býnum Falun eru 23 kvinn­ur dømdar fyri at hava havt barnapornografiskt tilfar um hendi. Svenska tíðindastovan TT veit at siga, at kvinnurnar fingu dagbøtur fyri millum ann­að at hava hugt at mynd­um og filmi av børnum, sum blivu neyðtikin, meðan tey vóru bundin. Ein 43 ára gamal maður er dømdur í sama máli, tí tað var hann, sum útvegaði kvinnu­num tilfarið. Í dómi­num stendur, at maðurin gjør­di sær dælt av, at kvinnur­nar vóru sálarliga veik­ar og høvdu tørv á sam­ veru við onnur. Men dóm­ urin staðfestir eisini, at tað vóru kvinnurnar, sum bóðu mannin um tað barna­porno­ grafiska tilfarið. Kvinnur hugdu at barnaporno Lærarar skulu ikki roykja ella lukta av tubbaki Lærarar og onnur, sum arbeiða við børnum, eiga ikki at roykja í arbeiðstíðini, og tey eiga heldur ikki at lukta av tubbaki tá Tað er niðurstøðan í einari kann­ing, sum Gallup hevur gjørt fyri felagsskapirnar hjá donskum hjarta-, lungna og krabbameinssjúklingum. Har siga 72 prosent av teim­ um spurdu, at fólk, sum ar­ beiða við børnum, eiga ikki at royk­ja ella at lukta av tubba­ ki í arbeiðstíðini. Kanningin vísir eisini, at støðugt fleiri roykjarar slep­pa ikki at festa sær í heima við hús, men verða koyrdir út­um at roykja. Sambært kann­ingini eru 61 prosent av teim­um donsku heimunum royk­frí, og hetta er serliga gald­andi fyri tað yngra ættar­liðið. Harafturat vísir kann­ingin, at danir vilja helst hava grannar, sum ikki roykja. Henrik Byager, sum gransk­ar liviháttin hjá døn­ um, sigur við Berlingske Tiden­de, at tølini í kanningini vísa, at bardagin ímóti royk­ ing hevur givið úrslit. Hann sig­ur, at mótstøðan ímóti tubbaki­num fekk veruliga vind í seglini, tá forboðið ímóti royking á matstovum og vertshúsum kom í gildi.