Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Ein spurningur, sum ikki rætti­liga fekst greiði á í grein­ ini um bedingina á Skála í Sosialinum mánadagin, var, nær skipini, Bakur og Stelk­ ur, sum standa uppi á, verða liðug og klár at sjóseta. Tað var í síðstu viku, at vogn­urin, sum ísfiskatrolarin Fram skuldi togast upp við, partvís fór av skinnaranum. Vogn­ur og skip eru komin nak­að inn ímóti, men standa fram­vegis úti í sjónum, og nógv vekt er á vogninum. Í Sosialinum mánadagin segði stjórin á skipasmiðjuni Mest, at Fram vigar eini 700 tons. Soleiðis, sum myndin til hesa grein vísir, stendur Fram í sjóvarmálanum. Tað, sum ikki sæst á myndini, er, at vognurin partvís er farin av skinnaranum, og tí fæst Fram fyribils hvørki oman ella niðan. Mouritz Mohr segði mána­dagin, at tað er ikki bara sum at siga tað at loysa mál­ið um, hvussu fram skal farast. Ikki lidnir Stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen, sum eigur ís­fiska­ trolar­ar­nar, Bak og Stelk, ið stan­da uppi á bedingini á Skála, sigur, at skipini verða liðug miðskeiðis í næstu viku, og tá væntar hann, at tey eisini sleppa av aftur bedingini. - Vit hava fingið at vita frá skipa­smiðjuni, at tá Bakur og Stelkur eru lidnir, skuldi mál­ ið við bedingsvogninum og Fram eisini verið loyst. Dávid Jacobsen sigur, at skip­ini komu upp fyri góðari viku síðan. - Skipini skulu bæði hava aksiltrekk, og eisini eru skrúvur­nar sendar niður til Dan­markar til umvælingar. Í Dan­mark er verksmiðja, sum tek­ur sær av hesum, og tað er tering­ur á skrúvunum, sum verk­smiðan skal taka sær av. Dávid Jacobsen leggur aftr­at, at tað helst fer at taka eina viku ella so at umvæla skrúv­ur­nar í Danmark. - Eg vænti tískil, at Bakur og Stekur verða klárir at fara av bedingini á Skála aftur mið­skeið­is í næstu viku, sig­ur stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Teir seks ísfiskatrolararnir hjá Faroe Origin, Bakur, Stelk­ur, Rókur, Lerkur, Falkur og Bakur, fiskaðu tilsamans góð 1000 tons av makreli av felags­kvotuni á 20.000 tons. Hetta var tann parturin av kvotuni, sum ”olympiskur” fiski­skapur var eftir, sum tik­ið hevur verið til. Tað rád­di um at fiska sum mest og tann, sum var rask­ast­ur at veiða, fekk lut í størs­tu nøgdunum av hesi felags­ kvotu, ið serliga var ætlað ís­fiska­trolarum. Dávid Jacobsen, stjóri í Faroe Origin, sigur, at tað gekk væl at fiska hjá teimum seks ísfiskaskipunum hjá felagnum. - Sjálvur veiðiparturin var eing­in trupulleiki. Skipini par­trol­aðu eftir makreli, og síðan tók Høgaberg posan inn. Allur makrelurin, sum tey seks skipini veiddu, varð land­aður til móttøkuskipið, Lay­fayette. Dávid Jacobsen sigur, at avreiðingarvirðið var 3 krón­ ur fyri kilo, tó at hann kundi hugs­að sær, at prísurin var betri. - Eg ivist onga løtu í, at væl meiri kundi verið fingið burt­ur úr, um móttøkan hevði verið betri skipað. Tá tær tríggjar sølurnar av makrelkvotu fóru fram, var keypsprísurin fyri kilo við tær seinnu sølur­nar væl hægri enn av­reið­ing­ar­prís­ urin, sum okkara skip fingu. Dávid Jacobsen ásannar, at stóra makreltilfeingi kom knappliga, og tí er spurn­ing­ urin, um tingini í ár kundu ver­ið so nógv øðrvísi, enn tey vóru. Stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen, sum eigur ísfiskatrolararnar, Bak og Stelk, sum standa uppi á bedingini á Skála, sigur, at skipini verða liðug miðskeiðis í næstu viku, og tá væntar hann, at tey eisini sleppa av aftur bedingini Fiskaðu góð 1000 tons av - Makrelurin var eitt gott íkast, men hevði móttøkan verið betri fyrireikað, hevði eisini meiri komið burtur úr, sigur stjórin í Faroe Origin Lidnir á Skála í næstu Bakur og Stelkur fáast ikki av aftur bedingini, fyrr enn málið við Fram og vogninum, sum partvís er farin av skinnaranum, er loyst. Skipini hjá Faroe Origin verða helst liðug at sjóseta aftur miðskeiðis í næstu viku