mikudagur 19. oktober 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Misbrúkt av
smádreingi
Í næstan 10 ár bar gentan einsamøll upp á loynidómin, at ein tvey ár eldri drongur
hevði misbrúkt hana kynsliga í trý ár. Hon hevur leitað sær hjálp og hevur funnið útav,
at hon hevði onga skyld, men hon kann ikki stíga fram, tí tað hendi í familjuni
Randi Jacobsen
Vit hoyra javnan um menn, sum
gera seg kynsliga inn á børn, men
tað hendir eisini, at smádreingir
finna upp á slíkt.
– Frá tí eg var seks til níggju
ár, varð eg misbrúkt av einum
dreingi, sum var tvey ár eldri enn
eg, sigur ein genta, sum fegin vil
siga sína søgu.
Hon visti ikki, hvat tað var,
sum hendi. Men hon var bangin
og hevði bara hug at renna avstað,
men tað bar ikki til, tí drongurin
hevði oftast tríggjar vinmenn við,
og teir ansaðu eftir. Ágangurin fór
fram langt frá húsum, so eingin
fekk tað við.
Hon segði eini vinkonu, hvat
hendi. Vinkonan fór víðari við tí,
so nógv børn visti um, hvat fór
fram.
– Tá ið eg so kom í skúla, fóru
børnini at spyrja. Tey tosaðu um,
at eg hevði gjørt hitt, at eg ikki
var jomfru longur, og tey kallaðu
meg hora. Tað var alt annað enn
stuttligt.
Gentan fekk tað bara verri
og verri, tordi ikki út fyri
dreingjunum, læsti seg inni í sær
sjálvari, eisini tí hon var bangin
fyri, at børnini fóru at rópa eftir
henni.
– Ikki fyrr enn eg var nøkur
ár eldri, skilti eg, hvat var hent,
og eg skammaði meg nakað so
ræðuligt.
Hon var tann seka
Tá ið hon kom í framhaldsdeildina,
vóru javnaldrarnir framvegis eftir
henni og happaðu hana við tí, sum
»hon« hevði gjørt. Eingin tosaði
um, at ágangur var framdur móti
henni.
Vinkonurnar søgdu við hana,
at hon kundi vera blivin upp á
vegin.
– Eina ferð skuldi eg av øðrum
orsøkum í skannara, og eg var so
bangin fyri, at tey fóru at finna
eitt deytt barn í búkinum.
Eina ferð kom tað mammuni
fyri oyra, at okkurt var, men
mamman visti ikki, hvussu álvar
sligt tað var. Hon fór til mammu
dreingin, sum so tosaði við sonin
um at gevast við at gera seg inn á
gentuna.
– Úrslitið var, at hann skeldaði
meg út fyri at hava slatrað, og eg
var so bangin.
Mamman var greið yvir, at
okkurt var galið, men hon visti
ikki hvat. Gentan fór burtur í
rak, og mamman fór við henni til
lækna. Tað gav einki, tí likamliga
bagdi gentuni einki, og hon av
dúkaði heldur ikki nakað.
Tordi ikki at tosa
Gentan sigur, at hon tordi ikki
at tosa við mammu sína, tí hon
vildi ikki skuffa hana, og so var
tað eisini tað, at drongurin var
systkinabarn hennara, ein fittur
drongur. Gentan var bangin fyri,
at mamman ikki fór at trúgva sær
og fór at blíva ill, og gentan helt
tað vera sína skyld.
– Eg helt so lítið um meg sjálva
og helt, at eg var tann einasta
í verðini, sum hevði gjørt slíkt
býtt.
Fyri nøkrum árum síðan flutti
gentan við familju síni til Dan
markar.
– Eg var so glað og helt, at nú
fór eg at gloyma alt, men so lætt
gekk tað ikki. Eg kendi skyld, føldi
meg ólekra og ræddist dreingir.
Tá ið gentan byrjaði í studenta
skúla, bar ikki so væl til longur
at halda seg langt burtur frá
dreingjum, tí dreingir vóru í
flokkinum.
Fór til ein lærara
– Eg hevði tað so ringt, hugsaði
um at taka lívið av mær og alt
annað. Ein dag lat eg meg upp
fyri eini vinkonu, og í staðin fyri
at finnast at mær, føldi hon við
mær. Tað gav mær dirvi til at tosa
við ein lærara, og vit samdust um,
at eg gjørdi best við at tosa við
mammu um tað, sigur gentan.
Tað var ikki lætt hjá henni at
skula siga mammuni og pápanum
frá loyndóminum og øllum ringu
tonkunum, hon hevði gingið við.
– Mamma bleiv so kedd, og vit
báðar sótu leingi og grótu saman,
meðan
hon
klemmaði
meg.
Mamma hevði so ilt við at skilja,
hví eg einki hevði sagt fyrr.
– Eg minnist, at eg kreyp inn til
mammu og kendi tryggleikan. Tá
upplivdi eg at vera barn og kendi
samstundis, at eg ikki hevði fingið
loyvi at vera tað barn, sum eg átti
at verið.
Næsta stigið hjá gentuni var at
fara til Kris í Danmark.
– Har lærdi eg at siga, at tað
var hann, sum gjørdi hetta móti
mær, og at eg og hann ikki høvdu
gjørt tað. Tað var ein stór hjálp at
kunna tosa við fakfólkini í Kris
um mín trupulleika, og tað kann
eg mæla øllum til at gera.
Eina ferð royndi hon at koma
saman við einum dreingi, men tað
bar als ikki til.
Fyri ikki so langari tið síðan
kom hon eftir, at systirin hevði
verið fyri tí sama, og eisini aðrar
gentur.
– Eg havi hugsað um tað seinni,
at hevði ein skúlasjúkrasystir ver
ið í barnaskúlanum, var eg kanska
farin til hennara, ella hon hevði
skilt, hvat bagdi.
Nú heldur gentan seg vera
komna væl víðari. Hennara sjálv
svirðing og sjálvsálit eru økt, og
hon kennir ikki skyld. Tað er tó
langur vegur enn á mál, sjálvt
um fleiri fólk hava sagt við hana,
hvussu nógv betur hon sær út,
hvussu búgvin hon er blivin og
annað gott.
– Í staðin fyri at vera kedd,
eri eg nú ill, og tað er nógv betri.
Nú hugsi eg ikki bara ilt aftur á
barndómin men minnist eisini
tær góðu løturnar.
Hon hevur eisini hugsað nógv
um, hví ein drongur við hjálp frá
øðrum javngomlum dreingjum
fann uppá at gera seg kynsliga inn
á eina lítla gentu. Onkur hevur
nevnt fyri henni, at dreingir
byrja at hava áhuga fyri porno,
og so snýr tað seg óivað eisini um
makt.
– Sum barn ynskti eg mær
altíð at hava ein stórabeiggja, sum
kundi verja meg, og eg minnist, at
eg bað mammu ættleiða mær ein
stórabeiggja.
Gentan hevur valt at siga
søgu sína í vónini um, at gentur,
sum hava verið fyri tí sama, skulu
sleppa av við skuldarkensluna, og
at lærarar og onnur taka spurn
ingin upp.
Samstundis vónar hon ein
dag at kunna liva eitt gott lív og
stovna familju.
í meldrinum