Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Endamálið við slíkum ráði er at betra og útbyggja sam­ bandið millum teir eldru borg­ararnar í býnum og ta politisku skipanina hjá komm­ununi. – Hetta fer eisini at geva borgarunum møguleikan at ávirka eldrapolitikkin í Klaksvíkar kommunu, verð­ ur sagt. – Og so verður eisini møgu­ leiki hjá teimum at fylgja við ymiskum ætlanum og tilboðum innan eldraøkið. Umframt hetta er ætlanin at nýggja Eldraráðið skal vera bindilið millum sjálvbodnu bólkarnar í býnum og komm­ ununa. Og síðst, men ikki minst skal ráðið ráðgeva býráðnum, nevndum og umsitingini í spurninginum, sum hevur við eldru borgarar í býnum at gera, og vera við til at orða eina eldrapolitikk í komm­ ununi. Ætlanin er at hetta Eldra­ ráðið í Klaksvík skal hava fimm limir, sum verða valdur fjórða hvørt ár. Á býráðsfundinum í gjár­ kvøldið varð so samtykt at kommunan skal hava eitt slíkt ráð, og nú skal tað so mannast. Hvør skal sita í tí er enn ikki avgjørt, tí val verður seinni í ár. Upprunaliga skuldi hetta ráðið verða valt í august mánaði, men varð tó útsett eitt sindur. Ætlanin er at Eldraráðið skal fara til verka um árs­ skiftið. snorri@sosialurin.fo Vindurin er størsta avbjóðingin Betri samband til tey eldru Sund: Fyrstu royndirnar at dyrka jarðber í Før­oy­ um hava víst, at tað BER til. Men veðrið má sær ráða, tí størsta av­bjóð­ ingin er altso vindurin. Ætlanin var nú at vísa, hvussu planturnar kundu klára seg uttan­ dura um veturin – í mun til serstaka tunnilin ið hevur verið uppi í summ­ar. – Planturnar tola bæði kava, kulda og regn, men vindurin kann ger­ ast ein hóttan, verður sagt av Búnaðarstovuni. Hóast hetta kann staðfestast, at plant­ur­ nar vaksa væl og berini búnast væl. Gongst sum ætlað, verða tey fyrstu før- oysku jarðberini á markn­að­in­um um eitt ár. snorri@sosialurin.fo Og so verður eisini møgu­ leiki hjá teimum at fylgja við ymiskum ætlanum og tilboðum innan eldraøkið – Lívið er ongantíð livað til fánýtis, uttan mun til hvat kom burturúr. Lívið er altíð onkursvegna týdningarmikið. (Jógvan Fríðriksson, bispur) Ferðsla: Tey hjá Landsverki eru fyrireikað til veturin. Maskinur og saltbilar eru farin til verka, nú fyrsta hálkan er komin. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Mykines: Munandi fleiri mýs eru sæddar her í heyst. Nú flettingin er fyri, eru lagdar fleiri músafellur út. Orsøkin til vøksturin er ókend. Hálka: Nú hevur hálka verið í luftini eina tíð, og í gjárkvøldið kom fyrsti kavin. Fyrsti kavadagur í fjør var eisini 18. oktober. Oyrareingir: Henda kom­andi mánaðin verður ar­beitt á Oyrareingjavegnum hvønn dag. Landsverk heitir á bilførarar um at vísa varsemi. Klaksvík Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð samtykt at Klaks­víkar kommuna skal hava sítt eldraráð. Tað fer ætla­ndi til verka fyrst í komandi ári. kring landið SMAKKUR Jákup Bærentsen, bóndi á Sundi er væl nøgdur við smakkin í teimum fyrstu føroysku jarðberunum TEY ELDRU Klaksvíkingar fáa nú sítt Eldraráð, sum millum annað skal vera við til at orða eldrapolitikkin í næststørsta býi okkara Savnsmynd