mikudagur 19. oktober 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Runavík: Ein av teimum
sum fegnast um ætlanina, at
byggja nýggja fimleikarhøll í
Runavík, er Jastrid Weihe.
– Hetta er ein ógvuliga
spennandi verkætlan, sigur
Jastrid, sum er forkvinna í
fimleikarfelagnum Støkk og
hevur haraftrat sitið í byggi
nevndini.
Arbeiðið at gera hesa ný
mótans høllina er bjóðað út,
og fer hon at vera ítróttinum
– og serliga fimleikinum – at
gagni.
– Henda høllin fer at
vera eitt stórt framstig fyri
ítróttin í kommununi, sigur
Jastrid Weihe.
Eftir ætlan skal nýggja
fimleikarhøllin standa liðug
á heysti 2013.
snorri@sosialurin.fo
Stórt framstig
fyri ítróttin
Sandoy: Í gjárkvøldið helt B71
hugnakvøld fyri leikarum og
venjarum sínum. Allir leikarar fingu
medalju fyri luttøku og ídni í ár.
Fuglafjørður: Tiltakið Seyðaprát
er aftur á skránni 28. oktober.
Fleiri mans fara at siga frá – og
helst eisini reypa – um seyð.
Runavík: Í august 2012 verður
ættarstevna í ítróttarhøllini, nú
200 ár eru liðin síðani Jóannes
Petersen úr Saltnesi varð føddur.
Vágur: Eini 150 fólk vóru til fyrsta
valfundin, sum Kringvarpið skip
aði fyri mánadagin í Framtíðini.
Í gjár var Tvøroyri á skránni.
– Zacharias Hammer er ein
djarvur fotografur, sum
hevur givið føroysku
heimunum nógvar
góðar náttúrumyndir
(Jógvan Jespersen,
fyrrv. kringvarpsstjóri)
Eingin tele
fon úr Dali
Dalur: Eftir at hava verið
uttan telefonsamband í
17 tímar, kundu dalbing
ar umsíðir fáa samband
við umheimin tíðliga
seinnapartin í gjár.
Bygdarfólkið
misti
sambandið nakað fyri
klokkan 9 sunnukvøldið,
eftir at toran hevði ging
ið.
Eftir øllum at døma
hevði hon gjørt skaða á
tvær av støðunum hjá
Føroya Tele á eystur
síðuni á Sandoynni.
Fólkið vónaði, at talan
bert var um minni brek,
og mánamorgunin fóru
menn at kanna brekið,
sum altso varð funnið
og rættað.
Um 14-tíðina kundu
dalbingar so tosa aftur,
bæði í fastnettelefon og
fartelefon.
snorri@sosialurin.fo
Tvøroyri:
Fríggjadagin
verður almenn valcafé á
Seglloftinum á Tvøroyri.
Henda café'in er skipað
sum eitt pallborð, har ein
maður og ein kvinna úr
hvørjum flokki sum stilla
upp í oynni, verða við.
Her fáa tey høvið at bera
fram sjónarmið síni, eins og
fólk fáa møguleika at seta
fram spurningar.
At fólkatalið í Suðuroy
minkar, og tað at kvinn
urnar eru tær ið fyrstar
flyta hagani, er eitt av mál
inum sum tosast skal um.
Tað eru kvinnubólkurin
Valkyrjurnar og Seglloftið
sum skipa fyri.
Soleiðis kann Suðuroyggin mennast
kring landið
KARMAR
Fimleikarfelagið Støkk er eitt teirra sum fær gagn
av nýggju fimleikarhøllini. - Hetta er ein spennandi
verkætlan, sigur Jastrid Weihe, forkvinna í felagnum
SLIT
Dalbingar vóru uttan telefon í 17 tímar, tá toran
sló niður í eina av støðunum hjá Føroya Tele