Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Tveir møguleikar at velja millum Nú bankakervið enn eina­ ferð fór av knóranum, og tvær føroyskar milli­ardir fóru upp í royk, munnu tey flestu hava ásann­að, at tað eirinda­leysa pen­inga­ valdið og tann ótálmaða øðin eftir løtu­vinn­ingi hev­ur spælt fallitt. Nú er tíð at taka upp annan tátt. Valið hesa ferð stendur millum eina jarðbundna og samhaldsfasta samfelags­ skipan, sum vit í javnaðar­ flokkinum trúgva uppá – ella borgarliga framtíð við kasino­búskapi og fløtum skatti, sum vit flest øll hava kent sviðan av. Samhaldsfasti vegurin besta valið! Um vit vilja varðveita Føroyar sum eitt vælferðarsamfelag, er tað eingin annar vegur enn tann samhaldsfasti veg­ ur­in, har øll rinda sín part til felags húsarhaldið. Fara øll í sjálvdrátt, so detta tær grundleggjandi sam­felags­ skipanirnar sundur, sum tryggja samhalds­megina í fólkinum og tjóðini. Og so fer vælferðin fyri bakka. Lættast skal um hjá vanliga føroyingnum Í dagsins Føroyum er tað blivið ov tungt hjá tí van­liga føroy­inginum at fáa endar­nar at røkka saman. Tí er høvuðs­avbjóðingin hjá nýggjari samgongu at gera semju um: 1. Hvussu vit lætta um hjá tí vanliga føroyinginum við lágum og meðal inntøkum 2. Eina nýskipan á bú­stað­ar­marknaðinum, so at bæði leigu­bústaðir, lestrarbústaðir og eldrabústaðir fáast fyri ein sømiligan prís. 3. Hvussu vit kunnu tálma teimum høgu prísunum á gerandis vørum Javnaðarflokkurin hevur orðað eina neyva ætlan fyri, hvussu vit røkka omanfyri nevndu málum. Kommununýskipan er neyðug Harumframt er átroðkandi neyðugt, at ein nýggj sam­ gonga beinan vegin fremur tær nýskipanir, sum vóru fyrireikaðar í farna valskeiði, men sum vóru blokeraðar av ymsum minnilutum. Tað snýr seg um at skipa Føroyar í færri og sterkari kommunur, og at skipa færri og sterkari skúlar, tað snýr seg um pensjónsnýskipanina, og tað snýr um eina fiski­ vinnu­nýskipan, sum greitt ásetur fram­tíðar karmar fyri høv­uðs­vinnu okkara, hvussu loyvir, tilfeinginsgjald og brúks­skylda skulu skipast, so at bæði vinna og land fáa mest møgu­ligt burturúr. Tað er sjálvandi eisini neyðugt at fáa javnvág á fíggjarlógina. Men fyritreytin fyri stabilum loysnum er, at vit fremja tær bygnaðarligu broytingarnar, sum eru nevndar omanfyri. Gera vit ikki tað, so halda rutsji-túrarnir í búskapinum fram, spart verður fram eftir fummum, og tað verður tann sami frammanundan knokk­roytti føroyingurin, sum verður raktur enn einaferð. Valið hesaferð stendur sum sagt millum eina borgarliga framtíð við flatskatti og kasinobúskapi, ella eina jarð­ bundna og samhaldsfasta samfelagsskipan. www.helena.fo Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin LØGtingsvalið 2011 Lagnuløta Valgreinar Løgtingsvalið 2011 • Vit skulu skapa so góðar um­støður fyri okkara barna­ familj­ur, at tað sæst aftur í árlig­um vøkstri í fólka­ talinum. • Vit skulu steðga dren­ ingini av fólkinum við at fáa positiva javnvág millum tey, sum koma, og tey sum fara. Javnaðarflokkurin vil gera tað rúmsátt og liviligt fyri øll í Føroyum og fáa allar hendur og høvd í arbeiði, so vit kunnu fjølgast í tali og fáa fleiri at flyta higar. • Vit vilja verja ta styrki, okkara land hevur í ríkis­ felags­skapinum og tí eyka orku, vit hava í fíggjarligu útjavningini í ríkisveitingini • Við skynsamum fíggjar- og bú­skaparpolitikki og effektiviserandi bygnaðar­ broytingum skal almenna skuldarbindingin minkast burtur. • Vinnu- og arbeiðsfremj­ andi átøk skulu skapa ein bú­skaparvøkstur, sum grund­arlag fyri nýggj­um rað­fest­ing­um til menn­ing av kroystum vælferðar­ skipanum • Vit skulu økja virðisskap­ anina úr tilfeinginum við nýskipanum og menningar­ átøkum í eini lívfrøðiliga, búskaparliga og økispolitiskt burðardyggari fiskivinnu • Víðfevndar arbeiðs­ skap­andi íløgur skulu gerast kom­andi árini í skúladepil, hav­rann­sóknarskip, heim til eldri og til fólk við serligum tørvi, nýggjan psykiatriskan depil, tjóðleikhús og mentun­ ar­deplar í Suðuroy og Sunda­ lagnum • Við skattanýskipanini hjá Javnaðarflokkinum, ið veitir lágum inntøkum ein lætta og lækkar marginalskattin hjá miðal inntøkum, vilja vit økja um vøksturin í vinnuni, úrtøkuna av arbeiðinum og inntøkumøguleikarnar hjá húsarhaldunum • Við Húsalánsgrunninum sum nýtt bústaðarpolitiskt amboð vilja vit seta ferð á bygg­ing av leiguíbúðum, luta­íbúðum og lestrarbýlum kring landið • Vinnaraleiðin til vøkstur og menning er raðfesting av útbúgving og gransking, frá fólkaskúla, um miðnáms- og vinnuútbúgvingar til Fróð­ skap­arsetrið sum portrið til hægri lestur og samskipara av granskingarvirkseminum • Við nýggjum arbeiðs­ marknað­ardepli vilja vit skipa trýpartasamstarv millum vinnu, fakfeløg og politiska skipan fyri førleikamennandi og produktivitetsfremjandi átøkum • Við sterkari brúkara­poli­ tikki, kappingareftirliti og nýggjum príseftirliti skulu føroysku húsarhaldini verjast móti monopollíknandi prísá­ setingum og ovurkostnaði á vørum og tænastum • Vinnu-, arbeiðs- og livi­ møgu­leikar úti um landið skulu styrkjast við nýggjum økisjavningarpolitikki, sum skal skipast við grundarlagi í økismenningargrunni • Við betri korum fyri mentanar- og listarligum virk­semi skulu vit styrkja møgu­leikarnar hjá øllum okkara skapandi fólki at ríka og fjøl­broyta andslív og sam­felag, og menna okkara fólka­ræði við mentanar- og listarligum avbjóðingum. Hans Pauli Strøm Javnaðarflokkin LØGtingsvalið 2011 Soleiðis vil Javnaðar­ flokkurin skapa betri livikor og fólkavøkstur Skal Føroyum vera lív lagað, so mugu vit gera alt fyri at tryggja, at hetta samfelagið rúmar so nógv - og so nógv ymisk - fólk sum møguligt. Vit hava brúk fyri, at fólk hava hug at búgva her og flyta higar. Framsókn sigur í sínum virðis­grundarlagið: Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan sam­leika, skulu hava somu rætt­indi at liva og virka í Føroyum. Omma mín valdi eina øðr­ vísi trúgv enn omma henn­ ara, og tíbetur kundi hon tað. Kanska ein komandi ommu­ dóttir hjá mær fer at gera upp við tann trúararv, sum eg beri víðari, og vónandi er føroy­ska samfelagið eisini tá so mikið rúmligt, at hon hevur frælsi at trúgva og liva soleiðis, sum hon heldur vera best. Frælsi heldur enn eindarmentan Tá ið kalda kríggið fram­ vegis var í hæddini, og vit í vestur­heiminum bóru trúar­ frælsi okkara saman við um­støðurnar í kommunist­ isku londu­num, minnist eg eldri menn á bønarmøtum í brøðra­samkomuni takka fyri, at teir búðu í einum landi, har vit høvdu frælsi at trúgva og liva, sum vit vildu. Í dag tosa summi fólk í kirkj­um og samkomum í djúp­asta álvara um tørvin á at hava ein kristnan stat og um, at lógir, sum tey meta vera skeivar, eru ein hótt­an ímóti kristnu trúnni. Tey tykj­ ast hava gloymt virði í trúar­ frælsi­num og grund­leggj­andi rættinum at ganga egn­ar leiðir og liva sítt egna lív. Fyri øll ella ikki fyri teg Eitt rúmligt samfelag er ein fyritreyt fyri, at vit øll kunnu vera her. Tíverri síggja vit ofta bara okkara egnu støðu og gloyma, at onnur hava tørv á somu verju sum vit. Men er samfelagið ikki fyri øll, so er ómetaliga skjótt, at tað ikki verður fyri teg. Samkynd eiga at hava somu rættindi sum onnur. Tað er gott, at grein 266b varð sam­tykt í Løgtinginum, og eg stilli fegin upp fyri ein flokk, sum gongur inn fyri skrá­ settum parlagi, tí eg haldi, at borgarlig rættindi mugu vera líka fyri øll. Fleirmentað og frælst Eg vóni, at framtíðar ommu­ dóttirin einaferð fer at taka við teimum virðum og teirri trúgv, sum eg nú leggi niður í pápa hennara. Men eg vóni so sanniliga eisini, at hon fær enn betri rættindi og minst líka stórt persónligt frælsi, sum eg havi í dag. Vónandi býr hon í landi­ num Føroyum, sum hevur eina stjórnarskipan, sum stað­festir hennara rætt­ indi, og vónandi er hetta landið nógv fólkaríkari og fleirmentari enn tað heimastýrisland, sum omma hennara livdi í. Tað er millum annað hetta, sum løgtingsvalið 2011 snýr seg um, og millum annað tí eg bjóði meg fram. Trúarfrælsi í einum rúmligum samfelag Dorit Hansen LØGtingsvalið 2011