Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit hava eina skattaskipan sum tekur hugin frá fólki at arbeiða. Tá inntøkan er farin upp um 21.000 um mánaðin, so rakar tú toppskattin sum er omanfyri 60%. Tað vil siga at landskassin tekur omanfyri 60 kr. av hvørjum 100 kr. tú forvinnur. Tað er hetta Fólkaflokkurin vil broyta. Vit vilja hava eina skattaskipan har ongin skal gjalda meir enn 40% av tí tú forvinnur. Tað vildi verið nógv hugaligari at fari til arbeiðis, um tú visti at munandi meir lá eftir hjá tær, enn tað ger í dag. Vit vilja hava eina skattaskipan, har tað loysir seg at arbeiða meir - tí má skatturin lækkast. Hetta er alneyðugt at fremja, tí flest øll hava trup­ ult at fáa endarnar at røkka saman. Tað verður tosað um at fáa fólk heim­aftur, alt gott um tað, men vit mugu fyrst og fremst gera tað liviligt hjá teim­um sum búgva í Føroyum. Vit eiga ikki at gera sum Javnaðarflokkurin leggur upp til og Sambandsflokkurin nú tekur undir við, nemliga at fara niður í lummarnar hjá teimum sum fara út í onnur lond at arbeiða. Hetta endar við at hesi fólk rýma undan skatti og tað tænir ongum endamáli. Sama er galdandi við vinnu­lívinum. Um Javnaðar­ flokkurin og Sambands­flokk­ urin fara at leggja fleiri gjøld á vinnuna, so koma vit at missa arbeiðspláss og tað verða fleiri arbeiðsleys. Hetta kann ikki verða rætt. Fólkaflokkurin fer staði­ liga at frámæla, at fleiri byrðar verða lagdar á vinn­ una. Vit vilja heldur taka forð­ing­ar burtur, soleiðis at vinn­an kann blomstra og skapa nýggj arbeiðspláss, sum aftur fer at skapa ein vøkstur í sam­felagnum. Tað hava vit brúk fyri, ikki minst í hesum ivasomu døgum. Tað skal loysa seg at arbeiða, tí má skatturin lækkast! Jákup Mikkelsen løgtingsmaður LØGtingsvalið 2011 Øll eru samd um, at enda­ málið við øllum politikki má vera at gera tað so gott sum møguligt at liva og búgva í Føroyum. Semja er eisini um, at vinnu­lívið má hava bestu um­støður fyri at skapa virði og inntøkur til tað góða samfelagið. Her steðgar semjan. Vit hava jú ymsar ætlanir um, hvussu málið skal røkkast. Og tað er her, at poli­tikk­ urin veruliga byrjar, og velj­ arin kann taka dagar ímillum, hvør ætlan man vera tann frægasta. Broytingar krevjast Fyri at fáa eitt samfelag har føroyingar og útlendingar vilja búgva, eru nøkur grund­ leggjandi viðurskifti, ið skulu fáast uppá pláss. Eitt teirra er kostnaðar­ støðið, sum er alt ov høgt. Tað má fáast niður. Vit eiga at seta okkum sum mál, at kostnaðarstøðið tey komandi árini skal lækka. Tað kunnu vit tryggja við at seta okkum langtíðarmál, eitt nú á orkuøkinum, har Føroyar skulu fáa ein nógv størri part av orkuni frá varandi orkukeldum. Neyðugt er eisini at tryggja kapping í øllum vinn­ um. Tað gerst við at styrkja um lógarverki á økinum og at tálma lønarglíðing. Tað almenna ganga undan Almenni geirin má ganga undan komandi árini við at veita skjóta og dygdargóða tænastu. Øll vita, at almennir stovnar eru til fyri borgaran og ikki øvugt. Tí má tað siga seg sjálvt, at borgarin altíð fær eina góða tænastu frá tí almenna. Politikarar skulu halda fram við at trýsta á at skapa tann fjøltáttaða bústaða­ markn­aðin, har ið ungar familj­ur, einstaklingar og eldri fólki hava møguleika at fáa sær hóskandi heim fyri rímuligan kostnað. Skattatrýstið niður Tað má og skal altíð loysa seg at arbeiða og at forvinna nakrar krónur eyka. Hetta er grundleggjandi, um vit vilja hava búskaparvøkstur. Tí má skattaskipanin til­ lag­ast. Føroyar hava verð­ ins hægsta skattatrýst á løn­um, og tað tekur burtur hugin at arbeiða. Reglan má vera, at lønmóttakarin altíð fær størra partin av lønini útgoldn­an. Skatturin skal tí niður um 50 prosent, soleiðis at sam­band er millum innsats og úrtøku. Tað ber til Ongin eigur at ivast í, at tung tøk skulu takast fyri at røkka tí liviligari samfelagnum. Broytingarnar skulu hanga saman og vera fíggj­að­ ar uttan nevniverdan meir­ kostnað fyri lands­kassan. Tað ber til, um vit hava rygg til at fremja teir bráneyðugu reformarnar, sum spara nógv­ar milliónir á almenna budgettinum. Búskaparvøkstur og ein trygg framtíð við fólkavøkstri fæst best við ætlanini um hitt liviligari samfelagið. Valgreinar Løgtingsvalið 2011 LØGtingsvalið 2011 Bárður Nielsen valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið Neyðugar broytingar skapa eitt liviligari samfelag Skulu Føroyar gerast eitt liviligari samfelag fyri øll, mugu hesar broytingar gerast: kostnaðarstøðið skal niður. Almenna tænastustigið skal upp. Bústaðirnir skulu fjøltáttast. Vinnulig kapping skal tryggjast. Lønarglíðing skal tálmast og skattatrýstið minkast Hetta fer himmalhøgt upp um alt, vit kenna í nýggjari tíð. Vit skulu heili 100 ár aftur í tíðina, fyri at finna nakað, íð líkist lutfalsliga. Men tá var føðitíttleikin 2-3 ferðir so høgur sum í dag. Tjóðveldi lovar henda øgi­liga og óhoyrda fólka­ vøkst­ur, samstundis sum tey hava lagt uppskot fram um at “í seinasta lagi 2018” skulu vit “skipa Føroyar frælsar”, soleiðis at: • Ríkisveitingin uppá 615 mió.kr. er skorin burtur • Øll málsøki eru yvirtikin við meirútreiðslum uppá yvir 200 mió.kr. í árligum rakstri. Tað vil siga, at í einum búskapi, har vit í dag standa við einum arbeiðsloysi oman fyri 1800 fólkum, og hava samtykt at landskassahallið skal minkast úr 500 mió. kr. niður í onki eftir fimm árum, m.a. við sparingum á øllum vælferðarøkjum, skulu vit haraftrat eftir uppskoti Tjóðveldis skera 615 mió burtur úr árligu inntøkunum og fremja yvirtøkur, ið kosta yvir 200 mió um árið. Og samstundis skal fólka­ talið veksa við 6.550 fólkum? Tað er positivt at vera opti­ mistiskur. Men vallyftið hjá Tjóðveldinum er so langt úti, at tað er onki annað uttan tann beri politiski poppur. Uppskotið eg sipi til, er løgtingsmál nr. 109 frá 1. mars 2011: Uppskot til samtyktar um at skipa Føroyar frælsar. Tað kom av góðum grundum ongantíð so langt, at tað kom til atkvøðugreiðslu. Megabluff Tjóðveldis um fólkavøkstur Hans Pauli Strøm Javnaðarflokkin LØGtingsvalið 2011 Eitt høvuðs vallyfti hjá Tjóðveldi er 55.000 fólk í Føroyum í 2020. Tvs. at eftir átta árum skal fólkatalið veksa við tilsamans 6.550 fólk­um, ella uml. 820 um árið