Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Aibritt á Plógv valevni Fólkafloksins LØGtingsvalið 2011 Fyrsta krabbameinsætlanin fyri Føroyar hevur stórt sæð ligið í dvala hjá Heilsu­ málaráðnum síðani hon varð løgd fram í oktober 2009. Ætlanin hevði nógv ítøkilig til­mæli um at betra tey viður­ skifti, sum innganga í eina sjúklingagongd, umframt tann fyribygjandi partin, Men nú skal nakað henda, og krabbameinsætlanin er tí nú komin á valskrá Fólka­ floksins. Henda ætlan er nakað eg farið at leggja stór­ an dent á, um eg verið vald í løgtingið, tí: • tað hevur stóran týdn­ ing fyri teir umleið 150 føroy­ingarnar sum árliga fáa boðini um krabbameinssjúku, og tey mongu avvarðandi, tí krabbamein er ein sjúka, ið flest allir føroyingar kenna til. Um vit sjálvi ikki hava verið rakt, so kenna vit altíð onkran, ið er raktur av hesi álvarsomu sjúku, • tað hevur týdning fyri alt Føroya fólk, tí hóast kann­ ingar vísa, at krabba­meinstil­ burðirnir í Føroyum eru færri enn í hinum Norðan­ londum, so doyggja tað hin­ vegin lutfalsliga fleiri føroy­ ingar av krabbameini enn í grannalondunum, • og tað hevur stóran týdning at slóða fyri, at før­ oy­ska heilsu­verkið kann gera meira fyri at tryggja krabba­ meins­sjúk­lingum so góða við­gerð sum møguligt, um­ framt at ráðgeva og stuðla sjúklingum og næstu avvar­ andi teirra, sum eisini verða hart rakt, tá ið krabba­mein verður stað­fest í familjuni. Krabbameinsætlanin er ov týdningarmikil fyri Føroyar, til bert at liggja og samlað støv í eini skuffu í landsstýrinum. Eg haldi, at tíðin er komin at gera tað vit kunnu fyri teir hundratals føroyingar og teirra avvarð­ andi, sum fáa vent upp og niður uppá lív sítt orsakað av krabbameinssjúkum. Og so má heldur okkurt annað bíða. Krabbameinsætlanin komin á valskrá Fólkafloksins Avbjóðingarnar eru nógvar og skulu tung tøk takast. Politiski mynduleikin má virka fyri, at tað eru hampu­ lig liviligt fyri okkum, sum búgva her. Fíggjarlógin Landsinntøkurnar, sum skulu geva grundarlag fyri almenn­ um tænastum, so sum skúla­ tilboð, sjúklingatilboð, pen­ sionista­tilboð o. l eru ikki til staðar í nóg stóran mun og útlit til at skaffa hesar í eini handa­vending eru ikki til at fáa eyga á. Hallið á fíggjarlógini má minkast. Hyggjast má eftir um ella hvussu fleiri inn­ tøk­ur kunnu skaffast, fleiri kenna i dag sviðan av hørð­ um skatti, men hvussu er for­deilingin av skatta­trýsti­ num? Møgu­liga kann nakað av tí sum ikki kemur inn í dag fáast inn. Arbeiðsloysið er stórt. Møgu­leikarnir til meiri vinnu­ligt virksemi mugu troytast. Tað almenna kann gera rímu­ligar karmar, ser­liga til ný­skap­an innan vinn­una. Enda­leys­ur stuðul er ikki leiðin fram. Hvussu við útreiðslunum? Hvussu fáa vit tær niður? Eru skynsamiligar saman­ leggingar møguligar, sum kunnu geva betri og bíligari rakstur? Óiva tað, óiva kunnu vit eisini við ratinaliseringum fáa meir fyri somu pengar. Íløgurnar á fíggjarlógini skulu vera arbeiðsskapandi og vinnuendurnýggjandi, t. d. til gransking og útvikling av alternativum orkukeldum og at samskipa hesar. Ein inntøka á fíggjarlógini er blokkstuðulin. Hann eiga vit at at fáa hækkaðan. Neyðugt verður at fáa eina hald­bæra javnvág í fíggjar­lógina. Fólkaflyting Ein óheppin gong í Føroyum í hesum tíðum er fráflyting og at fólkasamansetingin er óheppin. Sosialu viðurskiftini og ávís viðgerðartilboð eru í dag verri í Føroyum enn í hinum ríkispartinum. Hetta er við til at skapa fólkaflyting. Her eiga vit at kunna gera meir. Ungu í dag fara av landi­ num at lesa ella søkja sær útbúgvingar. Alt gott um tað. Vit eiga tó at stuðla undir eitt mennandi lestrarum­ hvørvi í Føroyum. Vit eiga at gera møguleikar fyri at tey ungu kunnu støðast longri í Føroyum við at betra um lestrarmøguleikarnar her á landi. Finna fleiri út­ búgvingarmøguleikar, skapa møguleika fyri longri ávegis­ lestri. Eisini kunnu vit hava altjóða útbúgvingar og við teimum tilflyta lesandi. So­ leiðis skapa eitt mennandi lestrar­umhvørvi. Tað hevur tídning at tað verður skipað fyri íbúðarmøguleikum til lesandi. Kollegiir. Vónandi fær Sambands­ flokkurin høvi at viðvirka til at loysa átroðkandi avbjóð­ ingarnar. LØGtingsvalið 2011 Terje Davidsen á lista B Taki eitt tørn afturat Eg, Terje Davidsen, havi játtað aftur at taka eitt tørn í Sambandsflokkinum við at vera valevni til løgtingsvalið 29. okt. Tíverri gerast lesandi í Føroyum alt ov ofta eitt lætt offur, tá ið pengar skulu finnast til tóma landskassan. Hetta er stórt spell, tí útbúgv­ ing er besta íløgan, sum vit gera í okkara unga ættarlið. Í Framsókn hava vit sett okkum fyri, at vit vilja uppraðfesta út­búgv­ing og betra um stuðuls­møgu­leik­ arnar hjá teimum, sum velja at fáa sær eina útbúgving. Sjálvandi skal eingin mun­ ur vera á stuðuls­møgu­leik­ unum hjá einum føroyingi, ið hevur valt at lesa í Føroyum, og einum føroy­ingi, sum lesur í okkara granna­lond­ um. Við øðrum orðum vil Fram­sókn virka fyri, at lestrar­stuðulin hjá lesandi í Føroy­um skal upprað­festast til at koma á sama støði sum SU í Danmark. Fyrsta stig er at tryggja teimum lesandi í Føroyum lestrarstuðul allar 12 mánaðir­nir í árinum, og ikki bara 11, sum støðan er í dag. Hetta fer at kosta um 7-8 milliónir. Annað stig er, at ú t b ú g v i n g ­a r s t u ð u l i n verður hækkaður, so hann peningaliga kemur á sama støði sum SU í Danmark. Hetta fer at kosta aðrar 26 milliónir. Sostatt er tað ikki ókeypis at betra um umstøðurnar hjá teimum lesandi. Men henda raðfesting er neyðug, um vit skulu gera okkum galdandi í hørðu kappingini við onnur lond. Framsókn er ikki nakar veruleikafjarur flokkur, sum gjarðar til høgru og vinstru. Uppraðfestingin á útbúgvingarøkinum verður ikki framd frá degi til dags. Vit kunnu ikki lova, at hesar betringar á útbúgv­ingar­ økinum verða gjøgnum­ førd­ar eftir einum ári, men inn­an tvey til trý ár eiga vit at verða komin á mál. Tað vil Framsókn leggja alla orku í. Vel tí Framsókn Eg geri sum eg sigi, og sigi sum eg geri. Lestrarstuðulin skal uppraðfestast og styrkjast Janus Rein valevni hjá Framsókn LØGtingsvalið 2011