mikudagur 19. oktober 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valgreinar
Løgtingsvalið 2011
LØGtingsvalið 2011
Terje Davidsen
á lista B
Meiri virking av fiski á landi
viðførir fleiri arbeiðspláss.
Møguleikar fyri meir virk
ing av makreli á landi skulu
fremjast. Ikki bara til fram
leiðslu av ráðvøru til onnur,
men meir liðugtgjørd fram
leiðsla. Soleiðis at vit fáa
maksimalt burturúr okkara
tilfongisrættindum.
Ætlan
skal gerast hvussu vit sum
heild fáa meir burturúr
okkara fiskivinnu. Hvussu
fæst hon meir rentabul.
Alivinnan stendur fyri
stórum virðisskapan. Møgu
leikar
fyri
skynsamiliga
troytan av víðkanarmøgu
leikum fyri aling skulu troyt
ast, t.d. við at fara longur út á
hav at ala.
Vinna,sum brýtur upp úr
nýggjum t.d. við framleiðslu
og gransking innan alterna
tiva orku og nýtslu av henni
skulu fáa sersømdir í upp
byggingarfasuni.Varðandi
stuðul er ikki vegurin fram.
Gransking og kunning innan
hetta økið skal samskipast,
so brúkarin fær eitt verðuligt
innlit í í hvønn mun ymiskar
loysnir eru brúkbarar hjá
sær.
Hetta er átroðkandi, tá
olja er so kostnaðarstór út
reiðsla og okkara samfelag
er bygt uppá at brúka nógva
orku, sum í dag í sera stóran
mun kemur frá olju. Hetta
tyngir um hjá vinnuni og hjá
húsarhaldunum og kemur at
tyngja enn meir framyvir.
Leggjast skal upp til meir
gøna orkuframleiðslu har tað
er møguligt, t.d. húsahiting
og bilferðsla.
Skipini fáa illa brúkt
annað sum er, men har má
oljunýtslan optimerast. Tey
kunnu um nóg mikið av grøn
ari orku er gera nýtslu av
hesari tá tey liggja við kei.
Soleiðis kunnu vit gera
okkara til at minka um vastr
arhúsárin frá olju.
Vónandi verður tað litið
Sambandsflokkinum upp í
hendi at leggja framtíðar
leiðina fyri Føroyar.
Øktar vinnumøguleikar. Grøna orku
Hesin
vakri
fosturlands
sangur rennur mær til hugs,
nú umhvørvi og orka eru
á skriviblokkinum hendan
vakra, høga oktobermorgun.
Tí mær leingist so inniliga
eftir tí degi - tí grønkandi
várinum - har virðingin
fyri náttúruni og komandi
ættarliðum kemur fram um
menniskjaligt grunnskygni
og materiellan grammleika.
Okkara allar fremsta av
bjóðing er at leggja um til
grøna orku. Bæði av um
hvørvis- og fíggjarávum.
Oljutilfeingi
er
ongin
ótømandi kelda, og skjótt
verða
dýru
droparnir
ókeypandi. Árliga innflyta
vit fyri eina milliard krónur
í olju, og vinnan er longu
nú um at hokna undan
oljubyrðuni.
Tí mugu vit sum skjótast
gerast sjálvberandi við burð
ardyggari orku.
Í mun til nógv onnur
lond, hava vit framúr góðar
umstøður fyri orkufram
leiðslu her á landi. Uttan at
gera meg til serfrøðing á øki
num, hevur talað verið um
alduorku, jarðarhita, vind
orku, sólorku, sjóvarfalsorku,
vatnorku, sjóhita, orku úr
tara og so framvegis.
Í heildarætlanini fyri el
orku, sum Vinnumálaráðið
gav út í 2011 verður sagt, at
vind- og vatnorka saman
skulu nøkta tøvin á elorku,
umframt tørvin á orku til
upphiting av bygningum og
ferðslu á landi. Hetta er ein
gáva, sum vit avgjørt eiga at
gagnnýta. So vatn og vindur
eru eftir øllum brøgdum
frægastu loysnir her um
okkara leiðir, samstundis
sum, at elorka verður brúkt
til upphitan.
Tað almenna skal
ganga undan
Vit mugu orða eina bindandi
grøna orkuvisjón fyri Føroyar
sum skjótast, og tað almenna
eigur at ganga undan á
umhvørvisøkinum.
• allir allmennir nýbygn
ingar skulu hitast við varandi
orku. Sambært Jarðfeingi er
upphiting við hitapumpum
við dagsins elframleiðslu
ein væl grønari loysn enn
oljufýrur, og við grønari
elframleiðslu verður hendan
loysn 100% grøn.
• øll almenn byggjarí eiga
at verða lagað til varandi
orku. Hetta skal vera krav í
sambandi við útbjóðing av
verkætlanum.
• allir almennir stovnar
skulu hava grønar roknskapir
- bæði innan orkunýtslu og
umhvørvisvernd sum heild.
• grøn avgjøld verða løgd
á privat og vinnu. Hesi verða
tikin burtur, tá lagt verður
um til grøn alternativ.
• forboð verður sett móti
at innflyta el- og hvítvørur í
lægri orkuklassa enn A.
• ávísur prosentpartur
av granskingarjáttanini skal
vera oyramerkt til menning
av varandi orku.
• inntøkur frá grønum
avgjøldum skulu brúkast til
orkusparandi tiltøk, serliga
menning av varandi orku.
Náttúran yvirlivir
Í allari neyðini kunnu vit
fegnast um, at náttúran altíð
hevur lagað seg eftir givnu
umstøðunum og fortreytun
um. So jørðin skal nokk yvir
liva menniskjunar eirinda
leysu hóran. Verri er stætt
við mannaættini!
Grønkandi várið er løtan,
har vit taka stigið fult út
og viðganga, at vit eru
ikki heimsins harrar, men
eymjúkir gestir, sum leggja
leiðina framvið eitt lítið bil.
So mær leingist at fevna
teg, grønkandi vár.
Rigmor Dam
valevni
Javnaðarflokkurin
LØGtingsvalið 2011
Mær leingist
at fevna teg
grønkandi vár..
Skulu ótálmaðu marknaðarkreftir
nar loysa køvandi kvørkratakinum
á framtíðini, hevur ein orkukoll
velting bráskund, bæði her hjá
okkum og kring allan heim
Samkynt byrjaðu at rusta
seg til væli við at stovna
felagi LGBT. Skjótt byrjaðu
fólk í polittisku skipanini
at taka støðu fyri hesum
felagsskapi.
Í seinastu viku skutu
tey vælstríði í gongd við
einum fundi á Hvonn, Allir
flokkar uttan Miðflokkurin
sendu umboð til fundin. Vit
ynsktu ikki at lata okkum
brúka í hesum leiki!
Tá eg í dag lurtaði á neti
num eftir niðurstøðuni frá
fundinum, var boðskapurin
púra greiður og at kalla eins
ljóðandi frá øllum umboð
unum. Tey vildu berjast fyri,
at samkynt - hvat hjúnarlagi
viðvíkur- skulu verða javn
stilla við mann og kvinnu.
Flestu vóru tó ikki fyri
at noyða fólkakirkjuna og
samkomur at gifta og ella
skráseta samkynt.
Løgi nokk ynskja tey at
geva samkyntum líkarætt
við avmarkingum. Halda tey
kanska, at eitt hjúnarband
sum er staðfest av borgar
liga myndugleikanum ikki
hevur sama týdning og
virði sum eitt hjúnarband
sum er staðfest í kirkju ella
samkomu?
Tá Floksleiðslurnar av
gerða at senda umboð til
ein fund, um eitt slíkt evni
sum er so viðkvamt, so gangi
eg út frá, at viðkomandi um
boðar sín flokk, annars er
tað heilt meiningsleyst.
Eg veit, at tað eru persón
ar í flestu flokkum, sum
ikki eru samd við teirra
umboð, og tey fara yvaleyst
nú at gerða vart við sína
persónligu støðu.
Ætlanin við 266B var at
broyta
virðisgrundarlagi,
við at fá staðfest, at hesin
bólkurin
var
beinleiðis
nevndur í lógini. Sum øll
vita eydnaðist hetta,
Eg tók avleiðingarnar,-
meldaði meg út úr Tjóð
veldisflokkinum, sum hevði
verði partur av mínum dag
ligdegi í meira enn 50 ár.
Í mun til tað sum nú er
í umbúna, var 266B í gása
eygum eitt minni mál., men
tó var tað sjálv glíðibreytin.
Við hópin av valevnum
úr kirkjum og samkomun,
hava umboð fyri allar flokk
ar uttan Miðflokkurin boða
frá, at tey taka undir við
skrásettum parlagi og flestu
eisini fyri borgarligari vígslu
av samkyntum.
Er tað verðuliga so illa
statt í okkara samfelag, at
Bíblian má lúta fyri human
ismuni?
Sjálvur eri eg sannførdur
um, at ein stórur meiriluti
av føroya fólki ynskja, at
samfelagi
framhaldandi
verður bygt á Bíbliunar
meginreglur. Spurningurin
er bara, um vit hava dirvi
at berjast fyri tí, sum vit
trúgva er rætt Eg havi neyð
uga dirvi.
Karsten Hansen
valevni fyri Miðflokkin
LØGtingsvalið 2011
Tey samkyntu
seta dags
skránna
Tekna teg sum haldara fyri einans
kr. 400,-
um ársfjórðingin
Sosialurin