mikudagur 19. oktober 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Páll I. Joensen
Av og á verður skrivað í fjøl
miðlunum um eftirútbúgv
ing av lærarum í føroyska
skúlaverkinum. T.d. hevur
verið frammi, at fleiri lærarar
hava verið á skeiði fyri betur
at kunna menna lesiførleika
næminganna,
aðrir
hava
verið á skeiði í kunningar
tøkni osfr. Og nú fingu so
eisini prestarnir møguleikan
at eftirútbúgva seg.
Vinnuháskúlin, sum ætlar at
fara undir bachelorútbúgv
ingar í næstum, hevur sínar
egnu reglur um eftirútbúgv
ing av lærarum, sum verandi
skúlastjóri hevur sett í gildi.
Hesar reglur eru so einastand
andi, at alt Føroya fólk eigur
at verða kunnað um hesar
vitbornu og hugsjónarligu
reglur, sum uttan iva fara at
seta Føroyar á námsfrøðiliga
heimskortið.
Skúlastjórin
skrivar
soleiðis í 2009:
”Í samband við, at lærarar
skúlans luttaka á skeiði,
hevur skúlin skilað millum:
- at lærari er biðin av
leiðslu skúlans um at luttaka
á skeiði.
- at lærari ynskir at luttaka
á skeiðum av egnum ynski.
Um lærari er biðin av skúlans
leiðslu um at luttaka á ávís
um skeiði, er mannagongd
in tann, at lærari ikki skal
undirvísa teir undirvísingar
tímar, hann hevur teir dagar,
skeiðið er. Um so er, at lærari
seinni
undirvísir
”somu
tímar”, verður goldin yvirtíð.
Um lærari av egnum ynski
ætlar at luttaka á ávísum
skeiði,
er
mannagongdin
tann, at roynt verður at flyta
verandi tímar á tímatalvuni,
soleiðis at viðkomandi kann
sleppa til hetta skeið. Um so
er, at hetta ikki letur seg gera,
kann annar lærari undirvísa
teir tímarnar, og fær hesin
lærari tá yvirtíð fyri hesar
tímar. Lærarin, sum fer
á skeiðið, verður trektur
samsvarandi.
Mannagongdin
hevur
verið praktiserað, hóast skúl
in í báðum førum kann hava
goldið skeiðsútreiðslurnar.
Er annað avtalað framm
anundan, verður hædd tikin
fyri hesum.”
Hesar
reglur
eru
so
genialar, at eg fari at heita á
landsstýriskvinnuna í skúla
málum um at seta tær í gildi
fyri alt føroyska skúlaverkið
alt fyri eitt. Tað er neyvan
skilagott at bíða til eftir
løgtingsvalið.
Hvørjum líkist tað, at ein
lærari dittar sær at seta fram
ynski um at menna sín egna
førleika? Hann eigur sjálvandi
at seta seg afturá og bíða, til
skúlastjórin einaferð sendir
hann á skeið. Tí sjálvandi
veit ein skúlastjóri betur enn
nakar annar, hvønn tørv hin
einstaki lærarin hevur. Ein
skúlastjóri er jú serfrøðingur
á øllum økjum og hevur
tað
fullkomna
yvirlitið.
Spurningurin er, um tað er
nóg mikið, at lærarin verður
drigin í løn fyri at vera so
ólátaður, at hann sjálvur
kemur við ynskjum um eftir
útbúgving. Átti lærarin ikki
eisini at verið revsaður? Ella
sagdur úr starvi?
Vit eru fleiri, sum hava
bíðað í 7 ár eftir at verða send
á skeið í t.d. nýmótans tøkni,
men enn hevur skúlastjórin -
mær vitandi - ikki sent nakran
á skeið. Tað kostar, sambært
heimagjørdu reglunum.
Um hesar reglur verða at
galda fyri alt skúlaverkið og
harvið eisini fólkaskúlan,
so verður tað ein munandi
sparing fyri samfelagið. Tí
sjálvandi er eingin fólka
skúlalærari so býttur, at hann
ynskir at sleppa á skeið í t.d.
14 dagar og harvið missa eina
hálva mánaðarløn. So hetta
verður sparing, ið munar.
Fyrimunirnar høvdu vit
sjálvandi sæð, um ikki beinan
vegin. Vit høvdu sloppið undan
allari kapping á PISA-økinum,
tí so høvdu Føroyar átt niðasta
plássið á listanum í frið.
Eg havi roynt at fingið
innlit í m.a., um Menta
málaráðið hevur góðkent
reglurnar hjá Vinnuháskúla
num, nær tær komu í gildi
og hvussu nógvar lærarar,
skúlastjórin sjálvur hevur
sent á skeið seinastu sjey
árini, og um skúlastjórin
hevur gjørt seravtalur við
ávísar lærarar.
Av tí at skúlastjórin nokt
ar at upplýsa nakað sum
helst, er málið kært til Menta
málaráðið, og liggur nú á
borðinum hjá aðalstjóranum
og landsstýriskvinnuni.
Løgtingsins umboðsmað
ur er eisini kunnaður um
reglur Vinnuháskúlans.
Tosaði nakar um diskrimi
nering av starvsfólkum?
Eftirútbúgving av lærarum
Zakarias Wang
Í greinini um landpart kom
eg av misgáu at geva Lítlu
Dímun ov stóran landpart.
Lat meg tí greiða frá tí minst
hugsandi
upphædd,
sum
kann koma upp á tal. Innan
fyri okkara 200-míla mark
verða á hvørjum ári veidd
nøkur hundrað túsund tons
av fiski. Summi ár er veiðan
um 300 túsund, onnur ár um
500 túsund tons. Hetta eru
sostatt minst 300 milliónir
kg. um árið.
Um so var, at jarðareig
ararnir í Føroyum bjóðaðu
rættin til at fiska út, so vita
vit sjálvandi ikki, hvat ið
boðið varð. Men siga vit, at
ein króna varð goldin fyri
hvørt kilogram, so høvdu
eigararnir fingið minst 300
milliónir krónur um árið.
Hetta eru 21 oyru fyri hvønn
fermetur av Føroyum. Ein
vanligur
húsaeigari,
sum
hevur eitt grundstykki upp á
500 fermetrar, fær tí 105 kr í
landpart um árið. Ein traðar
maður við einum heilársfóðri,
einum hektari, fær 2100 kr.
Óðalsmenninir í Lítlu Dímun,
sum er 0,82 ferkilometrar, fáa
172.200 kr í sín part.
Hetta fer at gera oynna
meira verda. Ein eigari kann
seta sín part í veð og harvið
reisa pening til at seta góð
hugskot í verk. Sama er
galdandi fyri sethúsaeigarar
og traðarmenn.
Tey 300 túsund tonsini,
sum verða veidd á Føroya
leiðini, verða seld fyri rætti
liga stórar upphæddir til
brúkararnar. Sagt verður
t. d., at útsøluprísurin fyri
makrelin í smásølu er einar
70 kr. Tað, sum vit, ið her
búgva, hava áhuga í, er at fáa
so stóran part sum møguligt
av tí, sum goldið verður
fyri fiskin. Um so er, verður
okkara landpartur størri.
Eyðsæð er, at fyri at fáa
fiskin er neyðugt at nýta
bæði arbeiðsmegi og fæ
feingi. Stórar íløgur skulu
gerast í skip og aðra útgerð,
og manningapartarnir skulu
vera kappingarførir. Íløgan
skal geva eitt avkast, sum
stendur mát við aðrar hættir
at nýta tøkt fæ. Er hetta ikki
so, heldur kapitalurin seg
burturi og fer undir annað
enn at fiska á Føroyaleiðini.
Men í løtuni er hetta ikki
so. Tað loysir seg so væl at
fáa fisk úr føroyskum sjógvi,
at útlendingar kappast um
at sleppa framat. Teir keypa
seg inn allastaðni, og heldur
gongdin fram, so er tað skjótt,
at tað bert eru útlendingar,
sum hava loyvi at fiska við
Føroyar. Teir hava ongan
áhuga í, at nakar býr her, tí
okkum hava teir bert ampa
av.
Hetta er tann vanlukka,
sum er um at koma á okkum.
Men hví taka vit okkum ikki
saman og seta okkum ímóti
hesum avtoftingarpolitikki?
Hví unna vit ikki teimum,
sum eiga Lítlu Dímun at fáa
sín rættvísa part av tí virði,
sum er teirra av tí, at teir eiga
ein part av Føroyum?
Orsøkin er tann, at tað
almenna í Føroyum hevur lagt
hesa inntøkuna undir seg. Tað
er ein lóg sum sigur, at hetta
er ogn Føroya fólks. Men hvør
í Føroyum eigur? Tá eg fái boð
frá Taks um virði av ogn míni,
stendur einki um, at eg eigi
mín 49.000-part av landleiðini.
Tíansheldur fáa eigararnir av
Lítlu Dímun at vita at teir eiga
nakað av hesum tilfeingi.
Tað eru politikararnir,
sum hava fingið rætt til
at ráða yvir øllum hesum.
Teimum er sýnt álit, og tað
hava teir svikið so eiggiliga, tí
teir halda seg hava fyrimun
av at forera útlendingum alt
hetta til fyri lítið og lætt.
Tað er ikki bert fiski
tilfeingið, teir hava avreitt.
Teir hava eisini gjørt eina
oljulóggávu,
sum
gevur
altjóða oljufeløgum betri
treytir
enn
í
nakrari
bananrepublikk.
Tað teir hava gjørt fiski
num og oljuni viðvíkjandi,
er í veruleikanum at taka
frá jarðareigarunum tað teir
hava rætt til, og tað er hetta,
vit vanliga kalla jarðarskatt.
Men
einki
av
hesum
hevði borið til, um vit ikki
høvdu havt verandi skipan
við einum jarðargrunni, sum
politikar okkara sleppa at
ráða yvir eins og yvir okkara
skjótt fyrrverandi landleið.
Halda teir fram, sum teir
higartil hava gjørt og seta
okkum í størri og størri
skuld, so kann tann dagur
koma, tá ið teir selja henda
jarðargrunn til útlendingar
fyri sleppa at halda fram at
oyðsla úr landskassanum.
Hetta eru tey stóru málini,
sum standa fyri framman.
Hvussu nógvan landpart skal
Lítla Dímun hava?