Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Ellivti partur Vit síggja av tí, sum Paulus lærir, at hann ikki bara lærir um frælsið, sum vit eru í sum trúgvandi, men at hann lærir fleiri ferðir um hetta, at vit mugu hugsa um onnur menniskju, sum hava eina aðra fatan um okkurt. Í seinasta parti endaði eg við at endurgeva v. 2 og 14 í 14. kap. í Rómbrævinum, nú skulu vit hyggja eitt sindur meir eftir hvat hann sigur: Takið ímóti honum, sum veikur er í trúnni, uttan at seta tykkum til dóms um áskoð­anir hansara! Ein hevur trúgv at eta alt; men hin veiki etur bert urtir. Tann, ið etur, má ikki van­ virða tann, ið ikki etur; og tann, ið ikki etur, má ikki døma tann, ið etur; tí Gud hevur tikið ímóti honum. Hvør ert tú, ið dømir tæn­ ara annars mans! Fyri sín­ um egna Harra stendur ella fellur hann - men hann skal verða stand­andi, tí Harrin er mentur at lata hann standa! Ein setur ein dag hægri enn annan; ein annar setur allar dagar líka - ein og hvør havi fulla vissu í sínum egna sinni! Tann, ið aktar eftir deginum, ger tað fyri Harran­um. Tann, ið etur, ger tað fyri Harran­ um - hann takkar jú Gudi. Og tann, ið ikki etur, ger tað fyri Harranum og takkar Gudi Róm. 14,1-6. Í 1. Kor. 10 sigur Paulus hetta: Alt er loyviligt - men ikki alt er gagnligt! Alt er loyvi­ ligt - men ikki alt byggir upp! Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næst­ans! Alt, sum í kjøtbúð verður selt, kunnu tit eta og ikki fyri samvits­kunnar skuld spyrja meir um tað; tí jørðin og alt, ið hana fyllir, hoyrir Harranum til. Og býður onkur av hinum vantrúgv­ andi tykkum inn - og tit vilja fara - so kunnu tit eta alt, ið fyri tykkum verður sett, og ikki fyri samvitskunnar skuld spyrja meir um tað. Men sigur onkur við tykkum: "Hetta er offur­kjøt!" so latið vera at eta tað - fyri hansara skuld, sum segði tykkum tað, og fyri samvitskunnar skuld! - Eg meini ikki við eins egnu sam­vitsku, men sam­ vitsku næstans; tí hví skal frælsi mítt verða dømt av samvitsku eins annars! Njóti eg tað við tøkk, hví skal eg tá verða útspiltur fyri tað, sum eg takki fyri! Annað­hvørt tit tí eta ella drekka - ella hvat tit gera - so gerið alt Gudi til dýrd! Verið ongum til ástoyt, hvørki Jødum, Grikkum ella samkomu Guds! Og í kap. 8 í sama brævi sigur hann: Nú, viðvíkjandi at eta kjøt av avgudaofrum, so vita vit, at eingin avgudur er til í heiminum, og at eingin Gud er uttan ein. - ...........Tó, henda kunnskap hava ikki øll; nei, summi gera sær enn samvitsku fyri avgudsins skuld og eta tað tí sum avgudaoffurkjøt - og samvitska teirra, sum veik er, verður órein........... Síggið tó til, at hetta frælsi tykkara verður ikki hinum veiku til ástoyt! Tí sær onkur teg, sum kunnskap hevur, sita til borðs í avgudahúsi, kemur tá ikki samvitska hansara, ið veikur er, at fáa dirvi at eta avgudaoffurkjøt! Og so gongur av kunnskapi tínum hin veiki til grundar - bróðirin, sum Kristus er deyður fyri!.......... Um tí matur er bróður mínum ástoyt, skal eg í allar ævir ikki eta kjøt, fyri at eg skal ikki vera bróður mínum ástoyt. Versini 4, 7, 9-11 og 13. (Les allan kapitulin). Av hesum síggja vit, at Paulus, sum var so frælsur og setti harðliga at teimum, sum vildu leggja sam­kom­ urnar undir lógina, tó hevði fyrilit til tey, sum vóru veik og sóu annarleiðis uppá tingini. Av hesum skilja vit kanska eisini nakað av tí, sum fór fram, tá ið niður­ støðan var tikin á fundi­ num, sum vit lesa um í Áp. 15. Kap. Framhald Richard Danielsen Hugleiðingar úr Ápostla­søguni Súsanna Olsen Nógv varð skrivað og ført fram um eina leiðslu á teim­ um trimum sjúkra­húsu­num í samband við, at broyt­ingar skuldu gerast í løgtings­ lógini um sjúkra­hús­verkið. Hin­vegin hevur lítið og einki verið at hoyrt um, at vit skuldu hava ein heilsu­poli­ tikk í Føroyum. Ein føroyskan heilsupolitikk, sum eigur at vera grundarlagið (Missión­ in/Vissiónin) undir øllum kjaki­num um, hvussu Sjúkra­ hús­verk Føroya skal virka. Uppskotið til broyting í løgtingslóg um sjúkra­hús­ verkið bleiv sent til hoyringar og varð tá sagt, at endamálið við lógarbroytingini var: • at tryggja betri gagnnýslu av fysiska, fíggjarliga og heilsufakliga tilfeinginum í sjúkrahúsverkinum. • at Heilsumálaráðið verður leyst av ítøkiligum rakstr­ar­ sam­skip­andi upp­gáv­um við­ víkj­andi sjúkrahús­verkinum. Ætlanin hjá landsstýris­ manni­num í heilsumálum var at fáa omanfyri standandi punkt avgreidd, áðrenn vit hava ein heilsupolitikk, sum staðfestir, hvørjar heilsu­ tænastur Føroya fólk skal kunna fáa bjóðað her á landi, og hvørjar skulu fáast til vega uttanlands. Enn eitt dømi um støðugan miðsavningarhug sum oftast verður smíðaður á einum skrivaraborði langt frá veruleikanum, og sum fungerar hareftir. Heilsu­ mála­ráðharrin ætlaði at leggja takið á, áðrenn funda­ mentið var gjørt og veggir­nir settir upp. Tað kundi verið áhugavert og ikki minst neyðugt, at tað einaferð bleiv hugsað í einum langtíðar perspektivi heldur enn í “hovsa” loysnum. Eitt tað fyrsta, ein nýggjur landsstýrismaður/kvinna í heilsumálum eigur at fáa orðað, er ein heilsupolitkk, tí neyðugt verður at leggja eina langtíðarætlan fyri tey trý sjúkrahúsini, um ætlanin hjá heilsumálaráðnum skal fremjast í verki. Ikki fyrr enn tað er kent, hvørjar viðgerðir/ kanningar skulu kunna veitast í Føroyum, kann avger­ast, hvat skal gerast á hvørjum sjúkrahúsi. Tá slepst undan at sergreinarnar í føroyska sjúkrahúsverkinum verða ásettar alt eftir, hvør lækni flytur aftur til Føroya. Betur hevði verið um okkara ungdómar, sum til dømis ætla at lesa medisin, vóru vitandi um, hvørjum sergreinum tey skulu leggja seg eftir, um tey ætla at koma aftur til Føroya at arbeiða. Tað hevur verið ført fram upp til fleiri ferðir, at vit ikki verða fleiri fólk í Føroyum fyribils, og tí kann tað ikki vera trupult at finna fram til, hvussu vit framyvir á bestan hátt nøkta sjúklingsins tørv. Hinvegin eru tær lækna­fak­ ligu avbjóðingarnar í fram­ tíðini stórar, bæði í mun til planlegging, viðgerðar­tilboð, tøkni og kvalitet. Vit eiga at gera okkum heilt greitt, hví skulu vit hava eitt Landssjúkrahús, hví skulu vit hava Klaksvíkar sjúkrahús, og hví skulu vit hava Suðuroyar sjúkrahús? Um vit treytaleyst skulu liva upp til krøvini úti í stóru verð, so hevði einki av hesum trimum sjúkrahúsunum verið í Føroyum, so tað mugu verða onnur samfelagslig atlit, sum skulu takast? Í Svøríki verður sagt, at um læknarnir skulu hava neyð­ugan førleika og liva upp til ta góðsku og ta trygd, sum krevst, skal upptøkuøkið verða 500.000 fólk. Í Danmark er Fólkatingið saman við Sund­hedsstyrelsen komið fram til, at tílík áseting gevur samfelagsliga ov fá sjúkra­hús og ov langan veg til sjúkra­húsini (sjúklingurin er ov leingi á landavegnum), so í Dan­mark er smíðað eitt modell, sum sigur, at upp­ tøku­økið skal verða 200.000 til 400.000. Frá Sund­heds­ styrelsen verður sagt, at tað er neyðut við eini slíkari nøgd fyri at kunna veita nøktandi góðsku. Í Føroyum liva vit sostatt ikki upp til krøvini hjá Sundhedsstyrelsen, tí vit koma ongantíð upp á tað neyðugu nøgdina, sum krevst, fyri at fáa royndir við tí fólkagrundarlagi sum er í Føroyum. Tað vil siga, at um ein lækni skal vera nóg væl kvalifiseraður, er neyðugt at hann arbeiðir á sjúkrahúsum uttanlanda upp til fleiri ferðir árliga. Um vit skulu vænta okkum somu góðsku, og at læknarnir hava tann neyðuga fakliga førleikan, sum er í londunum rundan um okkum, tá áttu vit ikki at havt nakran fastan lækna, men heldur eina røð av læknum tilknýttir stór sjúkrahús, sum kundu dekka vaktirnar á føroysku sjúkrahúsunum. Áhugavert kundi verið at hugt at, hvørjir fyrimunir og vansar vóru við einum slíkum modelli. Kann ímynda mær, at rákið í Danmark við FAM (Fælles Akut Modtagelse) fer at føra til, at medisin út­búgv­ ingin fer at snara aftur á ein lækna við breiðari vitan. Í Svøríki verða akut lækn­ar útbúnir, í Danmark vil man ikki fara undir hesa útbúgv­ ing enn, men har hava tey í nøkrum regiónum í fyrsta umfari valt at geva læknum ískoytisútbúgvingar, soleiðis at teir fáa eina meiri breiða vitan. Hetta fer kanska at koma Føroyum tilgóðar í kom­andi tíðum, tí mest av øllum hava vit tørv á læknum við eini breiðari, fakligari vitan. Vit liva í einum oyggja­ samfelag undir serligum veðurviðurskiftum, so illa ber til treytaleyst at fylgja einum tilmæli frá danska Sundhedsstyrelsen. Tað er tí umráðandi, at Løgtingið orðar ein Føroyskan heilsu­ politikk. Har vit vera noydd til at gera okkara egna Føroyska modell av sjúkra­ húsverkinum, har millum annað spurt verður:  • hvørji serøki skulu finnast í Føroyum? • á hvørjum serøkjum kunnu vit gera nýtslu av ser­ læknum, ið koma til Føroyar á vitjan? • innan hvørji øki skulu vit beinanvegin senda sjúklingin av landinum? Um vit hugsa okkum, at funktiónin hjá lands­lækna­ num bleiv brúkt til annað enn eftirlitsfunktión hjá Sund­hedsstyrelsen, kundi Heilsu­málaráðið brúkt lands­l­æknan sum samskip­ ara/ráð­geva, og skuldi hann sett ein bólk mannaðan av serkøn­um og dugnaligum fólki við arbeiðssetninginum: 3 vælvirk­andi sjúkrahús í Føroy­um. Í bólkinum skuldi verið búskaparfrøðingur, løg­frøð­ingur, arkitektur, lækni, politiski mynduleikin, LEANfrøð­ingur (rationellan hugsunarhátt) og onnur. Ein slíkur bólkur má vera mannaður av fleiri fólkum, tí tá verða fleiri sjónarmið førd fram, fleiri fyrimunir og vansar verða eftirmettir, og førir tað til meiri rationellar avgerðir. Tað er ikki fólkið á gólvinum, sum skal seta karmarnir, men ístaðin útfylla teir og verða ráðgevandi og vegleiðandi. Bólkurin skal taka sam­ felagslig, fíggjarlig og faklig atlit, og skal úrslit­ið vera grundarlagið undir broyt­ ingini til lógar­upp­skot­ið, sum Lands­stýris­mað­urin í Heilsu­ málum sendir til hoyring­ar, um hvat skal vera á teimum trimum sjúkra­hús­unum. Við einum nýggjum uppskoti um Sjúkra­hús­verk Føroya hevur Landsstýris­maðurin í Heilsu­málum skyldu til at skapa grundarlag fyri einum burðardyggum, fram­tíðar­ tryggjaðum og effektivum heilsuverki, við virðileika ímillum eindir og møguleika fyri einum sunnum kappa­ stríði, so sum nøgd­semis­kann­ ingar av ymisk­um slag, sum koma sjúklingi­num tilgóðar. Tá ið niðurstøðan frá einari slíkari prosess er fest í lógar­uppskotið, kann tosið um eina felags leiðslu á teimum trimum sjúkrahús­ unum byrja. Tað ber ikki til at leggja takið á, áðrenn fundamentið er gjørt og veggirnir settir upp