mikudagur 19. oktober 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
7. partur
Í
seinasta parti varð greitt
frá seinastu tíðini hjá
Oliver Effersøe, og um tað
ummæli, hann fekk.
Tað sæst, at Oliver Effer
søe var ein sera umstríddur
persónur. Hann kundi fáa øði
í sínar mótstøðumenn, uttan
iva av góðum grundum.
Sambandssøgan sigur eisini
frá, hvussu illa Tingakrossur
kundi fara við Oliver, sjálvt
tá ið hann var likamliga
ússaligur.
Samstundis var ikki mark
fyri lovorðini frá teimum,
sum bakkaðu hann upp. Men
sjálvsagt
hevur
maðurin
eisini havt sínar dygdir.
Men tað kemur eisini
fram, at hann hevur havt eitt
serligt sinnalag. Hann hevur
ikki verið lættur at koma í
samband við, sjálvt hjá hans
ara egnu viðhaldsmonnum.
Men hann hevur verið ein
góður maður og pápi.
Í hvussu er kann sigast,
at Oliver hevur verið eitt
serstakt umboð fyri eina
serliga ætt í Føroyum.
Oliver man hava verið
serdeilis »privatur«. Sjálvt
systirsonur hansara, Edvard
Mitens, skrivar í sínum end
urminningum, at fyrra kon
an, sum var systkinabarn
hansara, Astrid Svendsen,
doyði í barsilssong. Men tað
gjørdi hon ikki.
Hon doyði av krabbameini
í 1901, og áttu tey tá ársgomlu
dóttrina Sigrid, sum hevur
skrivað ferðafrásøgnina frá
1921, sum partvíst er endur
givin í hesi røð.
Tað áhugaverda sum kem
ur fram í hesi frásøgn er, at
Sigrid er flutt til Danmarkar
fimm ára gomul. Tað er løgið,
tí Oliver skuldi havt umstøð
ur at taka sær av síni dóttir.
Sigrid giftist við einum
Mørk frá Bornholm, tey fluttu
til USA. Tey fingu tvey børn
Esther og Oliver, men eingin
veit nakað um tey í dag.
Oliver giftist aftur í 1913
við ta 20 ára yngri Selmu
f. Nielsen úr Randers. Tey
giftust á Tvøroyri, men seinni
eru tey í hvussu er flutt til
Danmarkar. Tey fingu fyrst
Gudmund, sum doyði um
1922. Tey fingu eisini Signhild.
Hon flutti til Bretlands, og
hana veit eingin um heldur.
Selma bleiv elligomul og
doyði í 1969, 86 ára gomul.
Men sjálvt danska ættin
veit einki um hana. So har
varð neyvan nakar at røkja
grøvina hjá Oliver.
Kamma og kongur
Í 3. parti varð greitt frá C.P.
Kryssing, giftur við Karen
Marie, dóttir fysikus John
Effersøe. Hann var fyrsti
leiðari av Frikorps Danmark,
sum bardist fyri Týskland
undir krígnum.
Ein áhugaður lesari av
Miðvikuni hevur gjørt vart
við, at meira er skrivað um
hetta í bókini »Forrædere« hjá
danska høvundanum Erik
Haast. Her verður m.a. greitt
frá, at tá ið Kryssing varð
biðin um at leiða fríkorpsið,
vildi hann tryggja sær, at
kongurin sjálvur, Christian
X., stuðlaði honum. Hetta
fekk hann eisini boð um, at
kongurin gjørdi.
Men
hetta
varð
alt
gloymt, tá ið kríggið var av.
Kryssing noktaði at viður
kenna
myndugleikan
hjá
dómstólinum, tá ið hann
kom fyri rættin eftir kríggið.
Tað einasta, hann gjørdi í
rættinum, var at leggja fram
góðkenningina av hansara
tænastu hjá stjórnini og
konginum.
Kryssing og Kamma mistu
alt, sum tey áttu. Sjálvt pen
ingaognirnar hjá teimum
deyðu
synunum
vórðu
ognartiknar av statinum.
Tey máttu snøgt sagt liva av
náði frá vinum. Men Karen
Marie var ikki fyri nothing.
Hon leitaði kongin upp á
eini
almennari
móttøku
og spurdu hann, hvussu
hann kundi góðtaka, at fólk,
sum maður hennara vórðu
revsaði, hóast tey gjørdu eftir
boðunum frá kongi sjálvum.
»Kongen
virrede
med
hovedet og sagde: »Vi kan
intet huske!«« Tað var hetta
sum gjørdi Kryssing so ser
liga beiskan. Eitt var, at tað
ikki kundi lítast á stjórnina.
Men at tað ikki kundi lítast
at sjálvan kongin var ovboðið
fyri hann og Kammu.
Felagar undraðust eisini
um, at Kryssing játtaði óheit
anina um at leiða Frikorps
Danmark. Men hetta varð
bert tikið sum ein váttan um,
hvussu góðtrúgvin hann var.
Tá ið sjálvur kongur hevði
biðið hann um at átaka sær
hesa uppgávu, kundi hann
ikki droymt um, at hetta ikki
var meint í álvara.
Haast skrivar, at meðan
aðrir fingu vitjan av kon
unum á hermótinum vildi
Kryssing onga vitjan hava.
Hetta kundi vera orsøkin
til, at Kamma sjálv fór til
hermótið.
Hann skrivar eisini, at
einaferð Kryssing inspiseraði
fríkorpsið, sá hann knappliga
Effersøe-ættin:
Kongur kundi ikki svara
Kammu Effersøe aftur
Effersøe-ættin er eyðkend fyri sínar avgjørdu støður. Hetta sást eisini, tá ið Týskland hersetti Danmark
í 1940. Summi av ættini fóru í part við Týsklandi, meðan onnur fóru í mótstøðurørsluna
Christian X t.v. saman við Kryssing við mappu undir arminum fyrst í 30-unum. Seinni kendi Kryssing seg sviknan av konginum
Haakon Effersø hevði
hjartað á røttum stað
Undir Koreakrígnum fyrst í 50-unum sendu danir eitt hospitalsskip hagar. Haakon Effersø var apotekari um borð