Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo sonin Jens í liðinum. Seinni fór beiggin Niels sum kunn­ ugt eisini. Um hetta segði hann: »Det gør en far glad, når hans to drenge tror på det, deres far står for. Jeg husker nu nok, at jeg tænkte: En af dem burde nu være blevet hjemme. Tænk nu, hvis... Men så slog tanken mig: Hvem af dem skulle du bede være hjemme? Jeg fik ingen af dem hjem. De faldt derude begge to.« Kryssing gjørdist so beisk­ ur, at hann vildi metast sum deyður eftir at Kamma doyði. Haast skrivar um Kryss­ing: »Han steg til ærens største højder og styrtedes i den dyb­este fornedrelses grav.« Annars greiðir Haast eisini frá, at Kryssing var við konu síni í kirkju hvønn sunnu­dag, og hann dugdi væl at syngja. Men seinni misti Kamma trúnna. Effersøe-menn, sum bardust móti týskarum Haakon Effersø var stjúk­ sonur Gudmund Effersøe, sum var lækni á Eiði og Tvøroyri fyrra partin í hini øldini. Av Tvøroyri flutti Gudmund til Mariager at gerast lækni, og her kom Haakon at vaksa upp. Pápin hevði eitt stórt lækna­dømi. Tí var hann millum tey fyrstu har á leið­ ini, sum fekk sær bil. Tá ið Haakon ikki var í skúla, plagdi hann at koyra á sjúkravitjan saman við pápanum. Frá tí Haakon var smá­ drongur droymdi hann um at koma út at sigla, men mamma hansara vildi ikki lova hon­um. Hann fór tí at læra til apotekara, men kort­ ini slepti hann ikki vónini um at fara til sjós. Hendan møguleikan fekk hann, tá ið danir í 1951 sendu eitt hospitalsskip »Jutlandia« til Korea at viðgera særdar hermenn undir Korea­krígn­ um. Haakon var við som apotekari. Hansara uppgáva var at geva teimum særdu heilivág, men hon var eisini at fáa til vega blóð bæði í Korea og Japan til blóðflutning av teimum særdu. Umborð hitti hann sjúkrasystrina Tonni. Tey fingu tvær døtur saman. Korea kom at bergtaka Haakon restina av lívinum. Hann var fleiri ferðir í landi­ num aftur. Hann var við til at stovna Dansk-Koreansk Selskab og kom at hava nógv samband við Korea. Haakon kom eisini at vera virkin í donsku mótstøð­ rørsl­uni undir krígnum, beint tað mótsatta av sínum systkinabørnum Jens og Niels Kryssing, ið fullu fyri týskarum. Haakon vildi tó ikki for­ telja nógv um hetta. Men eina ferð mundi hann verið tik­in av týskarum, tá ið teir kann­ aðu húsið, har hann helt til. Haakon fekk eitt leið­andi starv í stóru heilivágs­fyri­ tøkuni Novo við ábyrgd fyri norðanlond. Haakon var føddur 14. september 1918 og hann doyði 11. september í ár nærum 93 ára gamal. Jon Effersøe, sonur Gud­ mund, var eisini virkin í mót­støðu­rørsluni. Men sum onnur vildi hann ikki tosa so nógv um tað. Hann var tá lækni á Bispebjerg hospital og var við í einum bólki av læknum, sum arbeiddu móti týskarum. Hetta var millum annað við at býta út ólóglig bløð, sum skrivaðu ímóti týskarum. Hetta var vandamikið í sær sjálvum. Teir gjørdu eisini tað, sum var enn meira vandamikið, og tað var at krógva eftirlýstar persónir fyri týskarum. Hetta kundi millum annað vera gjørt at leggja teir inn á líkstovuna í vón um, at hagar fóru týskarar ikki at leita. Síðan var uppgávan at fáa hesar persónar til Svøríkis. Men slíkt virksemi kundi ikki haldast dult, so ein dagin verður Jon tikin. Ein týskari setti byrsumúlan móti hon­ um, og hann varð settur í Vestre Fængsel. Hann slapp kortini út aftur í 1945, tá ið kríggið helti móti endanum. Møguliga kunnu vit seinni greiða meira frá hesum. Lise greiðir frá, at hetta var ein serlig tíð hjá teim­um. Tey fingu vitjan av systkina­ børnum, sum vóru virkin bæði við og ímóti týskarum. Jon doyði í 2004, men kona hansara Helle sigur frá, at tey alla sína tíð hava kent seg knýtt at Føroyum og ikki minst Eiði, har Jon var føddur. Millum teirra vinir var Hans hjá Poul Hansen. Kona Poul var av Eiði. Sigrid Effersøe: Sjey tímar við Smirli til Suðuroyar Henda røðin verður endað við enn einum broti av ferða­frásøgnini hjá Sigrid f. Effersøe frá ferðini hjá henni og pápanum til Føroya í 1921. Da Dampskibet Smiril mandag Morgen førte Olaj- gæst­erne til Suderø, tog jeg lige­ledes med Damperen for at efter­komme min Fast­ers Invitation til at bo i hend­ es Hjem i Tværaa i nogle Uger. Til Tveraa og Barn­ doms­hjemmet knytter mine tidlig­este Erindr­inger sig, saa det er let at forstaa, at jeg glædede mig til at gense det alt sammen. Rejsen til Suderø varede 7 timer og var slem. Den lille Damper var overfyldt, og da den ingenting havde i Lasten, rullede den værre end ellers. Det gav sig til at øsregne, og de mange Mennersker, der for den friske Lufts skyld havde placeret sig paa Dækket, tyede ind i den lille Salon. Da der manglede Spytbakker, kastede de stakkels Syge op paa Gulvet derinde, saa dette var et værre Søle. Til Bygden Vaag tog jeg en Søndag, da der var almindelig Udflugt dertil. Motorbaaden var uforsvarligt overlæsset, men det gik heldigt paa Grund af det blikstille Vejr. Baaden kunde højst rumme 40 Personer, og vi var 71. Efter at man havde spist Frokost hos forskellige Personer i Vaag, var der almindelig Val­ farten til det nylig aabnede Elektritetsværk, der drives ved Vandkraft, og som blev fore­vist de besøgende af selve Ingeniøren. Elektricitetsværket ligger nede i en dyb Dal, hvortil Vandet fra nogle andre Søer ledes gennem en Tunnel i det Fjeld, som adskiller Søerne nede i Dalen, hvor Værket ligg­er mellen høje Fjelde. Vandet gaar gennem store tykke Rør, der er lagt hele den stejle besværlige Vej, som vi ogsaa gik ad. En af Mænd­ene, der ellers var en øvet Fjeldgænger, snublede og gled under Nedstigningen. I nogle Sekunder saa det ud, som han skulde styrte paa Hovedet ned, men han klar­ ede sig dog og genvandt det tabte Fodfæste. Det var interessant at se det store Arbejde, der er gjort for at skaffe Vaag Elektrici­tet, og Bygdens Bebo­ere er da ogsaa stolte af deres Elektricitetsværk, der skaffer dem Herligheder som Belysning samt Nytten af de elektriske Varmeovne, Komfurer og Strygejern, som de fleste Husstande allerede havde forsynet sig med. Flotte Lamper er der langs Vejene, saa Vaag ved Nattetid ligner en hel Eventyrby. Blandt de mange Besøgende var der Børn fra Tveraa. Morsomt var det at se Børnenes forbausende Øjne, da de mange Lys blev tændt nede paa Elektricitetsværket, de havde jo aldrig set saadant Lys eller saadanne larmende Maskiner før. Tá ið prestur datt oman í Stóru Dímun En sørgelig hændelse indtraf en Gang, da en Præst og hans Hustru skulle op paa Store Dimon. Præstefruen og en Fører gik forrest. Et Sted hvor den samme Klippesti drejer, ser Fruen ned og faar Øje paa noget mørkt stort noget, som øjen­synligt for­svind­er i Dybet. Hun spørger Føreren, hvad det er, og denne, som har set og forstaa­et det skete, svarer med stor Aandsnærværelse: »Ah, det var vel en Fugl, som fløj.« Præste­fruen fortsætter berolig­et den skæbnesvangre Vandring, hvor et eneste fejltrin er Døden. Færingen vidste godt, at det mørke, som nys rullede over Fjeldkanten, maatte være Præsten, den stakkels unge Frues Mand, og det var det ogsaa. Han knustes ved Bjergets Fod. Naar nogen herefter bestiger Store Dimon siger Fører­en altid: »Og her var det, at Præsten styrtede ned,« naar man passerer Stedet. Helt opmuntrende er denne Oplysning jo ikke. Presturin var Rudolf Jen­ sen, sum datt oman í 1874. Hetta var Effersøe- søgan á hesum sinni Her hevur verið roynt at geva eitt ískoyti til hesa søgu, sum kanska ikki hevur verið so nógv alment frammi fyrr. Tað áhugaverda er, at danska Effersøeættin hevur sýnt áhuga fyri hesi søgu. Sum sagt varð í fyrsta parti er hetta eisini ein partur av Müllersøguni. Mamma Oliver og hansara mætu systkin var Katrina Müller, hvørs ætt er nógv umrødd í Mið­vikuni og Hendur ið Sleptu. Ferðingin til Suðuroyar og aftur við Smirli var ofta ótespulig Sigrid vitjaði nýggja elverkið í Botni, sum tá var eitt ótrúligt framstig Vóru nakrir brøður ólíkir, so vóru tað Rasmus Effersøe, sum her stendur á Tinghúsvøllinum, og Oliver Effersøe Komandi tríggir part­ arnir verða frásøgn hjá Poul Johannes Poulsen við Ljósá um hansara sjólív. Ein partur av hesi frásøgn verður um, tá ið Poul Johannes og beiggja hansara Andreas gistu á Kellingini