mikudagur 19. oktober 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Síðsta umfar í næstbestu fótbólts
deildini verður klokkan 13 leygar
dagin. Aganevndin hjá FSF gjørdi í
fyrradagin niðurstøður í tveimum
kærum um dystir í 1. deild, og harvið
er tað greitt, at endaliga úrslitið av
kappingini í 1. deild verður staðfest
seinnapartin leygardagin.
Svarið upp á spurningin um,
hvat lið skal flyta upp saman við
FC Suðuroy, hevur verið tengt at,
hvussu tað fór at verða við kæruni
hjá TB. Tvøramenn taptu í triði
síðsta umfari 2-1 í Gundadali ímóti
teimum næstbestu hjá HB. TB kærdi
síðani um, at tríggir spælarar høvdu
verið á HB liðnum, sum ikki høvdu
loyvi at spæla við, tí teir hava verið
á besta HB liðnum eftir at freistin
fyri niðurflyting var farin.
Aganevndin gav ikki TB viðhald
í kæruni. Sagt verður, at teir tríggir
spælararnir leiktu við HB í fjórði
seinasta umfari, og at teir sostatt
fluttu niður áðrenn triði seinasta
dyst.
Avgerðin hevur við sær, at tað nú
er púra greitt, at AB er stórfavorittur
at flyta upp. AB fær í síðsta umfari
vitjan av FC Hoyvík, meðan TB skal
spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.
Bæði AB og TB hava 58 stig, men
málmunurin hjá AB er +50, meðan
hann hjá TB er +44. Um uppflytingin
skal gleppa AB av hondum, so skal
TB leygardagin vinna við sjey mál
um fleiri í Streymnesi, enn AB vinn
ur á heimavølli ímóti FC Hoyvík.
Tað tykist rættuliga lítið sannlíkt.
Hina kæruna átti HB, sum alt
heyst hevur verið í niðurflytingar
vanda, men sum er komið undan
niðurflytingini, nú tað er greitt, at
stigini, sum vóru vunnin ímóti TB,
verða verandi í posanum.
HB kærdi EB/Streym fyri at hava
nýtt ólógligan spælara, tá ið teir
í Sundalagnum 5. oktober vunnu
3-0 á heimavølli ímóti HB og harvið
tryggjaðu sær framhaldandi rætt
at spæla í næstbestu deildini.
Talan var um spælara, sum var
skrásettur á Skála. Fyrr í summar
gjørdu Skála og EB/Streymur
pappírsarbeiðið, sum skuldi til
fyri at flyta spælaran av Skála og
í Sundalagið, og fráboðan hesum
viðvíkjandi varð send FSF skriv
stovuni. Men umsitingarligt mistak
í FSF bar við sær, at flytingin ikki
varð skrásett, sum hon átti at
verið.
Aganevndin heldur ikki, at
óhepna støðan kann lastast EB/
Streymi, og tískil gav aganevndin
ikki HB viðhald í kæruni.
Undan síðsta umfari er tað
greitt, at tað verða 07 Vestur og FC
Hoyvík, sum flyta niður úr næst
bestu deildini. Víkingur og EB/
Streymur hava 31 stig, HB hevur 30
stig, FC Hoyvík hevur 26 stig, og 07
Vestur hevur 0 stig.
Nú er skrivara
borðið ruddað
1. deild Aganevndin hjá FSF hevur tikið avgerð í kærum
um tveir dystir í 1. deild – einari frá TB og einari frá
HB – og í báðum førum fingu kærarnir ikki viðhald
1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 FC Suðuroy
26
21
4
1
81
23
58
67
2 AB
26
18
4
4
74
24
50
58
3 TB
26
18
4
4
70
26
44
58
4 NSÍ
26
12
2
12
61
60
1
38
5 Skála
26
11
4
11
46
43
3
37
6 Víkingur
26
9
4
13
46
54
-8
31
7 EB/Streymur
26
10
1
15
44
62
-18
31
8 HB
26
9
3
14
39
54
-15
30
9 FC Hoyvík
26
8
2
16
39
60
-21
26
10 07 Vestur
26
0
0
26
16
110 -94
0
Hilmar Jan Hansen
Tveir miðvikudystir í hond
bóltskappingini eru á skránni
í kvøld og í annaðkvøld. Í kvøld
er ein mansdystur í Atlantic
Airways-kappingini, sum verð
ur spældur í Kollafirði klokk
an 20, tá KÍF tekur ímóti Team
Klaksvík.
KÍF er við heilt har frammi,
hóast
tað
um
vikuskiftið
gjørdist til eitt tepurt tap fyri
VÍF, sum eisini vil kappast um
oddasessin, har Neistin nokk
er liðið, hini bjóða av.
Mótstøðuliðið hjá kollfirð
ingum í kvøld, Team Klaksvík,
er tað liðið, ið helst hevur verið
orsøk til størst bilsni higartil, tí
klaksvíkingarnir hava í sínum
fyrstu dystum skavað sær trý
stig saman. Sum tað higartil
hevur sæð út, eru hetta bara
tey fyrstu av mongum stigum
í vetur.
Undan dystinum í kvøld
er KÍF nummar tvey við fýra
stigum og Team Klaksvík
nummar fýra við trimum
stigum.
Í
annaðkvøld
klokkan
19 er so ein kvinnudystur á
skránni í KÍ-høllini í Klaksvík,
har Stjørnan tekur ímóti StÍF.
Stjørnan hevur tvey stig fyri
tríggjar dystir og StÍF hevur
bara spælt ein dyst, sum liðið
tapti við 24 málum!
Stjørnan hevur mist nógv
fólk undan hesum kappingar
árinum, men hevur allíkavæl
ein rímiligan hóp, sum í øllum
førum ger, at heimaliðið má
metast
sum
stórfavorittur,
nú kvinnurnar av Strondum
vitja.
hilmarjan@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Kollfirðingar
og klaksvíkingar
spæla í kvøld
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
2
58
43
15
4
2 KÍF
3
82
69
13
4
3 VÍF
2
47
43
4
4
4 Team Klaksvík
3
70
70
0
3
5 StÍF
3
74
84
-10
2
6 H71
4
100
111
-11
2
7 Kyndil
3
56
67
-11
1
Sunset Deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
4
137
84
53
8
2 Kyndil
3
74
73
1
3
3 Stjørnan
3
77
71
6
2
4 VB
1
21
20
1
2
5 VÍF
2
45
60
-15
1
6 Tjaldur
2
43
65
-22
0
7 StÍF
1
13
37
-24
0