Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Tá fólk lata seg stilla upp til løgtingsval, standa tey til ábyrgd fyri egnum ætlanum og avrikum til ábyrgd bæði fyri sær sjálvum, fyri landi og fólki, yngri sum eldri. Nú ein dagin sá eg valevni í “mínum flokki” gera vart við, at hann ynskti sterkan løg seldan í vanligu føroysku handlunum. Hesi ynski hava eisini verið úr øðrum flokkum. Hóast fólk hugnar sær við alkoholiskum evnum, so er staðfest, at sera mong húskini í Føroyum eru farin í knús av hesum. Fyri­ byrgjandi stovnar og fólk eru “poppað” upp, sum síðani skulu hjálpa. Hópin av almennum skattakrónum verða brúktar, tá skaðin er hendur, men her er so nógv farið fyri skeyti. – Nakað er eisini brúkt til fyribyrging. Ungir danir drekka meiri Danmark hevur fría rús­ drekka­sølu. Kanningar vísa, at júst hetta landið, sum vit eru í felags­skapi við, har flestu okkara lesa og flest ferast til og ígjøgnum, at júst her finn­ast pro­sentuelt flestu ungu drank­arar í Evropu, við júst fríari rúsdrekkasølu! Aðrar kanningar vísa eis­ ini, at tá ið ríkiliga verður tikið til av sterkara slagnum í tann­áringaaldrinum, er “rokn­ingin” ikki tespulig seinni í lívinum. Kanningar í Danmark vísa, at ikki færri enn 840.000 danir drekka meiri enn “gott er”. Kanningin vísir, at tað ikki júst eru fólkini “á bonki­num”, sum bert er ein evarska lítil partur og sum er sjónligur, men tey allar­ flestu, sum søkja hjálp móti ovur­nýtslu, eru kvinnur og menn, sum hava familju, starv og bústað, t.v.s. “vanliga hampafólk”. Ikki fínt við miniralvatni Sjálvur havi eg fylgt við og ferðast nógv bæði í forrætning og politikki frá tí eg var 20 ára gamal, havi verið – eins og onnur - til hópin av privatum og almennum veitslum bæði her á landi og úti í heimi. Júst í almennum veitslum í Føroyum, hevur staðið á at fáa vatn/miniralvatn tí tað er jú ikki “fínt” – havi einaferð fyrr skrivað um hetta - tí hava nógv tikið av, av sterkari drykki, sum annars ikki høvdu hugsað sær tað. Eg eri ikki í iva um, at mangar av hesum veitslum hava skapt ikki so fáar misnýtarar við óhugna­ligum fylgjum. - Tað var jú ikki “fínt” við miniral­ vatni. - Rokningin gjørdist kostnaðarmikil! Frælsi altíð undir ábyrgd Gangi inn fyri frælsum sam­ felagi, hugsanum og vinnu­ lívi, men frælsi er sanniliga undir ábyrgd og ikki minst hjá politiska umhvørvinum. Tí fari eg við hesum at heita á politiska myndug­ leik­an um at fara um hetta við nógv størri ansni, tí tann sum ikki ræðist veruleikan, tá t.d. verður hugt at Danmark, har bæði politikarar, heilsu-, sosialu og aðrir myndugleikar eru komnir upp í rashaft av hesum ræðuleikum við fríari rúsdrekkasølu, hann ræðist onki. Nei latið okkum standa saman um at bjarga okkara uppvaksandi ætt, ungu hjúnum og tilhoyrandi børn­ um. - Latið okkum í hesum føri óttast veruleikan og læra av honum. Latið okkum óttast veruleikan og læra av honum Jógvan við Keldu Kanningar vísa, at í Danmark við fríari rúsdrekkasølu, drekka ikki færri enn 840.000 dan­ir “meiri enn gott er”. Meðan ein lítil partur eru “tey á bonki­num”, eru tey allar­flestu, fólk við familju, starvi og bústaði, sum søkja sær hjálp Skuldi tað verið, so átti hvør tann, sum eigur nakað av Føroyum, at fingið sín part. Sum er hevur Lítla Dímun eitt marknaðarvirði upp á 600.000 kr. Hevði oyggin fingið sín landpart av tí fiski, sum verður veiddur hjá okkum, høvdu eigararnir fingið útgoldið milllum 10 og 20 milliónir krónur um árið. Hví verður hetta ikki gjørt? Orsøkin er, at myndugleikarnir í Føroyum hava jarðargrunnin at spæla sær við. Teir siga, at teir skulu ráða yvir landpartinum ikki bert av jarðargrunninum, men eisini av tí hjá eigarunum í Lítlu Dímun og øllum øðrum, sum hava fótin fastan her. Men teir hava ikki vunnið okkum nakran landpart. Í staðin hava skvatlað hann burtur við at hjálpa útlendingar keypa fiskirættindini fyri lítið og lætt, so at vit sum her búgva, bert hava valið millum at liva í neyð í fosturlandinum ella rýma. Zakarias Wang Landpartur Viðhvørt verður sagt, at tey, sum nýta náttúrutilfeingi okkara innan fyri sjómarkið, áttu at latið landpart afturfyri Hvønn dag trumla politikarar hvønn annan niður við orsøk­ um til, at Føroyar eru har, sum teir eru í dag. Undir­skot­ið á fíggjarlógini er har sam­bært sam­bandsfólki, tí Tjóð­veldi skar blokkin og sam­bært tjóð­veldisfólki, tí Sam­bands­ flokkurin gav skattalætta. Vit hava ikki nøktað tørv­ in hjá teimum veiku í sam­ felagn­um, sam­bært javn­ að­arfólki, tí Fólkaflokk­urin hevur sitið í samgongu, og sam­bært fólkafloksfólki er vinn­an niður­pínd, tí Javnaðar­flokk­urin hevur undir­dýggjað hana við avgjøldum. Tað eru júst útsagnir, sum omanfyri nevndu, sum eru beinleiðis orsøk til, hví vit ikki koma nakran veg. Tað hevur einki við loysing ella samband, sosiala trygd ella sterkt vinnulív at gera. Samfelagið má í nógv størri mun byggjast upp rundan um borgararnar í hesum landinum. Hesir skulu skapa sosialar tryggleikar og eitt sterkt vinnulív. Fyri at fáa hesar borgarar at verða verandi í hesum landinum er neyðugt, at politikarar geva hesum best møgulig livikor. Tí má komandi ættarlið av politik­ arum hyggja longur enn bert 4 ár fram. Skipanir mugu gerast, so vit fáa ein ávísan politiskan stabilitet. Eingin kemur heimaftur til eitt land, har politisku fortreytirnar broytast 4. hvørt ár og onkuntíð styttri ímillum. Ikki nóg mikið, at hesi ikki koma heimaftur, men vinnulívið fær heldur ikki áhuga í at gera stórvegis íløgur í síni vinnutól, og harvið endurnýggjast vinnu­ lívið heldur ikki, og vit tapa kappingina við kappingar­ neytarnar hjá okkum. Tí má ein langtíðarætlan gerast fyri fiskivinnuna, so óvissan ikki verður útskotin til 2018. Allar skipanir, sum eru ein ella annar formur fyri stuðul má takast burtur, so fiskivinnan verður rikin á burðardyggum grundarlagi. JA, tað kemur at merkja, at tað verða færri skip. Tað mugu vit bara taka við. Tískil má henda somuleiðis innihalda eina exit-strategi fyri hesar, sum ikki longur koma at hava egið fiskifar. Vit kundu farið at ment ferða­vinnuna hjá okkum, men hetta krevst, at politik­ ararnir, sum verða valdir, ikki bara siga, at eingir pengar eru. Tað er alneyðugt, at teir valdu tora at taka neyðugu stigini fyri at menna samfelagið og tora at átaka samfelagnum eina útreiðslu, um vit kunnu fáa vinning av henni seinni. Tískil er mín vón, at fólk fara á val 29. oktober 2011, at gera sína ávirkan galdandi, og at vit fara at velja politikarar á ting, sum tora at átaka sær ta ábyrgd, sum krevst. Vit koma at verða er í morgin og dagin eftir tá, og tí ræður um at skapa føroyingum so gott livistøði og harvið størri persónligt frælsi, sum gjørligt. Hetta meti eg, vit fáa í ríkisfelagsskapinum. Taka ábyrgd av egnum landi Arne Winthereig