Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Sosialistisk Ung vilja vera røddin hjá minnilutabólkum í Føroyum. Teimum, ið vit meina ikki hava eins góð rætt­indi, sum meirlutin í sam­felagn­um. Tí spyrja vit við hesi greina­røð ”Hvør ert tú?” ”Hvussu hevur tú tað í Før­oy­um?” og ”Hvat skal til fyri at tú trívist í landinum?” Í fimta, og seinasta parti, vilja vit vísa á um­støð­urnar hjá einum sam­kyndum í Føroyum. “Fólk ganga ikki runt og siga: Hey! Eg eiti Per, og eg eri hinkyndur”. Bjarni Lisberg og eg sita niðri í býnum og práta. “Eg føli heldur ikki eina trongd til at ganga runt, og siga fólki at eg eri samkyndur.” Bjarni Lisberg er 23 ára gamal. Hann hevur handils­ skúlaprógv og spælir nógvan tónleik. Bjarni flutti aftur til Føroya fyri eitt sindur meira enn einum ári síðani. Áðrenn tað, búði hann í Edin­burgh í eitt ár, har hann fyri tað mesta “spældi tón­leik og drakk cider.” Bjarni arbeiðir í løtuni, og ætlar sær at arbeiða í eitt ár aftur­at, áðrenn vónin er, at sleppa til Bretlands at lesa enskt. “Foreldrini hava vitað, at eg eri samkyndur, síðani eg var 13. Trúgvi at tað er í tí aldri­num, at tey flestu byrja at uppdaga og uppliva seksualitet”, sigur Bjarni. “Hjá mær hevur tað altíð verið so­leiðis, at eg havi hugt at dreingj­um. Men tað hava ikki verið so nógv, sum vistu av tí, fyrrenn eg var 21 og flutti til Edinburgh.” At vera samkyndur Sum so kom Bjarni ongantíð “úr skápinum”, um tað skal skiljast, sum at hann gekk runt og segði øllum, at hann var samkyndur. Tað er bara um onkur spyr, at Bjarni sigur hvussu er. Einaferð spurdi eitt systkinabarn tó, hvørt Bjarni var samkyndur, og lak síðani svarið víðari til restina av familjuni. Úrs­litið varð, at Bjarni bleiv fang­ aður í einum telefon­stormi í Edinburgh. “Tað vóru bara fólk, sum vildu ynskja mær tað besta. Um nakar helt lítið um tað, so havi eg ikki hoyrt frá viðkomandi enn. Um so er, at onkur ikki dámar at eg eri samkyndur, so er tað í lagi. Vit kunnu øll búgva her fyri tað.” Bjarni trívist væl í Føroy­ um. Hann kann liva og virka sum aðrir borgarar – til eitt vist. Hann verður ikki happaður, forstýraður ella álopin. Men tá tað kemur til almenna kjakið og rúmið, byrja tingini at halta. “Eg treivst øgiliga væl í Edinburgh. Har høvdu vit tað, sum ein á enskum kallar fyri eina gay scene. Tað er ein almennur pallur onkra­staðni í býnum, har sam­kynd møtast, hoyra til og kunnu hitta hvønn annan. Í Føroyum er ikki ein pallur, sum er gjørdur til tað enda­málið. Tað nærmasta vit eiga er Sirkus, ið nokk er har, sam­kynd føla seg mest opin. Men tað kemur ikki nærnámind tí umhvørvinum, eg hevði í Edinburgh.” ” Tað er tað umhvørvið eg sakni í Føroyum. Í verandi løtu er tað ringt at hitta onn­ ur samkynd. Nógv ræðast at trína fram. Ofta tí at tey stúra fyri, at baklandið ikki kann góðkenna ella góðtaka at tey eru samkynd.” Eitt opið samfelag Hetta er ein av orsøkunum til, at Bjarni var ein av teimum seks, sum tóku stig til LGBT Føroyar, ið er rørslan til frama fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyum, og er tað eisini fyrst og fremst tað sosiala, ið Bjarni arbeiðir við í LGBT. Har eru kortini nøkur grundleggjandi mannarætt­ indi, ið Bjarni vildi ynskt vóru í lagi í Føroyum. Eitt nú saknar hann møguleikarnar fyri skrásettum parlagi og ættleiðing fyri tvey av sama kyni. “Eg vil kortini í so stóran mun sum gjørligt sleppa und­an, at vit gera serlógir fyri sam­kynd.” Endar Bjarni við at siga. “Samkynd skulu ikki hava sersømdir . Tey skulu hava somu sømdir. Eg vil heldur at til dømis lóggávan um at gifta seg ella fara í skrá­sett parlag burdi verið broytt, so at hon umfatar sam­kynd og hinkynd, enn at vit gera eina serliga lóggávu fyri samkynd.” Kærleiki er fyri øll Tá tað kemur til tað politiska, meta vit í Sosialistisk Ung, at har ikki er nøkur orsøk til at gera mun á fólki vegna teirra kynsliga samleika. Tað má og skal vera upp til fólk sjálvi hvørjum tey eru saman við, so leingi báðir partar eru við uppá tað. Tað kann tí ikki vera rætt, at samkynd til dømis ikki sleppa at fara í skrásett parlag, ella sleppa at ættleiða børn, av tí at lóggáva okkara ikki loyvir tí. Lóggávan eigur ikki at gera mun á, hvørt ein er áhugaður í sama ella hinum kyninum. Almenna kjakið og lóg­ gávan mugu taka hædd fyri, at tað sum eitt parlag snýr seg um, er at tvey fólk elska hvønn annan. At tey vilja liva saman, deila, hjálpast og saman skapa sær eina fram­ tíð. Tað kann ikki vera rætt, at samfelagið ikki góðtek­ur nakað so reint og lívsjátt­ andi sum kærleika, ið tvey menni­skju hava fyri hvør øðrum. Vit skulu vera líka glað og ikki líkaglað! Sosialistisk Ung (5/5) Eru vit líka glað ella líkaglað? - Samkynd Á veljarafundi í Føroya­ húsinum gramdi kandidat­ urin hjá Aggressión (Fram­ sókn), tann hugtungi harra Poul Michelsen seg fleiri ferðir um, at hann stórliga harmaðist og als ikki dámdi, at tær almennu útreiðslurnar í Føroyum vóru so nógv hækkaðar tey seinastu árini, og tað eru vit fleiri enn hann, sum ógvast um. Men tann sorgarbundni Poul M. gloymdi at fortelja fólki, hví útreiðslurnar hjá landsfyrisitingini eru so nógv bólgnaðar, at okkara almenna forbrúk eftirhondini er nógv størri enn sjálvt tað í Íslandi, sum annars er tiltikið. Fyri tað fyrsta hava tann bekymraði Poul & hansara líkar kravt og framt heilt óforsvarligar yvirtøkur í fleiri ár, og hesar yvirtøkur skulu nú fíggjast av føroyskum skattaborgarum og belasta harvið tann almenna sektorin í Føroyum órímuliga hart. Áðrenn tann deprimeraði Poul & co fóru í holt við yvirtøkurnar vóru hesar skikkiligu útreiðslur ein beskeðin partur av tí donsku økonomiini og belastaðu harvið yvirhøvur ikki tað føroysku umsitingina. Fyri tað næsta hava yvir­ tøk­urnar ofta eftir park­in­ sonsk­um mynstri ført til mun­andi dýrari umsit­ing. Vit kunnu bara sum dømi taka Skipa­sýnið, sum var sera effekt­ivt, tá ið dansk­ arar ráddu, men nú er tað ein neyð­líð­andi stovnur við mangl­andi ekspertisu. Hetta hevur viðhvørt ført til mannminkandi neyðarróp eftir norskari assistancu. Men ikki nóg mikið við tí: Fyri tað triðja hava tann forharmaði Poul og aðrir ábyrgdarleysir nationalistar etablerað eitt vitleyst uttan­ ríkisráð, sum reelt ikki hevur nakra nyttiga funktión. Tað er enn ein gáta fyri tey allar­flestu, hvussu tey knapt hálvt­hundrað fólkini í uttan­ríkis­stovuni fáa tíðina at ganga, tí tað ber illa til at vísa á nakað konkret úrslit av teirra nationalu stremban og rituella skrivstovudansi. Fyri tað fjórða hevur man etablerað totalt láturligar sendistovur í fleiri londum, m.a. í Íslandi. Hesar stovur hava ikki gagnað føroyingum við einum einasta vinnu- ligum framtaki, men bæði í Reykjavík og London verður frá føroysku sendifólku­ num stórreypað um, at tey hava hildið stórfingnar og skemtiligar ræstkjøtaveitsl­ ur við góðum dansi fyri lokal­um lands­monnum. Tað er gaman í, at fólk sleppa at skemt­ast og stytta sær um tann strævna gerandis­dagin, men tað kann aldri vera ein uppgáva fyri uttan­ríkis­tæn­ ast­una at stuttleika føroysk­ um útisetum. Endiliga kundi tann tristi Poul við sera døprum minu­ spæli konstatera, at Føroyar høvdu tann hægsta almenna sektorin í Europa. Men hann gloymir at leggja afturat, at tað næstan er ein náttúru­lóg, at jú minni eitt samfelag er, jú meira fyllir tann almenni sektorurin. Týskland, sum hevur næst­an 90 milliónir íbúgvar hevur procentvíst ein rætti­ liga beskedn­an almenn­an sektor, bara av tí, at tað er so fólka­ríkt. Kortini er tann almenni týski sektorurin minst líka so effektivur, sum her í Norðanlondum. Men vil tann melankolski Poul M. alsamt ”spæla samfelag” við bara einum minimum av væl­ferð, so kostar tað, harra Poul, og tað kann ikki fíggj­ ast uttan ein procentuelt gigant­isk­an almenn­an sektor. Hetta átti tann bedrøv­aði Poul Michelsen at havt tikið við í sínum kalkulatión­um, áðrenn hann stemmaði fyri teimum fortvivl­aðu yvir­tøk­ unum, sum nú tyngja hvørt ein­asta føroyskt húsar­hald. Men kanska lærir hann nak­að av síni syndar-ligu tristesse. Virgar Dalsgaard Tann syrgni oddamaðurin hjá Framsókn Nú sigur løgmaður, at vit hava rætt til blokkin. Hann má hava ótrúliga vána­ligar ráðgevar. Kann tað hugsast, at teir ikki hava lisið heimastýris­ lógina? Har stendur, at øll mál á lista A kunnu gerast føroysk sermál nær sum helst bara annaðhvørt Føroyar ella Dan­mørk siga tað. Síðani Sambands­flokk­ ur­in, Javn­aðarflokkurin og Sjálv­stýrisflokkurin í 1948 samtyktu heima­stýrislógina, hava vit tí ikki havt rætt til so mikið sum eitt einasta oyra úr Danmørk. Hava vit rætt til blokk? Zakarias Wang