Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 2 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nógvir flosklar eru at hoyra í hes­ um døg­um, nú flokkarnir kropp á kroppi leggja fram sínar valskráir. Sambandsflokkurin, Javn­að­ar­ f­lokk­ur­in, Mið­flokk­ur­in og Tjóð­ veldi løgd fram sínar val­skrá­ir fyrr í vik­uni, og í gjár var tað Fólk­a­flokk­ ur­in. Okkurt stendur eftir: Sambands­ flokk­ur­in vil hava fleiri pengar úr Dan­mark. Hann vil prísdalsviðgera blokkin – og rokna hetta aftur so­ leið­is, at vit við aft­ur­virk­andi kraft fáa end­ur­gold­ið ein­ar 150-200 mill­ i­ón­ir, sum vit hava mist, síð­ani løg­ ting­ið gjørdi av, at blokk­ur­in ikki skuldi prís­tals­við­ger­ast. Tjóðveldisflokkurin tosar um at fáa ferð á Før­oy­ar. Tey tosa um »okk­ara land og okk­ara á­byrgd«, og at eing­in ann­ar skal skapa loysn­ir­ nar fyri okkum. Vit skulu skifta kós og taka á­byrgd – og so vil Tjóð­veldi hava 55.000 fólk í Føroyum í 2020. Javnaðarflokkurin tosar um eina skatta­um­legg­ing. Flokk­ur­in hev­ ur – sum tann einasti higartil – lagt fram eina ætl­an um, hvussu hann ætl­ar sær at broyta skattingina so­leiðis, at lág- og mið­al­inn­tøk­ur sleppa lætt­ari, með­an vinn­an eins og til dømis úti­sigl­ar­ar skulu skatt­ ast harðari. Í gjár kom so Fólkaflokkurin við sín­um. Tey vilja eisini hava skatt­ in nið­ur, og tey vilja eisini breiðka skatta­grund­ar­lagið eins og Javn­ að­ar­flokk­ur­in – at fáa meira skatt frá teim­um, sum arbeiða úti í heimi. Men tað verður ikki við at taka frá­ drátt­in frá føroyskum sjófólkum, men við at samráðast um at broyta dup­ult­skatta­av­tal­ur við onnur lond so­leið­is, at Før­oyar fáa meira av skatt­i­num, með­an hini lond­ini fáa minni. Fólkaflokkurin heldur, at vit skulu hava eina flat­skatt­a­skip­an, har eing­in skal gjalda meira enn 40 pro­sent í skatti. Flokkurin heldur eis­ini, at vit skulu rationalisera í al­ menna geir­a­num, vit skulu út­veita og leggja stovn­ar saman – alt hetta, sum til­sam­ans sam­bært Fólka­ flokk­i­num er at vaksa til javn­vág. Tað er gott, at pol­it­isku flokk­ ar­nir taka seg sam­an og skera út í papp sín pol­i­tikk. Men orsøkin til, at hetta blívur so floskl­a­kent er kanska, at als einki sam­an­hang er í tí, sum flokk­a­r­nir føra fram. Vit vita, at minst trígg­ir flokk­ar fara at sam­starva aftan á valið. Men vit hava ikki ánilsi fyri hvørjir. Allir flokkar hava sitið við á­brygd, men tað tyk­ist sum um flokk­ar­nir vilja billa okk­um inn, at teir júst eru komn­ir inn á pol­it­iska pall­in – og tí royna at fyri­gykla okk­ um sín­ar bær­i­ligu ætlanir. Tað sum hevði skapt respekt var, um flokk­ar gingu saman og greitt søgdu, hvønn veg tey vilja fara, so velj­arin veru­liga hevur eitt val val­ dagin. nógvir eru flosklarnir Seinasta sunnukvøld byrj­aði peng­a­spæl­ið Di­n­ero aft­ur á Rás2. Spæl­ið er nú broytt so­leið­ is, at høv­uðs­vinn­ing­ur­in var at vinna 10.000 krón­ur og at bowla í Bowl­ing­høll­ini á Hálsi í Havn, flogferðir frá At­lants­flog, far­ tele­fon­ir frá Før­oya Tele eins og við­skifta­kort frá Effo. – Broytingin er, at nú ber til at vinna pengar. Hesum hava fólk tikið væl undir við, og tað merkja vit á søluni, sig­u­r Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. Hann sigur, at potturin av hesi orsøk vaks frá 10.000 krón­ ur til 15.000 krónur at spæla um. Eisini hevur stóri á­hugin merkt, at nøk­ur av søl­u­støð­ unum vóru út­seld fyri Dinero­ -plát­ur. Men nú hev­ur Rás2 ver­ið runt við fleiri plát­um, sum eru at fáa kring land­ið frá í dag. Jonhard Hammer sigur, at einki sølu­stað hevur ver­ið í Sund­a­lag­num, men at nú eru plát­ur­nar at fáa hjá Inn við Norð­skála. – Vit spæla afutr Din­ero sunn­u­kvøl­dið klokkan 19:30 Stórur áhugi fyri Dinero Tað hevur ongantíð ligið so væl fyri hjá kvinnum at verði valdar á ting, sum hjá Tjóð­veldinum hesaferð. Flokkurin er væl umboðaður í Suðurstreymoy, og tað verður hann uttan iva eisini aftan á valið. Kanska í so væl, vildi onkur sagt. Høgni Hoydal verður uttan iva toppskorari. Men hann kann eisini risikera at verða einsamallur hani millum seks konur í Havn. Hyggja vit á listan hjá Tjóðveldinum, so kunnu hesar verða valdar frá 2. plássi til 7. pláss: Annita á Fríðriksmørk, Hoyvík Bjørt Samuelsen, Hoyvík Kristina Háfoss, Tórshavn Bergtóra Høgnadóttir, Hoyvík Gunnvør Balle, Argir Marin Katrina Frýdal, Hoyvík Hvussu verður og ikki fáa vit at síggja á valinum, men hetta er í øllum førum ein realistiskur møguleiki at fáa ein rættiligan kvinnuflokk valdan á ting. Høgni og seks havnardamur Í morgin, leygardagin klokk­an 17, verður pol​itisk­ ur fund­ur í skúl­a­num í Kald­bak, har eitt umboð fyri hvønn flokk verður við. Evn​ini, ið verða við​gjørd á fund​i­​num, eru skatta​viður​ skifti/pen​sjón, út​búgv­ing­ ar- og skúl­a­v​i­ð​ur­​skifti, og so sleppa floks­​um­​boð­​ini ​ eis​ini at velja evni. Val​evnini á fundinum verða: Fólk​a​flokk​ur​in: Bjarni Djur­​h​olm Sambandsflokkurin: Kaj Leo Holm Johannesen Javn​aðarflokkurin: John Jo​­hannessen Sjálvstýrisflokkurin: Krist­​­​ianna Winther Poul­ sen Tjóðveldi: Hermann Osk­ar​s­​son Framsókn: Poul Mic​ helsen Miðflokkin: Jenis av Rana Áhoyrarar fáa høvi til at seta floks​um​boð​u​num spurn­​ing​ar, og eft​ir fund​in bjóða fyri​reik​ar​ar​nir, sum vóna at nógv fólk koma, kaffi. Politikkur í Kaldbak Í Degi og Viku í gjárkvøldið fekk sjónvarpið hjá Kring­ varp­i­num Aks­el Jo­hann­ e­sen, for­mann Javn­að­ar­ floks­ins, fyri seg sjálv­an. Flokk­ur­in hevði boð­ið til fund­ar týs­morg­un­in klokk­ an 8:30, men tá vóru tey í sjón­varp­i­num ikki uppi. Hin­vegin varp­aðu tey ljós á Mið­flokk­in og Tjóð­veldi, sum løgdu sín­ar val­skrá­ir fram seinni hend­an dagin. Men hetta gjørdu tey gott aft­ur í gjár, tá tey fingu Aks­el Jo­hann­e­sen at »spæla«, at hann legði skránna fram, so tað sá út sum um sjón­varp­ið var við á fundinum. Sigið so tað! Aksel fyri seg sjálvan Gevið verljaranum eitt veruligt val valdagin! So hendi van­ lukkan... kjak á síðu 10 Tí fari eg kanska ikki á val William smith kjak á síðu 16