Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 3

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. oktober 2011 - Nr. 122 Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Sosialurin STOÐAN ER ÁLVARSOM HETTA ER M.A. TAÐ, VIT LOVA: Góð! veljari Feroyar eru á vandakós. Vit læna meira enn hálvaaðru millión um dagin. Kortini geva flokkar lyfti um veldugar iløgur, øktar tænastur og skattalættar, sum kosta fleiri 100 milliónir árliga. Onkur lovar enntá bæði at minka blokkin og at fremja dýrar yvirtøkur. Men eingin sigur, hvaðani pengarnir skulu koma. Tí eru lyftini bluff. Tað BER IKKI TIL at læna meiri pening! Tað er at koyra Føroyar av knóranum! Javnaðarfloksins vallyfti eru ikki so leskilig. Sum stødan er, hava vit eitt høvudsendamål: Buskapurin må bjargast! « Skattaumlegging skal lætta um og stimbra hugin at arbeiða « Fiskivinnupolitikkur skal broyta undirskot til yvirskot « Pensiónsskipan skal økja trygd og taka trystid av landskassanum « Almennar iløgur skulu framskundast og skapa arbeiðspláss « Húsalánsgrunnurin skal gera tað lagaligari at festa búgv og at flyta til Føroya * Nýggjar orkukeldur skulu minka oljunýtsluna « Rationaliseringar skulu effektivisera tað almenna EINKI av hesum eru tóm lyfti. ALT eru klárar ætlanir. EINKI er ófíggjað. ALT styrkir búskapin. So skjótt vit hava tamarhald á búskapinum, gera vit stórar ílagur í útbúgving, mentan og gransking, bøta um sosialar skipanir og mangt annað. Tað kann verða skjótt. Men her og nú hava vit ikki pengarnar. Og vit lova EINKI fyri enn fleiri læntar pengar. Javnaðarflokkurin sær veruleikan í eyguni. Tað er íkki so festligt. Men tað er neyðugt. Aðrir flokkar fyrigykla tær ein veruleika, sum ikki er til. Tað er grovt åbyrgdarloysi! At bjarga búskapinum verður íkki lætt. Men tað má gerast. Og skipa vit samfelagið rættari, verður tað eitt sindur lættari. Aksel V. Johannesen, formaður www.j.fo JAVNADARFLOKKURIN