Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Nólsoyingar eru ógvuliga rædd­ir fyri, at rottan skal koma í oynna, og einar tvær til tríggjar ferðir hevur verið far­veg­ur eftir rottu ella tí, ið líkist, í oynni. Og nú er aftur rópt var­ skó. Tað vóru vitapassararnir á Borðuni, sum í práti við Jens Kjeld Jensen nevndu eina illgrunasama holu úti á Borðuni beint niðan fyri neyst­ið, sum Statens Fyr­væs­ en í gomlum døgum brúk­ti. Holan er lutfalsliga nýggj, og er komin einaferð í summar. So kjótt Jens Kjeld hoyr­ di hetta, setti hann seg í samband við Mikkjal Holm, sum fyri stuttari tíð síða­ni hev­ur fingið fyrsta rottu­ hund­in í Føroyum, og hann fór beinanvegin suður á Borðuna við hundinum at kan­na málið. - Holið, talan er um, er mill­um 37 og 40 millimetrat til víddar. Hundurin snodd­ aði við holið og fór síðani at grava í tí. Eg tók so ein haka, sum stóð í neystinum og víð­kaði holið, sigur Mikkjal Holm. Hann kom tá niður á stein­seting, sum gekk allan veg­in frá neystinum og oman í Stallin, sum lendingin eitur. - Talan er um einar hundr­ að metrar av holu, har ein rotta kann búleikast á, sigur Mikk­jal Holm. Nú ber ikki til hjá einum leik­manni við vissu at siga, at talan er um rottuholu, men Mikkjal Holm tók fleiri myndir, sum nú eru sendar til ein serfrøðing, sum rottu­ hunda­ansarin hevur sam­ band við uttanlands. Ræðuligar avleiðingar Jens Kjeld Jensen er ein av frems­tu fuglafrøðingum í landi­num, og hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði við at kanna fuglasløg og flog­kykt í Føroyum. Tað er millum annað honum fyri at takka, at tað í dag er stað­fest, at heimsins størsta drunn­hvíta­ koloni er í Nólsoy. Og hann er ikki í iva um hvat hendir, um rotta fær fóta­festi í Nólsoy. - So gongur ikki long tíð, fyrr enn drunnhvítiin er út­ deyð­ur í Nólsoy. Lundin doyr kanska út av sær sjálvum, men ger hann ikki tað, skal rott­an nokk syrgja fyri tí, sig­ur Jens Kjeld Jensen. Hann sigur, at eftir myndu­num at døma er helst tal­an um rottureiður. - Tað er í hvussu er greitt, at tað hvørki er talan um haru, kettu ella mús, og eg skal ikki svørja upp á, at talan er um rottureiður, men vídd­in á holinum bendir á, at hetta er sannlíkt, sigur Jens Kjeld Jensen. Og fær rottan fótafesti í Nólsoy, fær tað ræðuligar av­leið­ingar fyri oynna. - Hendir tað, er fuglalívið í oynni burtur soleiðis, sum vit kenna tað, staðfestir Jens Kjeld Jensen. Ringar umstøður Tórshavnar kommuna gjørdi ann­ars nógv burtur úr í fjør, tá illgruni var um, at rotta var komin í oynna. Tað var eftir, at Jens Kjeld Jensen hevði sæð spor í kavanum sum bendu á, at rotta hevði ging­ið har. Tá heitti kommunan á heil­søl­ur, Strandferðsluna og onnur viðkomandi um at halda eitt serliga vakið eyga við tí, ið sent varð til Nólsoyar, so rotta ikki kun­di vera í tí. Hetta var gjørt ser­ liga vent at teirri stað­fest­ing, at heimsins størsta drunn­ hvíta­kolo­ni finst í Nólsoy. Men hóast útveganina av fyrsta rottuhundinum í Før­oyum, eru umstøðurnar ógvu­liga ørkymlandi rundan um hundin. Tað er Umhvørvisstovan, sum hevur keypt hundin, og ætlanin var, at hundurin skuldi vera eitt samstarv mill­um Umhvørvisstovuna og Tórshavnar kommunu. Men hóast Mikkjal Holm hev­ur játtað at tikið sær av hundi­num og at venja hann, er stór ógreiða um alt málið. Tað fylgja nevniliga eingir peng­ar við til venjing av hundi­num, og tí má Mikkjal Holm gera hetta í frítíðini. - Tað líkist ongum, at peng­ar ikki eru settir av til eitt so stórt álvarsmál. Nú mugu vit prísa okkum lukku­ lig fyri, at Mikkjal tímir at taka sær av hundinum og venja hann av sínum ein­ting­ um í frítíðini, men meiningin var jú, at partur av venjingini skuldi vera, at fólk í Havn kun­du heita á Mikkjal um at koma á staðið, um tey høvdu ill­gruna ella vissu fyri, at rotta var í húsinum, sigur Jens Kjeld Jensen. Venur við deyðari rottu Sum støðan er í løtuni, má Mikkj­al Holm venja við ein­ ari deyðari rottu. Og tað er langt frá nøktandi. - Tað vísir seg sum hund­ ur­in er ivrigur, og snoddar seg fram, har eg strúki rottu­ na, men tá hann so finnur rottu­na er tað sum um hann miss­ir áhugan, sigur Mikkjal Holm. Og tað er væl ein náttúrlig reak­tión, tí tá manglar »klimaks­ið« hjá hundinum, nevni­liga at drepa rottuna. - Tankin var eisini, at hund­urin skuldi fara um alt land­ið at týna rottu, men hetta er útilokað, tí Mikkjal kann ikki missa inntøku fyri at týna rottu, og at krevja, at hann skal gera alt hetta í sín­ari frítíð er púra burtur við. Tí má ein loysn finnast á máli­num, ongantíð ov skjótt, sig­ur Jens Kjeld Jensen. Hann heldur, at ein so stór kommu­na sum Tórshavnar kommu­na átti at funni tey fáu oyrini sum gera, at hund­ urin kann liva upp til sítt ful­ la potentiali. Aftur spor eftir rottu í Nólsoy rottutýning Boð vóru á fyrsta sinni eftir nýggja rottuhundinum í Nólsoy mikudagin, tá nólsoyingar fingu at vita, at ein illgrunaverd hola var uppdagað úti á Borðuni Hetta er holið, ið førir inn til eina umleið 100 metur langa tunnel Rottuhundurin Ayla í »aktión« úti á Borðuni mikudagin