fríggjadagur 21. oktober 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Onga náði hóast
hon misti eitt barn
Áki Bertholdsen
- Eg má út við hesum fyri at fortelja fólki,
hvussu kensluleysir myndugleikar kunnu
vera.
Tað sigur Anna Nattestad í Trongisvági.
Hon hevur havt trý ring ár.
Í 2008 misti hon eitt pinkubarn, sum
bara livdi í tveir dagar. Aftur í 2010 misti
hon eitt pinkubarn, sum livdi í 17 dagar.
Men afturat hesum sorgarleikum hev
ur hon fingið eina skattarokning at drag
ast við, sum hon ikki sleppur undan at
gjalda, hóast tað er staðfest, at tað er ikki
hennara feilur, men at tað er TAKS, sum
hevur gjørt eitt mistak.
Í góðari trúgv
Tann 18. desember í 2008 átti Anna ein son,
Lukas, sum hevði ein alvorligan hjartafeil
og sum doyði longu tveir dagar seinni,
tann 20. desember.
Men hóast hann bara livdi í tveir dagar
eigur Anna barnafrádrátt fyri hann og
hann fekk hon útgoldnan í mars í 2009.
Tað hendi alt sjálvvirkandi, uttan at
Anna hevði hevði gjørt vart við seg hjá
TAKS, tí tey á TAKS høvdu sjálvi skrásett,
at eg hevði átt ein son.
- Men fyri at onki mistak skuldi hendi,
ringdi eg til TAKS at boða frá, at Lukas var
deyður.
- Tað var fyri at tryggja mær, at hann
varð strikaður aftur í skattaskránni so at
eg ikki eisini fekk barnafrádrátt fyri hann
í 2009, tí tað hevði eg ikki rætt til.
- Konan, eg tosaði við á TAKS, var blíð
og týð og vissaði meg um, at hetta skuldi
eg ikki hugsa um, tí tað hendi alt av sær
sjálvum.
Anna Nattestad sigur, at tí var hon í
góðari trúgv um, at alt var í lagi.
Hon er dagrøktarmamma og inntøkan
er skiftandi. Tí hugsaði hon heldur ikki
um, at skatturin hon rindaði mánað fyri
mánað í 2009, eisini var skiftandi.
Men tá ið TAKS tíðliga í 2010 ger støðu
na upp, varnast tey, at Anna hevur fram
vegis fingið barnafrádrátt fyri Lukas í
2009.
- Ein dagin tíðliga í 2010 ringdi TAKS
til mín at spyrja, hvussu nógv børn eg átti
og tá kom fram, at eg hevði fingið eisini
barnafrádrátt fyri Lukas í 2009.
Tað hevði Anna ikki rætt til og tí fekk
hon eina eykarokning upp á 9.750 krónur,
vísa skjølini í málinum, sum Sosialurin
hevur fingið innlit í.
- Tað nyttaði onki, at eg greiddi teimum
frá, at eg hevði ringt til TAKS longu í mars
í 2009 og at tey høvdu vissa meg um, at
alt var í lagi.
- Samskiftið við TAKS var munnligt og
tískil havi eg ongi prógv fyri, at eg havi
ringt og eg havi heldur ongi prógv fyri, at
TAKS hevur boðað mær frá, at hetta fór at
koma í rættlag av sær sjálvum.
Ein sorgarleikur afturat
Í 2010 var Anna aftur rakt av einum sorg
arleiki, tá ið hon aftur varð við barn.
- Av tí, at Lukas doyði av hjartafeili,
varð avgjørt, at Anna skuldi eiga á Ríkis
sjúkrahúsinum, tí barnið skuldi leggjast
undir skurð alt fyri eitt.
Á Ríkissjúkrahúsinum átti hon ein son,
sum fekk navnið Gilli.
Men hóast læknarnir gjørdu alt teir
kundu, stóð lívið ikki til at bjarga og lítli
Gilli doyði 17 dagar seinni.
Hetta førdi so til, at Anna átti barnafrá
drátt fyri Gilla í 2010, men áðrenn hon fekk
nakað útgoldið, skuldi skattarokningin frá
2009 dragast frá.
Ómetaliga vónbrotin
Anna Nattestad sigur, at tað er ikki so
nógv peningurin, hetta snýr seg um.
Men hon dylir ikki fyri, at hon er
ómetaliga vónbrotin av framferðini hjá
TAKS.
- Eg var ógvuliga illa fyri alla hesa tíðina
og hevði alt annað at hugsa um enn at
stríðast við TAKS um eina skattarokning.
Hon leggur leggur afturat, at hon
hevði eisini álit á, at alt kom í rættlag av
sær sjálvum, soleiðis sum konan á TAKS
hevði lovað.
Eftir at hava mist Lukas beint fyri jól í
2008, var hon ikki før fyri at fara til arbeið
is aftur fyrrenn í apríl í 2009.
- Eg maktaði ikki sjálv at halda skil á
mínum skattaviðurskiftum, men eg hevði
eisini blint álit á TAKS fekk alt í rættlag,
soleiðis, sum tey høvdu lovað.
Sum umstøðurnar vóru, heldur hon
ikki, at hon kundi havt gjørt nakað øðrvísi.
- Men eg haldi, at framferðin hjá
TAKS er rættiliga kensluleys, serliga tá
ið kærumyndugleikarnir hava staðfest,
at hetta er ikki mín feilur, men at tað er
TAKS, sum hevur gjørt eitt mistak, sigur
Anna Nattestad.
- Á TAKS eru tey so karvandi við um
støðunum hjá fólki ístaðin fyri at tey ásan
na eitt mistak og hava fyrilit fyri umstøðu
num hjá fólki, heldur Anna Nattestad.
áki@sos.fo
KENSLULEYST Tá ið Anna Nattestad misti
eitt barn, varð steinur lagdur oman á byrðu,
tá ið hon fekk eina skattarokning, sum hon
ikki sleppur undan at rinda, hóast tað er
staðfest, at tað er TAKS, sum hevur feilin
Hetta hevur verið øgiliga strævið, tí eftir at
hava mist tvey børn, havi eg havt alt annað
at hugsa um enn at stríðast við TAKS um
eina skattarokning, sigur Anna Nattestad
í Trongisvági. Á borðinum í horninum í
stovuni standa tvær myndir, har eldri
beiggin, Tóri, er saman við sínum báðum
lítlubeiggjum, sum hann bara slap at hava í
nakrar dagar. Gilli er á myndini vinstrumegin
og Lukas á myndini høgrumegin
Ein ring tíð