Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Anna hevði ikki skyldina Áki Bertholdsen - Tað er ikki Anna Nattestad, sum hev­ur gjørt eitt mistak. Feilurin liggur hjá TAKS! Tað er niðurstøðan hjá kom­ mu­na­lu skattakærunevndini í Suður­oy. Anna Nattestad føldi seg so illa viðfarna av TAKS, at hon gjør­di av at kæra málið um skatta­rokn­ ing­ina, sum vit greiða frá í aðrari grein her á síðunum. Kommunala Skatta­kæru­ nevnd­in í Suðuroy staðfestir, at tað er ikki Anna Nattestad, sum var orsøkin til mistakið, sum førdi til, at hon fekk barnafrádrátt fyri 2009, hóast hon ikki hevði rætt til tað, tí sonurin var deyður. Ábyrgdin av hesi villu liggur hjá TAKS, sigur skattakærunevndin. - Slíkar óhepnar støður hava áður verið viðgjørdar í kæru­ skipan­ini, leggur skatta­kæru­ nevnd­in afturat. Sleppur ikki undan TAKS staðfestir fyri nevndini, at skipanin við barnafrádrátti er ikki sjálv­virk­andi ímillum Lands­fólka­ yvir­litið og TAKS. Men TAKS skrivar listar út frá Lands­fólkayvirlitinum dagliga, sum TAKS so gjøgnumgongur og dag­før­ir. Men tað er so ikki hent í hesum føri og tí fekk Anna Natttestad eina eykarokning. Kommunala skatta­kæru­ nevnd­in staðfestir somuleiðis, at hó­ast TAKS hevur feilin, slepst ikki undan, at Anna Nattestad hev­ur goldið ov lítið í skatti fyri 2009 og tí sleppur hon ikki undan rokn­i­ngini. Avgerðin varð kærd til Før­oya Kærustovn, men har verð­ur eisini staðfest, at Anna Natte­stad slepp­ ur ikki undan skatta­rokn­ing­ini. Nevndin sigur, at í sambandi við endaligu álíkningina hevur TAKS víðar heimildir at gera broyt­ing­ar, tá ið umstøður eru broytt­ar, ella mistøk eru hend. Heimildirnar at broyta eru kort­ini ikki víðari enn so, enn at TAKS í ávísan mun eisini kann verða bundið av upplýsingum, tey hava givið skattaborgarum. - Men hetta ger seg ikki gald­ andi í hesum ávísa føri, tí tað kann ikki skjalprógvast, ella ger­ ast sannlíkt, hvat TAKS hevur upp­lýst­ í hesum føri. Hinvegin leggur kærunevndin aftur­at, at hevur TAKS upplýst, at barn­frá­drátturin verður rættaður av sær sjálvum, er tað sera óhepp­ ið. Men tá ið tað ikki kann prógv­ ast, sleppur Anna Nattestad ikki undan rokningini. Anna Nattestad sigur, at av tí, at hon ikki kann prógva, at TAKS hevur lovað henni, at mistakið varð rættað av sær sjálvum, stendur hon veik í málinum og ger tí helst ikki meiri við tað. Men læran av hesum er, at tað besta er, at alt samskifti við almennar myndugleikar skal vera skrivligt, tí tá ber altíð til at staðfesta, hvat er farið fram ella ikki. Áki Bertholdsen Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, sigur, at hann er ó­meta­liga keddur av, at ein skattaborgari er komin í eina støðu, sum Anna Natte­stad er komin í. - Eg skilji væl, at hon er í eini tórførari støðu. Men tí­ver­ri er ikki rúm fyri kensl­um í skattalógini, sig­ ur hann. Hann sigur, at tað er skatta­borgarin, sum skal an­sa eftir, at alt er rætt skrá­sett. - Tað er tí vit senda skatt­a­borgarum eina fyri­ bils skattaskrá, har tey sku­ lu kann eftir at alt er rætt skrá­sett. Og hann leggur afturat, at hóast TAKS hevur gjørt eitt mistak, er ikki heimild til at lata ein skattaborgara slep­pa undan at rinda tann skatt, hann eigur at rinda. - Gera vit tað, røkja vit ikki okkara uppgávu, sigur stjór­in í TAKS. - Serliga hevði ein sjálv­ virk­andi skráseting verið hent í eini støðu, sum hes­ ari og eg eri øgiliga keddur av, at tað er komið henni aft­ur um brekkur. - Hava vit gjørt eitt mis­ tak, er tað øgiliga keðiligt. Men hóast vit hava gjørt ein skrásetingarligan feil, hava vit ikki heimild til at lata fólk sleppa undan at rinda tann skatt, tey eiga. Hann leggur afturat, at tey royna alla tíðina at skráseta broytingar, eisini í sambandi við barna­frá­ drátt og at tað er ser­stak­ liga harmiligt, at eitt mis­tak er hent í hesum føri. - Sjálvandi hevði tað verið tað besta, at slík­ar broytingar vórðu skrá­ settar av sær sjálvum, men so langt eru vit ikki komin enn. Eyðun Mørkøre sigur, at tað er altíð best, at sam­ skifti er skriftligt, tí so kann altíð staðfestast, hvør hevur sagt hvat. Kunnu ikki lata fólk sleppa undan at rinda Tíverri er ikki rúm fyri kenslum í skattalógini, sigur hann. Feilurin liggur hjá TAKS. Tað er niðurstøðan hjá kommunalu skatta­ kærunevndini Eftir at hava mist Lukas beint fyri jól í 2008, var hon ikki før fyri at fara til arbeiðis aftur fyrrenn í apríl í 2009