Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sterkt vinnulív byggir land Vinnulívið er bulurin í sam­ felagnum, sum tryggjar inntøkur, arbeiðspláss, vøkstur og vælferð. Vinnu­ lívið skal hava kendar og góðar karmar, so tað kann vaksa seg sterkari. Bert ein sterk tjóðskapar­ rørsla lyftir Føroyar framá. Hon hevur gjørt tað áður – og hon fer at gera tað aftur. Lat valið snúgva seg um eina veruliga kós fyri Føroyar. ƒ Allar vinnur skulu hava javnbjóðis kappingartreytir ƒ Útbjóðing av almennum arbeiði skal vera gjøgnumskygt og skapa javna kapping ƒ Treytir skulu setast almennum útboði um, at virðisøking verður skapt í Føroyum og føroyskir sáttmálar hildnir ƒ Matvørumenning skal upp­ raðfestast, so vaksast kann um útflutningin ƒ Ferðaráð Føroya skal miðvíst marknaðarføra Føroyar og menna ferðavinnuna kring landið ƒ Tætt samstarv skal skipast millum vinnuna og almennu granskingarstovnarnar Okkara fiskivinnu­ politikkur: ƒ Semja skal beinanvegin gerast um nýggja skipan fyri fiski­ vinnuna at tryggja burðardygd og lønsemi ƒ Spekulasjón við fiskiloyvum og strámannavirksemi skal basast ƒ Brúksskylda skal setast í verk, so latin rættindi verða gagnnýtt ƒ Eitt sterkt samráðingartoymi skal skipast at vinna Føroyum tilfeingisrættindi og nýggjar handilssáttmálar