leygardagur 14. februar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 31 - 14. februar 2004
Nr. 31 - 14. februar 2004
3
Ung í Føroyum av bakkastokki
Í gjár fór á triðja
sinni eitt tað størsta
føroyska ungdóms-
mentanartiltakið av
bakkastokkið. Tað er
stevnan Ung í Føroy-
um 2004 hjá Norður-
landahúsinum
UNGDÓMSTILTAK
Tíðindaskriv
Ung í Føroyum er ein tvør-
listarlig stevna, har føroysk
ung í tríggjar dagar hittast
at vísa fram egin verk, at
arbeiða á listaverksmiðjum
og saman framleiða eina
sýning til almeningin.
Høvuðsendamálið
hjá
Ung í Føroyum er at skapa
eitt forum, har ljós verður
varpað á ungdómsmentan-
ina og umstøður eru til tey
ungu at sýna fram og
menna tað listarliga virk-
semi, tey sjálvi eru áhugað
í. Tí vísa tey á stevnuni
bæði egin verk, sum tey
hava framleitt undan stevn-
uni og tey framleiða eina
sýning, har almeningurin
fær høvið at síggja, hvat
ungdómsmentan er, tá tey
ungu sjálvi velja evni.
60 útvald arbeiða hetta
vikuskiftið í listaverksmiðj-
um undir leiðslu av før-
oyskum yrkislistarfólkum.
Verksmiðjurnar hesaferð
verða: Tónleikur v/ Eivør
Pálsdóttir, sjónleikur v/
Hans Tórgarð, skriving v/
Marionnu Debess Dahl, de-
sign v/ Svanhild Strøm,
myndlist á teldu v/ Inga
Joensen, dansur v/ Elsu
Mariu Bærentsen.
Áhugin fyri stevnuni er
alsamt vaksandi millum tey
ungu. Hesaferð hava meir
enn 30 verið á bíðilista, øll
ung, ið høvdu fyrireika
nakað at framføra. Fyri
hvørja stevnu veksur talið
av ungum, ið hava verk at
sýna. Eisini er tað áhuga-
vert at síggja, at hóast tað
ikki er eitt krav, at verkið tú
sýnir skal vera sjálvfram-
leitt, so er hetta meira og
meira so. Tey framføra t.d.
heldur egnar sangir enn
kend løg, og gera áhuga-
verdar samansetingar av
fleiri listagreinum.
Fríggjakvøldið setur ný-
setti mentamálaráðharrin
Jógvan á Lakjuni, ið er
verndari fyri Ung í Føroy-
um 2004, stevnuna, og síð-
ani byrja framførslurnar hjá
teimum
ungu. Tað
er
áhugavert at síggja, hvussu
tað, sum tey ungu sjálvi
koma við, broytist frá ári til
ár, fyri ikki at tosa um,
hvussu tað veksur í nøgd. Í
2001 var knappur hálvur
annar tími av framførslum,
í fjør einir tveir og í ár eru
ikki minni enn 31 fram-
førslur, ið varða góðar
tríggjar tímar. Hesar fram-
førslur spenna sera vítt. Har
eru ungir dreingir á scate-
board, gentur við egnum
mótasýningum, klassikur
tónleikur er væl umboðað-
ur og alt frá hørðum rocki
til bleytar kærleiksballadur,
yrkingar, stuttsøgur, ný-
skaptir smáfilmar og tvør-
listarligar samansetingar.
Sunnudagin 15. februar
kl. 17 fær almenningurin
høvi at síggja úrslitið av
einum intensum vikuskift-
ið, har arbeitt hevur verið
so at siga uttan steðg um í
øllum Norðurlandahúsin-
um. Her verða bæði pall-
framførslur og listafram-
sýning við úrslitinum av tí,
verksmiðjurnar hava avrik-
að hesar dagarnar. Páll
Danielsen og Kristianna
Poulsen samskipa hesa sýn-
ing. Hvat innihaldið heilt
ítøkiliga verður, vita vit av
góðum grundum ikki enn,
tí sum endamálið á stevn-
uni jú er: Tað eru tey ungu,
ið avgerða hvat ungdóms-
mentan er.
Higartil hava vit á hvørj-
um árið verið bilsin um, tað
støðið, ið felagssýningin
hevur havt. Hetta gevur
eina ábending um, hvussu
stórt virkisfýsni er og
hvussu stórar listagávur tey
ungu hava, tá tey fáa um-
støður til tess.
Atgongumerki til hesa
sýning fáast í húsinum og í
Kunningarstovuni.
Norðurlandahúsið skipar
fyri stevnuni. Samskiparar
fyri verkætlanini eru Rakel
Helmsdal og Hedvig West-
erlund-Kapnas.
Mentamálaráðið, Tórs-
havnar Býráð og Føroya
Sparikassi hava stuðla og
eisini hava, eins og undan-
farnu ár, Margarinfabr-
ikkin, Tórshavnar Kvøld-
og Ungdómsskúli og Lær-
araskúlin veitt dyggan stuð-
ul og stóra vælvild.
Heimasíðan hjá Norður-
landahúsinum www.nlh.fo
verður alt vikuskiftið dag-
førd javnan. Har ber til at
lesa tíðindi, reportagur og
samrøður og síggja myndir
frá stevnuni. Ein tíðinda-
bólkur mannaður av trim-
um
ungum
luttakarum
framleiða alt tilfarið.
Í brævi til lands-
stýrismannin í sam-
ferðslumálum, Jógvan
við Keldu, heitir
borgarstjórin í Svín-
oy, Pól Sundskarð enn
einaferð á landsstýrið
um at ganga umsókn-
ini hjá kommununi
um ein tunnil yvir á
Havnina á møti, tí
hetta fer at betra um
samferðslumøguleika
rnar
ÚTJAÐARI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Núverandi bygdarráðið og
fyrrverandi bygdarráð í
Svínoy hava fleiri ferðir
sent umsóknir til Lands-
verkfrøðingin um at betra
um samferðsluviðurskiftini
á oynni. Og nú hevur nú-
verandi borgarstjórin, Pól
Sundskarð aftur gjørt vart
við seg.
–
Hetta
bygdarráðið
hevur roynt fleiri ferðir og
hava nýtt nógva orku uppá
hetta, umframt at onnur
undan okkum eisini hava
roynt, men onki ger mun.
Nú seti eg mítt álit til ta
nýggju samgonguna, sigur
Pól Sundskarð, borgarstjóri
í Svínoy.
Í brævinum sigur bygdar-
ráðið millum annað, at við
einum tunli yvir til Havn-
ina, hevur bygdin hvønn
dag samband til Hvanna-
sunds ella Norðtoftir uppá
umleið 15 minuttir við báti
sum gongur 12 míl, og
sostatt vildu samferðslu-
viðurskiftini
hjá
oynni
verið loyst.
Havnin, sum verður um-
talað her, liggur tí megin á
Svínoynni, sum sást, tá tú
kemur úr Norðdepilstunlin-
um.
Talan er um ein tunnil, ið
vildi verið 1.800
metrar til longdar. Borgar-
stjórin í Svínoy sær fyri
sær, at so hevði ein kai
verðið gjørd við Havnina
og ein nýggj atløgukai
á Norðtoftum, har
báturin hevði siglt til.
Altíð kyrt
Í dag tekur tað um
ein tíma við Más-
anum norður á
Eiði á Svínoynni
og hálvan annan
tíma inn á Vík-
ina, so tað sigur
seg sjálvt, at
hendan íløgan
hevði
havt
nógv at siga fyri svínoying-
ar.
Borgarstjórin er sann-
førdur um, at tað hevði
kunnað ment Svínoynna,
sum so hevði kunnað kom-
ið á áleið sama støði sum
Kalsoyggin er á í dag. Hann
sigur, at á Havnini er altíð
kyrt
árið
runt,
so
trupulleikarnir við illveðri
høvdu ikki verið, um
tunnilin hevði verðið gjørd-
ur.
– Tað hevur ómetaliga
nógv at siga at kunna koma
skjótari fram og at kunna
koma aftur og fram sama
dag, sigur Pól.
Ofta hevur verið sagt, at
tað er ikki Svínoynni lívi
lagað við verandi sam-
ferðsluviðurskiftum, og tí
tekur borgarstjórin undir
við.
– Við verandi umstøðum
verður tað ikki longi fyrr
enn tað er øskukalt á
Svínoynni, sigur hann.
Bygdarráðið í Svínoy
metir, at verða hesi viður-
skifti ikki fingin uppá pláss
í næstu framtíð, er bygdini
ikki lívi lagað, og heita tey
staðiliga á Føroya Lands-
stýrið í brævinum um at
taka hettar álvarsmál upp
nú, og ikki at seta tað á eina
langtíðarfíggjarætlan, tí til
ta tíð er øskukalt í Svínoy.
– Sum vit áður hava ført
fram, so kemur tunnils-
gerðin eisini at hava al-
stóran týdning fyri víðari
menning
av
nýggjum
aliøkjum í Føroyum, hóast
vinnan í løtuni er í einum
aldudali. Við Svínoynna
kunnu fáast fleiri góð aliøki
við stórari útskifting á
streymasjógv. Havnin yviri
í Havn verður ein náttúrlig
byrjan til hesar framtíðar
møguleikar hjá alivinnuni,
sigur bygarráðið í Svínoy at
enda í brævi sínum til
Jógvan við Keldu, sum er
sent til Landsverkfrøðingin
og Føroya Løgting eisini.
Svínoyingar
vilja hava
ein tunnil
Fleiri ferðir hevur verið sagt, at vánaliga ferðasambandið til Svínoyar fer at gera enda á bygdini. Pól Sundskarð, borgarstjóri,
sigur, at enn einaferð verður roynt at fáa tunnil gjørdan úr bygdini og yvir á Havnina
Í Sosialinum á heysti 2002 var Regin
Justinussen, svínoyingur, ikki alt ov
bjartskygdur um framtíðina, tí ongin
varandi loysn tykist at vera í eygsjón fyri
at tryggja bygdini lív og vøkstur
C
M
Y
K
3
2
595,-