Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 31 - 14. februar 2004 Nr. 31 - 14. februar 2004 5 Tutl er virkið útgávufelag og tølini eru stór, tá eindirnar verða gjørdar upp og 2003 er onki undantak. Í 2003 hava bólkar við sambandi til Tutl eisini framført í 18 ymsum londum TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Útgávufelagið Tutl, ið gevur úr tónleik, er sera virkið felag. Framleiðslan hevur verið á leið 20.000 eintøk tey síðstu 5 - 6 árini. Tó vóru árini 2000 og 2002 betri við umleið 30.000 framleiddum fløgum. Nú er samanteljingin fyri 2003 av og úrslitið vísir, at 43.065 fløgur eru fram- leiddar. Hetta er býtt á 45 ymsar fløgur og 31 av hes- um eru fyrsta framleiðsla. Sostatt er ein týðandi partur uppafturprent, tí Tutl prent- ar uppaftur, tá goymslan er um at tømast. Tutl hevur eisini nakað av virksemi, tá tað snýr seg um at fáa bólkar út í heim at spæla, so bæði bólkur og útgávur njóta fyrimun av hesum. Tutl-bólkar hava í 2003 havt framførslur í 18 ym- iskum londum og hevur hetta óivað havt týding fyri framleiðslu og sølu av útgávum, sigur Kristian Blak frá Plátufelagnum Tutl. Í dýrdarveðrinum hósmorgunin hevði ein dagrøktarmamma í Klaksvík leitað sær oman í fjøruna við børnunum at hyggja at dunnunum PRÁT Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Durita, Marjun, Olaf, Oluf og Esmar hugna sær við at hyggja at dunn - unum, sum svimja beint við róðrarneystið. Ofta síggjast børn har góðveðursdagar. Og hendan avbera vakra fyrrapartin í februar hava tey so saman við teirra dagrøktarmammu, Elini Danielsen lagt leiðina om- an í fjøruna at spæla eina løtu. – Dunnurnar siga gvagg – gvagg, sigur Durita, sum so spelkin stendur og eyg- leiðir dunnurnar, sum svimja á sjónum. Onkur æða er eisini í millum tær, men Durita og hini børnini leggja ikki so nógv í, um tað er ein æða ella ein dunna. Í teirra verð er enn ikki so stórur munur á teimum. Dunnurnar svimja so hugagóðar inn ímóti keiini, har børnini standa og útfrá aftur. Ikki kunnu tær sigast at vera styggar, men tað man vera tí tær eru vorðnar vanar við, at børn javnan vitja tær. Summi hava breyð við til tær, meðan onnur bara leggja sær leiðina fram við at hyggja at teimum. Elin sigur, at ein slíkan góðveðursdag sum hendan, kann ein ikki lata fara framvið. Tá má ein gongu- túrur vera á skránni. – Slíkir dagar sum hesin eru ikki so nógvir í tali hesa tíðina, sigur hon, og tískil njóta hon og børnini upp- aftur meiri at fara ein túr. Spurd um hon ikki hevur ekka á sær við at fara í fjøruna við fimm so lítlum børnum, sigur Elin, at sjálvandi hevur hon tað. – Ein má hava eyguni eftir teimum allatíðina, sigur Elin. Tað letur nú ikki til at vera nakar trupulleiki. Tveir sera fittir dreingir, Oluf og Esmar, sita í vogn- inum og fáa væl eygleitt æðurnar og dunnurnar, meðan hini trý skiftivís standa og sita og hyggja. Tey eru tað størri og eldri enn teir báðir kúllarnir í vogninum. Tey seks standa hjá dunn- unum eina løtu, men so keðast børnini og tíð er at fara til gongu aftur. Tað líður til middags, so svongdin man vera við at gera vart við seg. Dunnan sigur gvagg Olaf, Marjun og Durita til gongu,meðan Oluf og Esmar sita í vogninum. Tey halda, at tað er óføra stuttligt at hyggja at dunnunum, sum svimja framvið Met í Tutli –Skelkurin hjá summum av ferða- fólkunum var so stór- ur, at tey fáa helst ilt við at fara á sjógvin aftur, siga ferðafólk, sum vóru við Smyrli síðsta leygarkvøld, tá ið hann brádliga legði seg heilt nógv á liðina SUÐUROYARSIGLING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygarkvøldið fingu nógv ferðafólk, sum vóru á veg av havnini, suður á Tvør- oyri við Smyrli, ein ordans skelk. Tað hendi, tá ið Smyril sum brádliga legði seg rættiliga nógv á liðina. – Eg haldi, at talan var um so álvarsligan skelk hjá summum, at tað fer at vera trupult at fara á sjógvin aftur yvirhøvur, sigur Jógv- an Krosslá í Vági, sum var eitt av ferðafólkunum hendan túrin. Nógv fólk var við Smyrli hetta kvøldið, tí nógvur ítóttur hevði verið norðan- fyri, bæði fyri vaksin og børn. Og tað var longu áðrenn tey fóru av Havnini, at tey stúrdu fyri ferðini, tí tað var so nógvur vindur. Men tað var undanvindur og tað var bara heilt gott veður suður. Tí var eisini rættiliga gott lag á fólki, eisini á børnunum,og teim- um ungu sum runnu runt og spældu, sum tey plagdu. Men tá ið Smyrli var nakað suður úr Lítlu Dìm- un, kom brádliga annað lag á. Tá fekk hann eitt rættiligt kast so at hann legði seg ikki minni enn 42 stig á liðina. Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at tá ið Smyril fór av Havnini leygarkvøldið, var hann ein góðan hálvan tíma seinkað- ur. Líkindini vóru ring og vindurin var 25 metrar um sekundið av norði. Men av tí, at tað var nógv betri sjógvað vestanfyri Sandoynna, varð farið tann vegin. Veðrið suður var onki at klaga um. Men tá ið Smyril var komin umleið tveir fjórð- ingar suður úr Lítlu Dìmun, fekk hann brádliga tvær stórar aldur inn á bakborðs síðu so at skipið legði seg heili 42 stig í stýriborð. Summi halda tað, at Smyril var komin í ein strong suður úr Lítlu Dìm- un, men Strandferðslan sigur, at tað var ikki hetta, sum var trupuleikin. Sagt verður, at tá ið hann liggur norðaneftir við nógvum vindi, hendir tað seg viðhvørt, at einstakar aldur, sum eru serliga stór- ar, koma inn av havinum eystaneftir. Men tær aldurnar plagdu verða norðari, so tá ið Smyril var komin so langt suður, hildu øll, at nú varð sloppið. Leggjast kann afturat, at tað var bølamyrkt, so ongin sá alduna, fyrrenn hon rakti skipið og tí var heldur ongin møguleiki at snara undan. Tí er niðurstøðan hjá Strandferðsluni, at hetta var eitt óhapp, sum ongin fær vart seg fyri í slíkum lík- indum, sum vóru leygar- kvøldið. Tað var bara hesar báðar aldurnar, sum rakti Smyril hvør aftaná aðra og burtur- sæð frá tí, var veðrið onki at klaga um. Annars hendi ongin annars skaði umborð, ongin bilur ella farmur á bila- dekkinum, fóru. At eitt skip leggur seg 42 stig, kann tykjast nógv, men fólk, sum kenna til Smyril siga, at tað kom oftani fyri at hann legði seg so nógv ta fyrstu tíðina, hann var í sigling, áðrenn hann fekk stabilisatorar. Fólk slongd ígjøgnum luftina Eitt er, hvat tey á Strand- ferðsluni halda um eina hending sum hesa. Nakað heilt annað er, hvussu ferðafólkið upplivir hana. Ein av ferðafólkunum, sum vóru við hendan túrin, var Jógvan Krosslá, borgar- stjóri í Vági. Hann sigur, at veðrið hevði verið gott suðureftir og at fólk tí vóru full- komiliga ófyrireikað uppá tað, sum hendi. Hann er gamal sjómaður og hann er eisini vanur at sigla ímillum oyggjarnar við Smyrli. Men hann sig- ur, at hetta er tað ringasta, hann hevur upplivað við Smyrli. – Tað var rættiliga óhugnaligt, tí skipið rætt og slætt datt á liðina. Tað minti um at vera við einum flog- fari, sum kemur í eitt loft- hol. – Sjógvurin kom heilt upp á rútarnar í salongini, men tíbetur hildu teir. Brotnaðu teir, veit eg ikki, hvat hevði hent, sigur hann. –Tað vóru nógv fólk, sum vóru slongd í leysari luft av sitiplássunum í dúrkið og fleiri av teimum fingu brestir og smásnuddir ymsastaðni á kroppinum. Tann eina konan slóð seg høvdið so hart í, at skiparin helt tað vera klókast at senda boð eftir sjúkrabilin- um og hann stóð so fyri Smyrli, tá ið hann kom suður á Tvøroyri. Strandferðslan spurdi á Suðuroyar Sjúkrahúsi eftir konuni aftaná, men tá var hon farin heim, tí onki bilti henni, fekk Strandferðslan at vita. Jógvan Krosslá sigur, at tað var týðiligt, at nógv ferðafólk vóru rættiliga illa skelkað av tilburðinum og hjá summum var støðan heilt ring eina góða løtu aftaná. Hann metir eisini, at hjá onkrum hevur skelkurin verið so ringur, at tað fer at vera trupult hjá teimum yvirhøvur at fara á sjógvin aftur. Fingu onga hjálp Jógvan Krosslá sigur, at tað var stórur saknur í, at ongin av manningini kom niður í salongina at práta við ferðafólki eftir hendingina fyri at ugga tey. Tað var heldur ikki eitt orð sagt í hátalarunum umborð um, hvat ið hevði verið á vási og at at alt var yvirstaðið. – Tí vóru tað nógv ferða- fólk, sum vóru heilt hjart- kipt alt tað sum eftir var at sigla. Ístaðin vóru tað býráðs- formaðurin í Vági og fleiri onnur, sum máttu ganga runt á skipinum og royna at sissa fólk. Hann sigur, at nøkur góð orð frá manningini høvdu hjálpt nógvum ferðafólkum eina løtu sum hesa og tað saknaði hann. – Tað høvdu ferðafólkið havt harðliga brúk fyri eina løtu sum hesa, tí støðan var heilt ring umborð, leggur borgarstjórin í Vági afturat. Umhugsa manna- gongdirnar Stjórin á Strandferðsluni sigur, at tað kann væl vera, at ferðafólkið átti at verðið meiri kunnað um tað, sum var hent. Hann sigur, at Strand- ferðslan fer nú at um- hugsað, hvat kann gerast betri, tá ið ein støða, sum hendan tekur seg uppaftur. – Tað av avgjørt ongantíð nakar vandi á ferð. Men hóast óttin var ógrundaður, so er hann til staðar og eigur at vera tikin í álvara. Hann sigur, at kanska hevði tað hjálpt, um onkur av manningini savnaði ferða- fólkið til eitt lítið prát um tað, sum var hent,ella um onkur gekk runt ímillum ferðafólkið og greiddi teimum frá støðuni. – Tað skal ofta ikki so nógv til, fyri at sissa fólk og vit fara nú at umhugsa, hvat vit kunnu gera betri, skuldi ein støða sum hendan tikið seg upp eina aðru ferð, sigur Kristian Davidsen FØSTULÁVINT Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føstulávint nærkast og kring landið verður skipað fyri føstulávintshaldið av ymsum slagi. Eisini hvalbingar skipað fyri føstulávintshaldi. Tað er bóltfelagið Royn, sum skipar fyri stórum tiltaki í Roynhøllini næsta leygardag, tað er leygar- dagin 21. februar. Klokkan 15 fer mann- fólkið at sláa tunnu og klokkan 19.30 verður tunnusláing fyri konufólk. Aftaná verður borðhald við ymsum góðum. Undir borðahldinum verður fe- lagssangur og inn ímillum fer Hilmar Jan Hansen at undirhalda. Somuleiðis fara børn at dansa føroyskan dans. Seinni um kvøldið fer LM.Band at spæla góðan dansitónleik fyri tey meiri tilkomnu. Atgongumerki til føstu- lávintshaldið í Hvalba eru at fáa í Roynhøllini miku- kvøldið frá klokkan 19-22. Føstulávintshald í Hvalba Eisini í Hvalba verður Føstulávintshald. Tað verður næsta leygarkvøld í Roynhøllini Frágreiðing frá skiparanum Í eini stuttari frágreiðing um hendingina, sigur Skiparin á Smyrli soleiðis: Fóru av Havnini kl. 20.36. Líkindini vóru ring, norðan 25 m/s. Á veg til Havnar var hann NNE. uml. 30 m/s. Tá sigldu vit vestanfyri, tí har var betur sjógvað enn eystanfyri. Tað sama var suðuraftur, tá varð somuleiðis siglt vestanfyri. Sum nevnt var væl sjógvað, men kl. 22.45, tá vit vóru uml. 2 sjómíl suður úr Lítlu Dímun, fingu vit tvær aldur inn á bakborðs síðu, so at skipið legði seg 42 stig á styriborð. Komu á Tvøroyri kl. 23.20. Ferðafólk við Smyrli fingu ein ordans skelk So nógv legði Smyril seg á liðina á veg úr Havnini til Suðuroyar síðsta leygarkvøld. Hetta er tað ringasta, eg havi upplivað við Smyrli, sigur borgarstjórin í Vági, sum var eitt av ferðafólkunum. Hann heldur, at eftir eina slíka hending átti manningin at tosa við ferðafólki, men tey frættu ikki eitt orð C M Y K 5 4