Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 31 - 14. februar 2004 Nr. 31 - 14. februar 2004 7 Lítið at heinta í avskiping mánadag »Bjørgvin« hevur longu lagt niður sína sigling úr Føroyum til Scrabster og Smyril Line gevst aftur við sínari avskiping mánadag til Lerwick - fer Skipafelagið at lata "Ernir" halda fram í einari rutu sum nóg illa loysir seg fyri eitt einsamalt skip? FLUTNINGUR Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Fyri tíð síðani sigldi Skipa- felagið Føroyar sum einasti operatørur úr Føroyum til Scrabster mánadag, men so kom Smyril Line upp í leik- in og aftan á stutta tíð stað- festi Skipafelagið at vinnu- ligt grundarlag var ikki longur fyri hesari farma- sigling. So sótu Smyril Line einsamallir sum teir ið kundu bjóða føroyskum út- flytarum av feskfiski av- skiping í fyrra enda av vik- uni; men skjótt varð tó staðfest at her var lítið og einki at heinta - í øllum før- um var tænastan handilsbú- skaparliga sæð heilt einfalt ikki nóg áhugaverd, og varð løgd niður aftur. Nú var eingin avskiping longur tíðliga í vikuni og hetta var ikki hugaligt hjá teimum ið útflyta feskan fisk. Har ræður jú um at hava so væl spreiddar og títtar fráferðir sum møgu- ligt, tí feskvøra er feskvøra; fiskurin minkar skjótt í virði í takt við ta spilltíð sum spælir inn í arbeiðsgongdini frá hagreiðing via avskiping og víðari til leveransu. »Tað snýr seg altíð um hvussu langt ‘shelf life’ ið fiskinum verður lagað,« greiddi Albert Ellefsen, søluleiðari á Sandoy Sea- food, frá. »Hetta ‘hilla lív’ ið ofta verður sipað til er livitíðin hjá fiskinum sum søluverd vøra á handilshill… Tá fiskurin er ísaður og pakk- aður má hann avstað til keyparan so skjótt sum yv- irhøvur møguligt; tess meira tíðin gongur tess meira lækkar dygdin.« Við øðrum orðum: jú færri dagar í vikuni tað ber til at avskipa, jú torførari verður tað at veita keyparum feskan fisk av høgari dygd. Tað var upp ímóti hesari fesku bakgrund at stjórin á Fiskasøluni, Árni Arge, fyri einum lítlum mánað síðani rópti varskó, og gjørdi al- ment greitt at støðan var ótolandi við øllum avskip- ingum úr Føroyum kon- sentreraðum kring hósdag, fríggjadag og leygardag. »Hetta her kunnu vit snøgt sagt ikki liva við,« við- merkti hann. »Útflutning- urin av feskum fiski er grundleggjandi fyri okkara virksemi; talan er jú um feska matvøru og hetta krevur í minsta lagi tvær avskipingar, um ikki tríggj- ar, um vikuna.« Men eitt er hvat kundi ver- ið ynskiligt, eitt annað er veruleikin og hvat hann loyvir av praktiskum møgu- leikum. Tað tykist so greitt at orskað av yvirkapasiteti sum heild hevur tann før- oyski marknaðurin fyri farmaflutning ikki verið í javnvág í eina tíð, og hevur valla verið sær sjálvum líkur. Tær næstu dagarnar í tí nýggja árinum hendi nógv nýtt og bílætið broyttist fleiri ferðir. Eitt var at flutn- ingsfeløgini, ikki minst Skipafelagið, høvdu verið undir vaksandi trýsti síðan ársskiftið frá feskfiska út- flytarunum ið vildu hava siglingina til Skotlands mánadag ella mótsvarandi tikna uppaftur sum skjótast; Smyril Line høvdu lagt um sína vetrar ferðaætlan har avskiping mánadag til Ler- wick varð offrað til frama fyri Seyðisfjørðin. Stásiliga Norrøna hevði gjørt eitt gott premieru summar og við sær í skjátt- uni hevði hon eisini stórar rembingar fyri marknaðin á okkara leiðum. Hvat við- víkti pørtum av ferðaætlan- ini og rutunum ið skipið skuldi røkja, gjørdust møgu- leikarnir størri við tí nýggja farinum; soleiðis varð vetrar ferðaætlanin eisini broytt og Seyðisfjørður fekk prominent pláss. Á Skipafelagnum Føroy- ar var umhugsunartíð men hon gjørdist ikki long. Sum svar upp á trýstið frá nøkr- um stórum kundum av- gjørdi felagið í sínum lagi at ganga ynskinum frá fiskaútflytarum á møti, og leigaði tað íslendska skipið ‘Ernir’ til at røkja rutuna til Scrabster mánakvøld. Uppi á fýra Men um sama mundið verður flaggskipið hjá Smyril Line fyri óhappi á Havnar vág, og má úr sigling í umvæling. Og so varð gamla og framvegis óselda ‘Norrøna I’ heintað fram so hon kundi røkja siglingina hjá Smyril Line, so leingi nýggja Norrøna var til umvælingar. ‘Norrøna I’ kom skjótt í gongd men hon hevur sum vera man ikki líka nógva maskinkraft sum tann nýggja; hon kann tí heldur ikki halda heilt somu ferða- ætlan. Tað passaði tí meira ella minni perfekt at lata ‘Norrønu I’ sigla sum hon plagdi, við avskiping til Lerwick mánadag. Um enn okkurt kann benda á at íslendingar við- hvørt hava eina romantiska mynd av Føroyum og tí ið fyriferst her, so verður tað torført hjá okkum at lasta teir fyri nakrar hugsanir sum siga: »Hygga føroyingar, teir fáa nú skjótt eina olju- vinnu, teir keypa nýggj og dýr skip í heilum, teir eru í gongd við eina stórsligna byggirøð av ambitiøsum undirsjóvartunlum, og so teir hava ein partabræva børs á veg eisini… Tað má vera ein áhugaverdur marknaður teir hava!« Í øllum førum var knapp- liga ‘Bjørgvin’ komin at taka sær flutningi av fesk- fiski millum Toftir, Tvør- oyri og Scrabster. Fagnað- arrópini mundu ongan enda fingið, eisini tí hann in- kluderaði Suðuroynna. Rómurin gjørdist ikki lakari av at tað samstundis ljóðaði av Toftum at fiski- skipið ‘Jógvan S’ nú eisini fixaði flutningin fyri tann danska feskfiska útflytaran á staðnum, "Valhalla". Jú mín sann, nú vóru ikki færri enn fýra skip ið sigldu feskan fisk mánadag til Skotlands. North Link uppí? Veitslan vardi ikki í nógvar dagar. Einir tíggju dagar eru nú gingnir síðani ‘Jógvan S’ sigldi sum farmaskip og longu nú boðar ‘Bjørgvin’ frá at tann seinasti túrurin fyri føroyingar er gjørdur í hesum umganginum. »Skipið fór mánadagin av Tvøroyri til Scrabster,« váttaði John Nielsen, stjóri á Fiskamarknað Føroya, sum umboðar ‘Bjørgvin’ í Føroyum. »So verður hildið leiðina fram suðureftir,« legði hann afturat, og kundi einki spáa um framtíðina. »Hvat ið síðani skal henda er enn ógreitt.« Tað var so tað. Eftir sigla ‘Ernir’ fyri Skipafelagið og ‘Norrøna I’ fyri Smyril Line. So leingi tað varir. Tí tá ið nýggja Norrøna eftir ætlan er í regluligari sigling aftur tann 20. mars, tá verður avskipingin mána- dag til Lerwick eisini tikin av aftur. Og so situr Skipafelagið aftur sum einasti veitari ið bjóðar avskiping tíðliga í vikuni til Skotlands - fyri- bils. Tað er nevniliga fram- vegis ein spurningur um hendan tænasta er nóg lønsom; og skuldi tað hent at ein annar operatørur kemur afturat so verður tað tunna soðið enn tynnri. »Seinasta mánadag vóru tríggir operatørar,« segði Tórheðin Jensen, sølu- og marknaðarstjóri á Skipa- felagnum Føroyar. »Tað gav ikki meira enn 25 tons í part… Hendan tænastan gevur hægst grundarlag fyri einum skipi, ella rættari sagt kanska grundarlag… fyri einum bíligum skipi.« Sum skilst hevur Smyril Line spælt við tankan at seta North Link, ið opererar millum Lerwick og Aber- deen, í gongd við einum ro/ro skipi við avskiping úr Føroyum mánakvøld. »Men,« viðmerkir Heðin Joensen, stjóri á Smyril Line Farmadeildini, »tað man vera frægast at bíða við at seta inn her… Alt kostar jú pening, og vit skulu minnast til at føroyskur innflutningur úr Bretlandi er einans sera avmarkaður.« Smyril Line eru við í ES-stuðlaðari ‘flutn- ings korridor’ ið skal binda saman havnir í Norðsjóvar regiónini og Norður Útjaðara økinum FLUTNINGUR Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Tað einki at taka seg aftur í at avbjóðingarnar hjá Smyr- il Line eru stórar. Verk- ætlanin við nýggju Norrønu arbeiddi út frá nógvum milliónum meira í inntøku enn hvat síðani hevur verið materialiserað higartil. Árið 2003 vísti sambært óváttað tíðindi eitt stórt hall, hóast summarið skuldi vera gott. Millum frágreiðingarnar eru uttan iva at prísirnir á flutn- ingstænastum á okkara leið- um er falnir munandi sam- stundis sum alivinnan, eitt av teimum ætlaðu flutnings- beinunum hjá Norrønu, liggur mestsum í skeljasori. Tann stóri spurningurin ið mong nú seta sær er: hvat ætlar Smyril Line at gera fyri at bøta um støðuna? Meðan fíggjarstjórin í felagnum, Jóannes á Váli, av góðum grundum ikki vil siga nógv um hesi viður- skifti fyrr enn tey eru við- gjørd á aðalfundi felagsins, kunnu onnur loyva sær at siga eitt sindur meira. Trup- ulleikin er bara at tað nógva er gitingar og leysatíðindi og virði í tílíkum kann vera so sum so. Uttan iva eru tó onkrar ætlanir í umbúna sum fara at verða avdúkaðar so við og við. Ein ætlan sum kann vera partur í framtíðini hjá Smyril Line, er at linka seg inn í nýggjar leiðir. Skotland-Belgia Sambært stjóranum á Farmadeildini, Heðin Joen- sen, kannar felagsskapurin Northern Maritime Corri- dor (NMC) í løtuni møgu- leikarnar fyri lønsemi at linka til eina av ferjunum hjá ‘Superfast’ millum Skotland og Belgia. Smyril Line er við sum partnari í NMC, ein ES- stuðlað verkætlan hjá norð- monnum ið skal skapa eina sjóvegis ‘flutnings korri- dor’ sum strekkir seg úr norður Noregi og útnyrð- ings Russlandi til fastlands Europa, og sambindur strandaøkini í Norðsjónum og Norður Útjaðaranum. Verkætlanin umfatar 20 regiónir í átta londum: Belgia, Føroyar, Ísland, Niðurlond, Noreg, Skot- land, Svøríki, Týskland. Visiónin hjá NMC er »eitt tilfeingi av effektivum, tryggum og burðardyggum flutningi, bindandi saman strandaøki og stimbrandi regionala menning í Norð- sjóvar Regiónini og Norður Útjaðara Økinum.« »Í at arbeiða fyri hesar visión í øllum partnara um- ráðunum skulu sjóvinnu klustur etablerast ið fevna um ídnað, reiðarí, flutn- ingsfeløg og havnamynd- ugleikar, skapandi eina ar- ena har hesi kunnu møtast og menna nýggjar tænastur í korridorini.« Umhugsa at linka til snarferju millum Skotland og Belgia Jógvan S. Biskopstø, sniðgevi og teknari, Marjun Kjelnæs, rithøvundi og Eivør Pálsdóttir fingu fríggjamorgunin 25.000 kr í part í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum GÁVUGÓÐS Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Trý ung listarfólk fingu fríggjamorgunin 25.000 kr í part í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, sum verður givið »ungum við listaligum gáv- um til útbúgvingar«. Jógvan Sverrason Biskopstø er sniðgevi og teknari. »Hann hevur margfaldar gávur. Hann er húsasmiður og sniðgevi við góðum ný- skapandi evnum. Hann hevur havt myndir á Ólav- søkuframsýningini og Vár- framsýningini. Síðani er Jógvan Biskopstø farin at menna myndaskapandi gávur sínar á listaskúla í Kina. Marjun Kjelnæs er rit- høvundi. Um hana sigur nevndin í grunninum, at »hon hevur vunnið rithøv- undakappingar og hevur skrivað til bóka- og út- varpsmiðilin. Stuttsøgurnar hjá Marjuni Kjelnæs fara fram í kvinnusinnum og viðgera torfør evni sum vanlukku, sjúku og sálar- ligar trongstøur. Tað, sum Marjun Kjelnæs hevur skrivað, vísir, at hon hevur góðar møguleikar at menn- ast sum rithøvundur«. Eivør Pálsdóttir er sang- ari. Hon fær gávugóðsið, tí hon hevur »vunnið virðis- lønir fyri frálíkan sang og framførslur, og hon hevur eina sera fjøltáttaða song- skrá. Hon arbeiðir við fleiri tónleikasløgum og ger løg til egnar yrkingar. Eivør Pálsdóttir er stórur sangari við stak góðum møguleium til at mennast«, sigur nevndin í grundgevingun- um. Jógvan, Marjun og Eivør gávugóðs Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan S. Biskopstø, sniðgevi og teknari, og Eivør Pálsdóttir, sangari, hava fingið 25.000 kr í part í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum Mynd: Jens Kristian Vang Hósdagin 12. februar var kunnandi fundur á gistingarhúsinum Bládýpi í Havn um rapsolju sum alternativt brennievni til bilar og onnur akfør. Umleið 30 fólk møttu til fundin RAPSOLJA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin Á fundinum greiddi Erling Simonsen frá sínum roynd- um við rapsolju og týski verkfrøðingurin, Alexander Noack, ið starvast hjá fyri- tøkuni Tecnologie Elsbett GmbH, greiddi frá um bil- ar, ið koyra við raps- ella matolju og um hvørjir bilar kunnu byggjast um, og hvussu hetta verður gjørt. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, var ið á fund- inum og hann segði m.a. at nýggja landsstýrið kemur at gera nógv við orku- og umhvørvismál. Í løtuni er tað bara VW Lupo bilurin hjá Erling Simonsen, ið koyrir við rapsolju her í Føroyum. Alexander Noack byggir í løtuni ein annan bil hjá Erlingi um til rapsbil. Arbeiði verður gjørt á Bila- søluni v. Øssur Johannesen í Hoyvík. Fundur um rapsolju í Bládýpi Týski verkfrøðingurin Alexander Noack og Erling Simonsen stigtakari til fundin Mynd: Magnus Gunnarsson Thorvald Poulsen testamenteraðir sínar ognir at stuðula ungum listafólkum í útbúgving GÁVUGÓÐS Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í nevndini í Grunni Thor- valds Poulsen av Steinum sita Jóhannes Eli Iversen, Malan Marnersdóttir og Jenny C. Petersen. Thorvald Poulsen var garðyrkismaður í Havn. Hann hevði vakstrarhús og urtagarð sín við R. C. Effersøesgøtu. Hann hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin, tí hann helt, at tey ungu við listarligum evnum skuldu fáa ein møguleika afturat til at fáa stuðul til at nema sæ rútbúgving. Í testamentinum ásetti Thorvald, at nevndin skuldi vera sett saman av for- monnum í Føroya Lærara- felag og í Listafólkasam- bandinum og rektarin á Fróðskaparsetrinum skuldi verða formaður. Tí er nevdnin mannað við Jenny C. Petersen, fyrisitingar- leiðara í Leikhúsinum Gríma, og Jóhannes Eli Iversen, lærarafelagsfor- manni og Maluni Marners- dóttir. Garðyrkismaður vildi stuðla ungum listarfólki C M Y K 7 6