leygardagur 14. februar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 31 - 14. februar 2004
Nr. 31 - 14. februar 2004
9
Nýggi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Bárður
Nielsen, sigur, at hall verður á fíggjarlógini komandi
árini. Tað eru ikki meir enn góðar 270 mio. krónur í
Landsbankanum at taka, so Bárður Nielsen væntar,
at Landsstýrið verður noytt at læna pengar fyri at
fíggja hallið.
Mynd: Jens Kristian Vang
Vit mugu møguliga læna pengar
Nýggi landsstýrismað-
urin við fíggjarmál-
um, Bárður Nielsen,
væntar hall á fíggjar-
lógini komandi 2-3
árini. Skil skal fáast á
búskaparstýringina,
men kortini kann lán-
tøka fyri fíggjarlógar-
hallið koma upp á tal,
sigur ungi vest-
menningurin
NÝGGJUR FÍGGJAR-
MÁLARÁÐHARRI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hann er ímillum nýggjastu
stjørnuskotini í føroyskum
politikki. Hann dylir ikki
fyri, at nýggja starvið hjá
sær er ein ómetaliga spenn-
andi og avbjóðandi upp-
gáva. Hansara seiga lyndi
boðar frá, at hann er vest-
menningur við stóra V. Í
nógv ár vardi hann málið
hjá VÍF og vann seg fram
millum fremstu málmenni-
nar í landinum.
Goggan er nú skift út við
slipsið og komandi árini
verður hansara arbeiðspláss
í stásiliga Albert Hall- bygn-
inginum á Argjum. Hann er
bert 31 ár, men kortini
kennir hann seg rættiliga
tryggan við at sita fyri helst
tyngsta
málsøkinum
í
landsstýrinum.
Høvuðspersónurin sjálv-
ur væntar ikki, at ungi ald-
urin verður nøkur forðing í
nýggja arbeiðinum-heldur
tvørturímóti, tí hann er full-
ur av hugskotum og áræði.
Vit tosa um Bárð á Steig
Nielsen, sum komandi árini
hevur fingið ta truplu upp-
gávu at sita fyri fíggjarmál-
um í nýggju ABC-sam-
gonguni.
Verri enn væntað
Seinastu vikurnar er komið
undan kavi, at fíggjarliga
støðan í Føroyum er væl
verri, enn undanfarnu met-
ingarnar hava boðað frá.
Nýggjastu
metingarnar
siga, at um eingin tiltøk
verða gjørd, verða 400 mio.
krónur í halli á fíggjarlógini
í ár. Hesi tøl eru bygd á
reinar framskrivingar frá
fíggjarárinum í 2003 og
eina nýggja inntøkumeting
hjá Fíggjarmálaráðnum.
Nýggi landsstýrismaður-
in við fíggjarmálum hevði
ikki væntað, at fíggjarliga
støðan var so døpur, sum
metingarnar boða frá.
– Undir samgongusam-
ráðingunum vistu vit, at vit
komu til eitt hall á fíggjar-
lógini. Eg hevði kortini ikki
væntað, at støðan var so
ring, sum tølini siga nú,
sigur Bárður Nielsen.
Ein av fyrstu og mest
átrokandi uppgávunum hjá
nýggja landsstýrismannum
og fyrisiting hansara verður
at snikka eina nýggja fíggj-
arlóg til. Komandi vikurnar
fer Bárður Nielsen saman
við
hinum
landsstýris-
monnunum at kanna, hvørj-
ir møguleikar verða fyri at
fremja sparingar á teimum
ymisku málsøkjunum, so
hallið á fíggjarlógini verður
so lágt sum gjørligt.
– Vit fara millum annað
at hyggja at íløgunum, men
vit mugu ansa eftir ikki
tálma ov nógv, tí tað eru
júst íløgurnar, sum halda
gongd á búskapinum. Tað
er kortini givið, at út-
reiðslufestin
má
halda
uppat. Málið má vera at
stýra
útreiðslunum,
so
skattaborgarin fær optimala
nyttu
av
sínum
skattakrónum,
greiðir
nýggi Fíggjarmálaráðharr-
in frá.
Bárður Nielsen hevur
sagt alment, at eyka skattir
á eitt nú grønar keks, sum
undanfarna samgonga ætl-
aði at fremja í verki, koma
ikki upp á tal og hesum
heldur hann fast við.
Lántøka
Í samgonguskjalinum mill-
um
Javnaðarflokkinum,
Sambandsflokkinum
og
Fólkaflokkinum
stendur
skrivað, at málið er at fáa
javnvág aftur á fíggjarlóg-
ina, nú inntøkurnar minka.
Hvussu skal javnvág fáast á
fíggjarlógina við núverandi
halli á 400 mio?
Í prinsippinum ræður tað
ikki um at hava javnvág á
fíggjarlógini á hvørjum ári.
Tað týdingarmesta er, at vit
hava eina ávísa javnvág
yvir fleiri ár. Sjálvur vænti
eg, at vit fáa undirskot á
fíggjarlógini komandi 2-3
árini. Skal gongdin vend-
ast, er alt avgerandi, at
fiskaprísirnir fara upp aft-
ur, tí annars verður tað tor-
ført, sigur Bárður Nielsen.
Spurdur, hvussu hallið á
fíggjarlógini komandi árini
skal fíggjast, svarar Fíggj-
armálaráðharrin, at nakað
av peningi er í Landsbank-
anum at taka av. Í dag eru
um 1,8 mia. í Landsbank-
anum.
Tað er eitt lógarfest krav
um, at Landsbankin í
minsta lagi skal hava 1,5
mia. á bók og tí kann kom-
andi samgonga ikki loyva
sær at taka meir enn góðar
300 mio. krónur úr Lands-
bankanum. Hesum er Bárð-
ur Nielsen fullgreiður yvir
og hann útihýsir tí ikki eini
lántøku fyri at fíggja møgu-
liga hallið á fíggjarlógini
komandi árini.
– Tað verður møguliga
longu neyðugt í 2005 at út-
skriva lánsbrøv, sigur hann.
Hartaður
Tjóðveldisflokkurin hevur
longu hartað nýggja lands-
stýrismannin við fíggjar-
málum fyri at gjara út og
sleppa avgjørdu búskapar-
stýringini. Serliga hevur
Tjóðveldisflokkurin fýlst á,
at Bárður Nielsen hevur
boðað frá, at hann ikki hev-
ur ætlanir um at fremja til-
tøk fyri varðveita javnvág-
ina á fíggjarlógini. Hesum
atfinningunum er Bárður
Nielsen ikki samdur í.
– Fyri tað fyrsta, havi eg
aldrin sagt, at eg bara fór at
lata standa til. Undanfarna
samgonga gjørdi nakrar
grovar undirbudgetteringar.
Fleiri metingar vóru ikki
reellar. Grovasta dømið er
serviðgerðir uttanlands. 71
mio. vóru settar av í 2003,
men 90 mio. vórðu nýttar.
Kortini setir mann bara 67
mio. krónur av í fíggjar-
lógini 2004 og tað hongur
snøgt sagt ikki saman, sigur
hann
Nýggi Fíggjarmálaráð-
harrin sigur, at fremsta
uppgávan í samband fíggj-
arlógararbeiðið hjá nýggju
samgonguni er at fáa eitt
reelt grundarlag at gera
metingar eftir, sum hann
málber seg.
Veruligan skattalætta
Nýggja ABC-samgongan
hevði ikki sitið meir enn
eitt gott døgn, áðrenn fyrstu
trupulleikarnir stungu seg
upp. Fjølmiðlarnar kann-
aðu nýggju skattaskipanina
hjá samgonguni og komu
fram til, at lægstu lønar-
bólkarnir fingu minst burt-
urúr nýggju skattaskipan-
ini.
Í samgonguskjalinum er
nýggja skattaskipanin knýtt
at nýggjari eftirlønarskip-
an. Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin ynsktu ein
skattalætta, meðan Javnað-
arflokkurin tvíhelt um eina
betri samhaldsfasta eftir-
lønarskipan. Úrslitið varð,
at skattaskipanin og eftir-
lønarskipanin vórðu koyrd í
sama pott.
Bárður Nielsen sigur, at
grundarlagið fyri nýggju
skattaskipanini er, at borg-
arin skal veruliga merkja,
at skattabyrðurnar gerast
lættari.
– Undafarna samgonga
framdi skattalættar fyri
300-400 mio, men kortini
er skattatrýstið hækkað við
3 %. Fyri at fólk veruliga
skulu merkja til skattalætt-
an, er neyðugt við at broyta
til eina meir proportionella
skattaskipan, so fólk veru-
liga fáa ein skattalætta, sig-
ur nýggi landsstýrismað-
urin.
Andsøgn
Formaðurin í Búskapar-
ráðnum, Hermann Oskars-
son, vísti í vikuni á í
Dimmalætting,
at
ein
skattalætti kostar altíð meir,
enn hann gevur landskass-
anum í inntøkum. Tað kann
tí tykjast váðið hjá nýggju
samgonguni at fremja ein
skattalætta, tá føroyski bú-
skapurin eftir øllum at
døma viknar komandi árini.
Hesum er Bárður Nielsen
kortini ikki heilt samdur í.
Hann grundgevir fyri, at
skattalættin stendur ikki
einsamallur, men at hann er
tætt knýttur at vinnupolit-
ikkinum hjá samgonguni.
Fíggjarmálaráðharrin sigur,
at samgongan hevur sett
sær fyri, at hava ein vinnu-
politikk, sum í størri mun
skal skapa eitt fjølbroytt og
dynamiskt vinnulív.
– Við at skapa góðar
karmar fyri vinnulívið fáa
vit økt virksemi. Er størri
virksemi, verður størri eft-
irspurningur eftir arbeiðs-
megi. Fáa fólk ein skatta-
lætta verður hugurin at ar-
beiða størri. Skattalættin
fer at fáa fleiri fólk at ar-
beiða fulla tíð og møguliga
taka nakrar eyka tímar av
og á og harvið økir tú um
útboðið av arbeiðsmegi,
sigur Bárður Nielsen.
Hann er fullvísur í, at
skattalættin kann fáa av-
gerandi týdning fyri at fáa
vinnuhjólini
at
mala
skjótari aftur.
– Fáa vit vinnuhjólini at
mala skjótari og fiska-
prísirnar upp aftur, fáa vit
vent gongdini, sigur hann.
Skattafrádráttir
varðveittir
Í verandi skattaskipan eru
fleiri vinnubólkar, sum
hava serligar skipanir. Bú-
skaparfrøðin plagar at tosa
fyri, at alt eigur vinnulívið
at virka undir somu skipan.
Í dag hava fiskimenn í Før-
oyum ein serliga skatta-
lætta, sum vanligi borgarin
ikki hevur. Eisini hava ávís-
ir vinnubólkar avgjøld,
meðan aðrir sleppa undan.
Spurdur, um føroyingar
kunnu vænta, at Bárður
Nielsen komandi árini fer
at virka fyri, at øll vinnan
kemur at verða skatta eins,
svarar hann, at í prinsippin-
um er tað altíð gott, at øll
standa eins, men hann
hevur ilt við at ímynda sær,
at einstakar vinnur ikki fáa
undantøk.
– Alivinnan hevur ført
fram, at hon ynskir eina
skattaskipan, har tað verður
møguligt at framskriva hall
i tíggju ár. Hetta hugskot
haldi eg vera skilagott og
átti at verið at umhugsað
fyri alla vinnuna, greiðir
landsstýrismaðurin frá.
Undir valstríðnum varð
skattalættin hjá fiskimonn-
um javnan havdur á lofti.
Eingin flokkur tordi at røra
serligu skattaskipanina hjá
fiskimonnunum og nýggi
landsstýrismaðurin
við
fíggjarmálum hevur heldur
ongar ætlanir um at avtaka
skipanina.
– Nú skattalættin er kom-
in, verður tað torført at
sleppa av við hann. Vit
kunnu
altíð
diskutera,
hvussu rætt tað er, at teir
hava ein serliga skipan, men
tað verður torført at avtaka
skipanina
aftur,
sigur
Bárður Nielsen at enda.
Navn: Bárður á Steig Nielsen
Føddur: 16/4-1972
Giftur: Rakul Nielsen, fødd Lamhauge
Útbúgving: Granskoðari
Børn: Súna, Bjørg, Djóni
Starvsroyndir: Rasmussen & Weihe 1993-2001,
Kollafjord Pelagic 2001-2004
Politisk søga:
Stillaði fyrstu ferð upp til
løgtingsval í 1998. Fyrstu ferð valdur í 2002.
Landsstýrismaður við fíggjarmálum 2004-
Fakta
Góð ráð frá Karsteni ...
Karsten Hansen,
fyrrv. Fíggjarmálaráðharri
Skal tað ganga tær væl í nýggja
starvinum, er tað ein fyritreyt, at tú
hevur álit og virðing fyri fólkunum
á Fíggjarmálaráðnum, tí tey eru
sanniliga líka týdningarmikil part-
ur av arbeiðnum sum tú. Tú mást
alla tíð hava dirvið til at siga nei, tá
neyðugt er. Hugsa teg væl um, áðr-
enn tú setir nakað í verk og ver vís-
ur í, at ætlanirnar bera á mál. Tað
er eisini ógvuliga týdningarmikið,
at tú er erligur fyri tær sjálvum. Eg
hevði sum prinsipp, at eingin skuldi
kunna siga siga, at eg hevði sagt
nakað ósatt og at eg altíð kundi
standa inn fyri tað, eg gjørdi. Mítt
ynski er, at tað skal ganga tær væl
og nú eg kenni teg, vænti eg eisini
at tað fer at ganga væl. Ivast tú í
nøkrum, so eri klárur at veita eina
hjálpandi hond, um tað er neyðugt.
Starvsmannafelagið sigur sína
hugsan...
Vit vilja mæla staðiliga til, at tú verður opin fyri sáttmála-
bólkarnar. Tú skalt leggja stóran dent á, at tú ikki tekur
avgerðir yvir høvdinum á okkum og tú roynir at varðveita
tann positiva dialogin millum okkum og Fíggjarmálaráðið
seinnu árini. Tú skalt eisini ansa eftir, at allar lógaráseting-
ar verða hildnar. Klárar tú halda hesi mál, hava vit alla
grund til at hugsa,at tú fært eitt gott og mennandi samstarv
við sáttamálabólkarnar
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum
C
M
Y
K
9
8