Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 31 - 14. februar 2004 Nr. 31 - 14. februar 2004 11 Jógvan Mørkøre er í Dimmalætting endurgivin fyri at siga, at Fólkaflokkurin kom úr einari samgongu, ið ætlaði at yvirtaka løgreglu og rættarskipan. Hetta er rætt. Seinasta samgonga skuldi ikki yvirtaka løgreglu og rættarskipan. Tað einasta, ið samgongan sambært samgonguskjalið skuldi gera, var at fyrireika eina slíka yvirtøku. Hendan orðing kom í samgonguskjalið, tí at samgongufelagarnir hjá Tjóðveldisflokkinum ikki vildu lova at yvirtaka hesi øki. Eitt annað, ið er eisini skeivt, er tað at heimastýris- flokkarnir nú vilja broyta heimstýrislógina, sum um hetta er ein nýggjheit. Fyri Sambandsflokkin kann hetta verða parvíst rætt, men tað er ikki rætt at skera Javnaðarflokkin, ið er Føroya størsti yvirtøkuflokkur, og Sambandsflokkin yvir ein kamb í hesum málinum. Javnaðarflokkurin kom í 1990 við einum uppskoti um eina sjálvstýrislóg. Kreppan gjørdi tó, at ikki var arbeitt so nógv við hesum, men ikki kann burtur- forklárast, at flokkurin longu 8 ár áðrenn fullveldi kom á dagsskrá hevði eitt ítøkiligt uppskot til dagføring av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, og hetta uppskot er nevnt við regluligum millumbilum síðan. Løgið er at samfelagsfrøðingurin ngloymdi hetta. Fyri at siga tað bart út, so stuðlar slík misinformatión undir populeru tjóðveldismytuna um, at eingin vildi broyta nakað sum helst í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, áðrenn fullveldisætlanin kom á borðið í 1998. At man so analyserar, at sjálvstýrismálið ikki verður loyst av hesari samgonguni, missir eitt sindur av trúvirðinum, tá ov lætt verður farið um faktuell ting. Annars sær út sum, at einki minni enn loysing kann loysa málið sambært samfelagsfrøðinginum. Her gloymir hann eitt viktugt demokratiskt punkt. Tað er, at málið er loyst, tá veljarin metir, at tað er loyst. Um tríggir út av fýra føroyingum meta, at málið er loyst uppá ein nøktandi máta, so er tað loyst, so leingi veljarin ikki broytir meining. At so ein flokkur ikki metir, at málið er loyst fyrr enn loysingin er veruleiki er so nakað annað. Løgið sum søgan kann endurtaka seg. Tjóðveldis- flokkurin var ein pragmatiskur flokkur millum 1974 og 1998. Áðrenn 1974 var hann ein alt ella einki flokkur, har man var ímóti øllum loysnum innanfyri kongaríkið. Hetta sást til dømis, tá Tjóðveldisflokkurin í 1969 atkvøddi móti føroyskari norðurlandaráðsumboðan. Nú síggja vit aftur alt ella einki politikk í verki. Tjóðveldisflokkurin vil ikki luttaka í frambrotinum á sjálvstyrisleið, ið sitandi samgonga hevur sett sær fyri, tí at tað ikki er víðgongt nokk fyri Tjóðveldisflokkin. Alt ella einki er niðurlagið. Tað verður áhugavert um flokkurin, um hann er til, fer at pástanda um gott 30 ár, at hann var upphavið til dagføringina av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, eins og hann roynir við føroysku umboð- anini í Norðurlandaráðnum. DAGSINS MEINING Sosialurin Loysnir valdast VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Heidi Petersen tingkvinna Tjóðveldis- floksins, Vestmanna Fólkaflokkurin hevur, sam- bært stevnuskrá síni, hesi mál fyri hvussu vit skipa okkum tjóskaparliga og búskaparliga í Føroyum. II Tjóðskaparmálið Tjóðskaparliga stavnhald fólkafloksins er, at í Før- oyum skulu føroyingar ráða. Hetta ber í sær, at endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar, so- leiðis at vit fáa lóggávuvald á øllum økjum og -úteftir telja við sum suverenur statur javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum. IV Landsins fíggjarpolitikkur Støðið undir tí fíggjarorku, landskassin hevur, er tað framleiðsluvirði, tjóðin skapar. Hetta framleiðslu- virði saman við eini upp- sparing er støðið undir einum komandi sjálvstøð- ugum búskapi. Um vit nú samanbera hesi grundsjónarmið Fólkaflok- sins við samgonguskjalið, hann hevur skriva undir saman við Sambands- og Javnaðarflokkinum, so er lætt at staðfesta at ikki er nógv samsvar ímillum orð og gerðir Fólkafloksins. Um ríkisrættarligu støð- una stendur í samgongu- skjalinum "Málið er at greiða viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar. Hetta skal gerast við lóg, so løgtingið hevur heimild at yvirtaka øll mál, undantikið málsøki, sum viðvíkja ríkis- eindini." Og víðari stendur um stjórnarskipanina "Arbeið- ið í grundlógarnevndini skal skipast av nýggjum. Uppgávan er at gera eina stjórnarskipanarlóg, sum eisini inniheldur ásetingar um mannarættindi og onn- ur rættindi. Umframt at lýsa verandi ríkisrættarligu støðu, skal lógin innihalda greiðar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, um ríkisrættarliga støðan verð- ur broytt." Fólkaflokkurin sveik fullveldið. Í hesum báðum brotum er onki sum bendir á at Fólka- flokkurin á nakran hátt vil arbeiða eftir stevnuskrá síni um ein suverenan stat. Tjóðskaparmálið er parkera hjá Sambands- og Javn- aðarflokkinum og flokk- urin hevur ongan vilja ella ættlan um at arbeiða fyri einum frælsum Føroyum. Kósin, sum var sett út í kortið eftir valið í ´98, var snarað 180 stig og øll mál um fullveldi slept, bæði við staðfestingini av at onki skal henda við "ríkiseind- ini" og tá skrivað er undir uppá at avtaka arbeiðið við grundlógini. Tann grundlóg sum kundið verið funda- mentið undir einum fræls- um Føroyum fyri øll. Hetta mátti verið svárt hjá Fólkafloksveljarum at liva við, og ófatiligt at teir kunnu liva við slíkum svíki frá flokki sínum. Hvat fer komandi ættarlig at siga til slíka polittiska viðfer av fullveldismálinum? Serliga við atlitið til at undanfarna samgonga kom styrkt út eftir valið 20. januar. Fókaflokkurin sveik búskaparstýringina Hyggja vit so eftir hvat stendir í samgonguskjalin- um um fíggjar- og bú- skaparpolitikkin so stendir " Inntøkur landskassans eru minkaðar. Tí er málið at fáa javnvág aftur á fíggjarlógina. Umframt at tálma útreiðslunum verður serligur dentur lagdur á at fáa inntøkurnar at vaksa við m.a. vinnupolitiskum tiltøkum." Tað sum er mest ræðandi í hesum brotið er tann veika orðingin um javnvág á fíggjarlógina, har tað bert er orða sum mál at fáa javnvág, og ikki sum krav. Tær útmeldingarnar, sum longu eru komnar frá sam- gonguni, eru sera skelk- andi. Undirskotið á fíggjar- lógini skal bert fíggjast við at nýta av uppsparda pen- inginum. Ábyrgdarloysi tá tað er ringast, og um vit føra tankan víðari fer hetta í síðsta enda at forkoma okkum møguleikan fyri einum sjálvberandi búskapi í Føroyum. Eisini orðingin um vinnupolitisk tiltøk eru ræðandi. Hetta fær ein at hugsa um almennan stuðul til eitt ódynamiskt vinnulív, sum vit sóu í 80´unum, og sum allir føroyingar alt ov væl kenna fylgjurnar av. Og aftur kunnu vit spyrja, var tað hesa kós fólkafloks- veljarin valdi 20. januar? Ella sveik Fólkaflokkurin so dyggiliga tað álit velj- arin gav honum valdagin? Fólkaflokkurin svikið fullveldis- og sjálvbjargniskósina Leygardagin 14. februar verður konsert í losjuni í Gøtu GRÓT KONSERT Andreas Dalsgaard andreasbacon@hotmail.com Tríggir eru bólkarnir, sum fara at spæla, og teir eita »Frostbit«, sum eru fýra mans í tali og spæla teir »fushion-experimental« rock. »Speaker«, sum sum júst hava spælt unplugged café- kvøld í margarinfabrikkini hóskvøldið. Og teir spæla »sveimandi-alternativan« rock. Og »48 Pages«, sum er manning úr fyrrverandi »hardcore« bólki Monkey Mongulia. Teir eru fýra í tali, og teir spæla »harðan-friðarligan- sýrutan rock«. Byrjað verður kl. 21, og kostnaður er 60 krónur fyri limir og 80 fyri tey, ið ikki eru limir. Øll eru vælkomin. Og eg ráði øllum til at fara til nakað, sum heilt sikkurt verður ein stak góð konsert í Gøtu leygarkvøldið! Grót konsert í Gøtu VIÐMERKINGAR Jón Ellendersen 1. Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað 2. Tú skalt ikki halda, at tú ert eins nógv og vit 3. Tú skalt ikki halda, at tú ert klókari enn vit 4. Tú skalt ikki billa tær inn, at tú ert betri enn vit 5. Tú skalt ikki halda, at tú veitst meiri enn vit 6. Tú skalt ikki halda, at tú ert meiri enn vit 7. Tú skalt ikki halda, at nøkur nytta er í tær 8. Tú skalt ikki flenna at okkum 9. Tú skalt ikki halda, at nakar leggur í teg 10. Tú skalt ikki halda, at tú kanst læra okkum nakað. Størsta mistakið Anfinn Kallsberg framdi var, at hann var nakað. Hann var hin best umtókti løgmað- urin í nýggjari tíð. Eisini visti hann, vegna tað undir- tøku hann fekk í fólkinum, at nakar legði í hann, og hann kundi við sínum diplomatisku evnum og framúrskarandi evnum sum samráðingarleiðari, læra okkum nakað. Og tað var nóg mikið, alt ov nóg mikið, og tað m.a. førdi til, at Tjóðveldis- flokkurin setti sær sum aðalmál at forkoma Anfinni Kallsberg. Nóg so heppið, kom bókin "Skjót Journal- istin" út beint um somu tíð sum Tjóðveldisflokkurin "lat bumburnar falla". Tað eyðnaðist at billa nærum øllum Føroya fólki inn, at í bókini vóru "nýggj- ar avdúkingar" um Frost- gate málið, avdúkingar sum vóru so ógvusligar, at Øssur og Grækaris sóu seg noyddar at skriva bókina. Men har var einki nýtt, yvirhøvur einki. Málið hevði tá verið so ofta frammi, vent og snara, gjøgnumlýst og endavent, at einki var eftir, og tískil var tað "nýggja" í bókini gamalt; nakað, sum øll vistu frammanundan. Ósekur fyri lógini og fólkinum Men ein stórur partur av fólkinum trúði, at tey høvdu fingið nakað nýtt at vita, og knappliga gjørdist Frostgate málið nógv meiri álvarsamt enn tað hevði verið - hóast einki nýtt var í málinum. Fólkið, og politikararnir gloymdu, at ein maður, sum er kendur ósekur ella hevur "goldið sín straff", ella ein maður, sum hevur gjørt eina avtalu um endurgjald, upprættan o.sfr., og hevur fullført hetta, er at rokna sum ein ósekur maður. Tað sigur lógin. Altso: Anfinn Kalls- berg var í lógarinnar eygum ósekur. Hin seki kundi tó veri grannskoðarin, sum handfór málið ógvuliga klossut. Men Anfinn kundi ikki longur roknast sum sekur. Men Høgni Hoydal ser- liga, fekk fólkið at hoppa uppá, at hann sæt við ein- um sannleika um Annfinn, sum var so ræðuligur, at hann ikki longur kundi røkja starvið sum løgmað- ur. Men eins og bókin, hevði Høgni einki uttan tað, sum longu var komið fram, fleiri ár frammanundan, og tískil átti Høgni at veri so mikið at sær komin, at hann virdi hetta rættiliga grund- leggjandi prinsippið í lógini: at ein maður, sum er kendur ósekur ella hevur "útstaðið sín straff", ella ein maður, sum hevur gjørt eina avtalu um endurgjald, upprættan o.sfr., og hevur fullført hetta, er at rokna sum ein ósekur maður. Anfinn stjól bílætið Sannleikin snúði seg ikki so nógv um tað, sum Anfinn framdi á Frost, men heldur meiri um, at Anfinn stjól "bílætið", hann var maðurin, fólkið vildi hava á pallinum. Høgni, saman við nøkrum tjóðveldis- pamparum, sá møguleikan fyri at fáa Anfinn niður við nakkanum, so Høgni sjálv- ur kundi gerast løgmaður, tí hann var jú varaløgmaður og átti sessin, um Anfinn varð noyddur frá. Tískil setti Tjóðveldisflokkurin Anfinni og Fólkaflokkinum trý alternativ, sum, og eg siteri Oddagrein í Dimmu 4. desember 2003: "Øll eru so at siga ein umbøn til løgmann um at fremja politiskt harakiri - sjálv- morð". Men ístaðin fyri at fremja politisk sjálvmorð, sum ætlanin hjá Tjóðveldis- flokkinum var, at Annfinn skuldi fremja, hevði hann ein 4. møguleika: At út- skriva nýval, og á tann hátt kundi Annfinn forða fyri, at Tjóðveldisflokkurin fekk løgmann. Og tað var heilt skilligt, at tjóðveldismenn høvdu vantað, at Fólka- flokkurin fór at ofra An- finn. Men teir forroknaðu seg og framdu ístaðin fyri eitt politiskt sjálvmorð. Tað vísti valið og samgongu- samráðingarnar síðani. Eisini tá tað kom til Før- oya fólk høvdu tjóðveldis- menn forrokna seg. Anfinn gjørdist enn meiri um- tøktur, og í kanning fyri og kanning eftir, har fólk vóru spurd hvønn tey vildu hava sum løgmann eftir valið, var Annfinn sigursharrin og Høgni hin stóri taparin. Ikki so frægt sum tjóð- veldisveljarar tóku undir við Høgna sum løgmans- evni. Men Høgni legði doyðin á, at hann ongar ætlanir hevði at gerast løgmaður, og, legði hann afturat, tað var heldur ikki tað, fólkið ynskti. Var tað tí, Høgni Valið var tó ikki meiri enn av, fyrr enn Høgni bjóðaði seg fram sum løgmann, og so kunnu vit siga, at roknistykki gekk upp - ella rættari: Sirkulin endaði. Tað var løgmansstarvið, sum alla tíðina hevði verið drívmegin í karaktermorð- inum av Anfinni Kallsberg. Hóast bæði Høgni og aðrir tjóðveldismenn hava noktað fyri tí, so sakni eg enn eitt prógv fyri, at Skjót Journalistin einki hevði við ætlaninar hjá Høgna Hoy- dal at gerast løgmaður, tí væl sleit Anfinn samgong- una, men við teimum trim- um alternativunum, Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokk- urin setti fram, hevði Anfinn einki annað í at velja enn at útskriva nýval. Men hetta kom sum sagt, sum eitt sjokk fyri tjóð- veldismenn. Nú høvdu teir roknað við, at teir fingu løgmanssessin. (framhald: Anfinn Kalls- berg samanborið við Drey- fus og Tønnes tilburðirnir) Johan Samuelsen Tað er ikki eiti á skola, sum Høgni Hoydal kemur við, nú eg royndi at vísa á, at Tjóðveldisflokkurin altíð hevur havt eina løgna, fast- grógvna politiska støðu, sum hevur verið so óliðilig, hetta við alt ella onki loysnum, at hann sum flokkur ongantíð sá møgu- leikar uttanvert landoddar- nar undir verandi stýris- skipan í norðurlendskum ella altjóða høpi. – Eg skrivaði m.a., at tað, sum hevur sermerkt henda flokk, hevur verið turka- trúgvin uppá, at bar alt ikki til, so bar onki til. Og hetta var eisini galdandi, tá tað snúði seg um umboðan í Norðurlandaráðnum. Tað var henda háðandi niður- gerðin bæði í talu og skrift av tankunum hjá P. M. Dam um vina- og frælsisbrævið, sum hann plagdi at nevna heimastýrislógina, sum var frammi. Nei, Tjóðveldis- flokkurin kallaði hana bert fyri eina víðkaða kommu- nallóg, sum als ikki kundi nýtast í argumentatiónini um eina møguliga føroyska umboðan í Norðurlanda- ráðnum, og harvið var tað, søgdu tjóðveldisoraklini! Men P. M. Dam gavst ong- antíð, hann trúði nevniliga upp á føroyskan tjóðskap (væl at merkja, uttan at spyrja í eyst ella vest um hetta var so ella ikki, sum tjóðveldismenn hava gjørt hesi seinastu 6 árini í Tinganesi!) og tí sjálvsøgd rættindi í Norðurlandaráð- num, og nýtti nógv av síni arbeiðsorku á fólkatingi upp á hetta hjartamál hans- ara. Og var hetta áðrenn Tjóðveldisflokkurin stillaði upp til fólkatingsval, men í staðin legði alla orku í her heima, í eina víttgangandi nationalismu og anti Nato politikki! Norðurlandafundurin í Reykjavík 1963 Men eftir at P.M.Dam fyrstu ferð var á fundi í Norðurlandaráðnum í Reykjavík 1963, umvegis fólkatingssessin, og fekk glið á henda spurningin, og fekk Merkið á fyrsta sinni at veitra undir liðini á hin- um norðurlendsku fløggun- um, samstundis sum hann helt eina eggjandi røðu á fundinum, har hann m.a. vísti á tað sjálvsagda, at Norðurlond, sum umboða frælsi, solidaritet og tole- ransu, meiri enn flestu lond í heiminum, áttu sjálvsagt at vísa henda hugburð í verki, og loyva smátjóðum, sum funnust í ymsu lond- unum, upp í part, tá raknaði Tjóðveldisflokkurin við og fekk kaldar føtur, men helt tó enn fast um kommunu- lógartesuna og tosaði aftur um neyðuga suverenitetin fyrst! Eisini sendi Willian Heinesen, stóra alheims- skald okkara, P. M. Dam telegram á fundin við takkarkvøðu fyri at hava staðið so manniliga og vart sjálvsøgd føroysk tjóðar- ynski. Veruleikan kenna vit øll í dag, og alt hetta virkar so sjálvsagt, men tá var tað slóðbrótandi politiskt ar- beiði, sum varð gjørt. Saðlaðu av nýggjum Men eg endurtaki, at tað er søgufalsan, um Tjóðveldis- flokkurin tekur sær æruna av limaskapi føroyinga í Norðurlandaráðnum. Onki er meiri skeivt enn tað – hetta reingist ikki! Men ráksnúnir og snildir hava tit altíð verið, og nú ráddi um at skifta hest, og skunda sær upp í stóra liðið, sum fegnaðist um norðurlanda- luttøkuna, eisini tjóðveldis- fólk, hóast aðrir høvdu slóðað fyri. Nú hóskaði tað seg ikki at grína og niður- gera meiri – úrslitið prógv- aði, at tað bar til. So nú mátti taktikkurin sjálvsagt broytast, ongantíð ov skjótt! Og helst uttan at føroyingar sóu alt ov týðiliga, hvønn vána leiklut Tjóðveldisflokkurin hevði havt í hesum máli. Søgan hjá Høgna byrjar í 1976 Men at Høgni Hoydal heldur, at norðurlandasøga føroyinga fyrst byrjar í 1976, ja, tað má standa fyri hansara egnu rokning, trúði annars, at maðurin var søgumaður – men hann gevur mær rætt, tá hann fær kroyst bururúr sær (citat): »og sjálvandi gjørdi P. M. Dam eitt stórt arbeiði, til tess at vinna Føroyum um- boðan í Norðurlandaráð- num afturi í 60-unum« – tað var her, at skjøtil varð settur á, tað er munurin, Høgni! Tað var júst hetta, eg vísti á í míni grein, at Tjóðveldisflokkurin flutti okkum ikki av fetinum í hesum máli. At seta seg aft- urá og geva upp upp á for- hond, nær hevur tað vunnið sóma og viðurkenning? Men hetta var so tjóð- veldispolitikkur anno 1963! Hetta var tað, sum eg vísti á í míni grein og einki annað. Hvør gjørdi hvat og nær í 1970-unum, 80-unum ella 90-unum, um tað var Erlendur Paturson ella Atli Dam, ella onkur annar, tað hevði onki við mína grein at gera um hetta mál.Tað arbeiðið var eitt heilt natúrligt framhald av tí slóðbrótandi arbeiði, sum P. M. Dam gjørdi at vinna Føroyum umboðan í Norð- urlandaráðnum. At so Tjóð- veldisflokkurin kom sjølk- andi aftaná og vildi sleppa at spæla við, og enntá taka sær æruna, er bert at flenna at! Eg fegnist sjálvandi saman við øllum hinum føroysku flokkunum um, at grundleggjandi sjónarmið- ini hjá P. M. Dam vunnu á mál, og at allir flokkar hava síðani tikið undir við hansara sjónarmiðum. Men ongin hevur enn gloymt atkvøðugreiðsluna í løg- tinginum 1. oktober 1969, tá Javnaðarflokkurin, Sam- bandsflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin einsamallir atkvøddu fyri umboðanini í Norðurlandaráðnum við 14 atkvøðum fyri og 5+1 ÍMÓTI og tær vóru allar úr tjóðveldisflokkinum, trúgvi tað, hvør ið vil – og 6 vóru blankar! Hetta er veruleikin Høgni Hoydal – løgið, at tú skuldi gloyma hasa avger- andi atkvøðunagreiðsluna og byrja tína »kunning« í 1976. Men, hensigten helliger midlet? Søguligu veruleikarnir kemur ein ikki uttanum. Høgni snarar til egnan fyrimun Karaktermorð í nýggjari tið 2: Jantelógin og forroknilsi hjá Tjóðveldisflokkinum C M Y K 11 10