fríggjadagur 21. oktober 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Áhugain fyri kórsangi her á landi hevur
er meira enn øld gamal. Tí er natúrligt
at kórsangur eisini hevur verið millum
føroyingar í útlegd.
Í Keypmannahavn sungu føroyingar í
kóri seinast í 1930-árunum. Ljómur varð
kórið kallað, men lá stilt frá miðskeiðis í 1950,
til Ólavur Hátún miðskeiðis í sekstiárunum
byrjaði tað aftur.
Í 1971 varð Húsakórið sett á stovn. Júst
afturkomin av konsertferð í Eysturríki
við Havnarkórinum settu tey fýra, Ása
Justinussen, Sólva Johannesen, Zacharias
Sørensen og Kári Bæk sær fyri at stovna
kór í Keypmannahavn, har tey høvdu sett
búgv. Fyrsti kórleiðari hjá kórinum var Alex
Sólstein, sum tað árið var á skeið í danska
høvuðsstaðnum.
Húsakórið fór at halda til í Føroyahúsi
num og harav kom navnið.
Í fyrstani var kórið ikki stórt – eini 15
sangarar, men við tíðini legðist afturat til tað
síðst í nítiárunum taldi knapt 60 sangarar. Í
dag syngja eini 40 sangarar í Húsakórinum.
Helst
var
fyrsta
framførslan
hjá
Húsakórinum tá kórið sang til veitslu
hjá Føroyingafelagnum á vetri 1972/73.
Kórið sang annars fyrstu árini til ymisk
mentanartiltøk í húsinum og hevði javnan
konsert í Sámuelskirkjuni á Nørre Brúgv,
har føroyska kirkjuliðið helt til.
Húsakórið er í dag sera virkið og syngur
til hópin av tiltøkum í Keypmannahavnar
umráðnum. Nevnast kann, at kórið hvørji
jól syngur í Samuelskirkjuni til jólaguð
stænastu, umframt at vitjað verður á
Sjúklingahotellinum Tórshavn. Kórið eigur
eisini stóran leiklut í sera vælumtóktu
Norðuratlantisku jólakonsertini, sum hvørt
ár verður fyriskipað í Helligåndskirkjuni á
Strøgnum.
Niðurgangstíðinar í Føroyum miðskeiðis
í 1990-árunum vóru uppgangstíðir hjá
føroyskum kórsangi í Keypmannahavn.
Húsakórið taldi tá um 55 sangarar og eitt
føroyskt kór afturat, Mpiri, varð sett á stovn
í býnum.
Húsakórið
luttók
og
fyriskipaði
í
hesum tíðarskeiðnum nakrar av stóru
Norðuratlantisku kórstevnunum, ið vóru
hildnar í ymiskum donskum býum. Av
størri verkum, sum Húsakórið, undir leiðslu
av Marianne Clausen, framførdi hetta tíðar
skeiðið, kunn nevnast Carmina Burana.
Kórið gav í 2005 gjøgnum Tutl út fløguna
Sólarmessa, við sangum, sum kórið hevði
sungið gjøgnum tíðina.
At kórið er eitt útisetakór ger, at stór
útskifting alla tíðina er í hópinum. Soleiðis
eisini millum kórleiðarar. Hesi 40 árini hevur
kórið havt 11 kórleiðarar og ómøguligt er at
meta um, hvussu mangir sangarar hava
sungið í kórinum. Hetta viðvirkar alt til, at
tónleikaliga støðið hevur verið skiftandi.
Men kórið hevur, við sínum sterka sosiala
profili, verið ein savningarmiðdepil millum
føroyingar í Keypmannahavn seinastu 40
árini. Mong eru eisini tey, sum við gleði
minnast aftur á tíðina í kórinum.
Vón mín er at instutitiónin Húsakórið
framhaldandi fer at savna og gleða, ikki
bara kórliminar, men eisini øll tey, sum fara
at líða á.
Í samband við 40 ára hátíðarhaldið hjá
kórinum verður skipa fyri gallakonsert á
Norðuratlantisku bryggjuni á Christians
havn leygardagin 22. oktober klokkan 15.00.
Leif Hansen
Kórleiðarar í tíðarrøð:
Alex Sólstein
1971 – 1972
Sámal Júst Ziska Dahl
1972 – 1973
Knút Olsen
1972 – 1973
Christian Wahl
1973 – 1978
Marianne Clausen
1978 – 1979
Bjarni Restorff
1979 – 1984
Símun Andrass Andreasen 1984
Marianne Clausen
1984 – 2000
Sunleif Rasmussen
2000 – 2001
Tórður á Brúnni
2001-2010
Leif Hansen
2010 – 2011
Benjamin Gåsedal
2011 -
Húsakór í 40 ár
Við sínum sterka sociala profili hevur Húsakórið
verið savningarmiðdepil millum føroyingar
í Keypmannahavn seinastu 40 árini
Føðingar
4. oktober fingu Sólvá
Jacobsen og Jóan Petur
Joensen, Sandavágur, ein
son. Hann vigaði 3738 g og
var 50 cm.
11. oktober fingu Selma
og Klæmund Johannesen
eina dóttur. Hon var 49 cm.
long og vigaði 2260 gr.
12. oktober fingu Laufey
og Pauli Hansen, Argir, ein
son. Hann var 55 cm. og
vigaði 3720 gr.
Julia Bogadóttir Simonsen
bleiv fødd 14. oktober. Hon
var 52 cm long og vigaði
3210 gr. Foreldrini eru
Anna og Bogi Simonsen úr
Klaksvík.
15. oktober fingu Johanna
Majken og Allan Eidesgaard
Poulsen, Tórshavn, ein son.
Hann var 54 cm langur og
vigaði 3300 gr.
16. oktober fingu Katrin
Jensen, Sørvágur og Heini
Dánjalsson
Thomsen,
Sandavágur, eina dóttur.
Hon var 52 cm. long og
vigaði 3345 gr.
23. august fingu Annika Á. Olsen og Rói
Hentze, eina lítla fitta diddu. Hon vigaði
3420 gr. og var 53 cm. lang.
14. september fingu Vígdis og Jógvan
Skorheim, Klaksvík, eina dóttur á Hvid
ovre Hospital. Hon vigaði 3608 gr. og var
53 cm. long.
28. september fingu Høgni og Lóa eina
líttlasystir. Hon var 53 cm. long og vigaði
3634 gr. Foreldrini eru Fía Lindenskov og
Steingrímur Funding og tey búgva í Valby.
6. oktober fingu Elsa Martina og Yuichi
Sakaguchi, úr Syðrugøtu, eina vakra fitta
dóttur. Hon vigaði 3565 gr. og var 52 cm.
long.
10. oktober fingu Kathrina F. Joensen, Vest
manna og Páll Hansen, Hvalvík, eina dóttur.
Hon var 53 cm. long og vigaði 3710 gr.
12. oktober fingu Eyðbjørg og Poul Henn
ing Jacobsen, Syðrugøta, ein son. Hann
var 52 cm. langur og vigaði 3375 gr. Systkin
(á myndini): Julia 5 ár og Kristian 3 ár.