Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í dag, fríggjadagin 21. oktober, verður Harald Hammer í Syðru­gøtu 70 ár. Nú er hann virkin pen­sion­ istur, sum er nógv í egn­ing­ arskúrðunum í Leirvík, og sum annars dámar væl at flóta og at vera uttandura. Haraldur varð í 1966 settur í starv sum lærari í Gøtu skúla, og har var hann alt sítt ar­ beiðs­lív. Harald er ættaður av Tvør­ oyri. Hann er sonur Hannefíu og Mikkjal Hammer. Pápin var av Tvøroyri, og mamman úr Sørvági. Kríggið leikaði á, tá Harald sá dagsins ljós. Hesa tíðina sóust týsk flogfør so at siga dagliga á okkara leiðum. Ein dagin fórust grannahúsini – tey hjá Dala-Mikkjali – heilt illa av bumbuálopi. Húsini hjá Hannefíu og Mikkjali vórðu eisini skadd. Hon slapp akkurát av húsinum við tí ný­ fødda, áðrenn bumban rakti. Eftir hetta fluttu Hannefía og Mikkjal til Vágs, har tey hildu til í Tippinum. Tá kríggið var liðugt, fóru tey norður aftur. Harald er elstur av fimm systkjum. Hini eru Juilius, sum búði í Hvalba og ikki er millum okkara meiri, Jóhannes, sum býr í Danmark, Terji, sum býr á Tvøroyri, og Eydna, sum býr í Havnini. Hinir brøðurnir vóru skips­menn, men hjá Haraldi stóð hugurin til bókina, og hann leyk prógv á Føroya Lær­ara­skúla í 1966. Sum ný­ klækt­ur lærari fór Harald til Mykinesar at vera lærari í eitt ár. Harald tosar um hetta árið sum nakað serligt. Tað vóru stundir at lesa, og tað var góður lívsførningur at síggja og vera uppií bygdarlívinum, ikki minst tá tað ráddi um innløgu. Harald fann sær konu í Fuglafirði. Sonja, sum er fødd Poulsen, og tey eiga trý børn: Jóna, sum er fødd í 1968, býr í Fuglafirði, Jonhard, sum er føddur í 1971, býr í Gøtu, og Meiken, sum er fødd í 1975, býr í Svendborg. Harald hevur altíð verið bitin av ítróttini, og hann hev­ ur eisini verið virkin – bæði sum íðkandi og í nevnd­ar­ arbeiði. Áðrenn hann kom til Gøtu hevði hann spælt fótbólt og hondbólt og róð kapp á Tvøroyri og í Havnini, har hann var Neista maður. Gøtumenn royndu seg fyrstu ferð í fótbólti stutt eftir, at fótbóltsvøllurin var komin, og Harald spældi við. Millum liðfelagarnar kunnu nevnast Jákup Jacobsen, Símun Konoy, Líggjas Hansen, Ólavur á Toft­ ini, Jóannes Gøthe og John Pet­ er­sen, sum tá arbeiddi á Skála. Í Gøtu kom Harald Hamm­ er beinanvegin upp í nevnd­ ar­arbeiðið. Hann var limur í nevndini fyri GÍ frá 1967 og fram til 1985, og hann var formaður frá 1974 og fram til 1979. Hetta síðsta árið var tað, at GÍ vann 2. deild og flutti upp í fremstu røð, har teir hava verið síðani. Harald stóð í fleiri ár sum umboðsmaður fyri fót­bóltin og hondbóltin í Gøtu. Nakað eftir at hann fór úr GÍ nevndini, fór Harald at hjálpa til í borðtennis. Eftir at oyggjaleikirnir høvdu verið í Føroyum í 1989, gjørdist hann nevndarlimur í Borðtennissambandinum, og har var hann inntil í 1997. Harald er framvegis áhugaður í ítrótti og fylgir væl við. Tá ið Víkingur spælir, sær hann teir flestu Vodafon dystirnar. Líka gott sum lagið er, tá Víkingur vinnur, líka keddur er hann, tá liðið tapir. Hann og Sonja eiga seks barnabørn, og tey verður nógv tíð brúkt uppá. TØKK TØKK Týsdagin 18. oktober andaðist Randi Joensen, Tórfinsgøta 30, Tórshavn. Randi er fødd við Norð­ skála 5. mars í 1932. Tá hon er trý ára gomul fluttu tey í nýggju húsini á Oyrarbakka. Foreldur hennara vóru Lena og Jógvan Joensen. Lena, fødd Nysted, var frá Norð­ skála, og Jógvan úr Leynum, nevndur. Randi vaks upp í fiski­ mannaheimi, og har var fjálgt og gott heima í einbýlinum á Oyrarbakka. Tey vóru fimm systkin, Randi, Daniella, Ják­ up, Rólant og Súsanna. Við Randi er ein sjáldsama virkin og nærløgd kvinna horvin úr myndini. Hon var alla sína tíð virkin og fegin um lívið, og hon vildi stuðla og menna tað hon orkaði. Ung fer hon á háskúla og síðani fer hon til verka: Fyrst arbeiðsgenta í húsin­ um hjá Jóannes av Skarði, há­skúlastjóra. Hon er ar­ beiðs­genta hjá Miu Trónd, tann­lækna, í fýra ár. Á Sjó­ mans­heiminum er hon í tveim­um skiftum. Hon fer niður í 1954 at læra til sjúkrasystur, men Korea­kríggið hevði við sær, at hon fer heimaftur, áðrenn læran var av. Randi og Leivur giftust 16. september í 1958. Tey búgva á Oyrarbakka til tey flyta í nýbygdu húsini í Tórfinsgøtu í Havn. Eldru døtrarnar, Jónleyg og Andrea eru føddar á Oyrarbakka í 1959 og í 1963, meðan yngsta dóttirin, Lena, er fødd í Havn í 1968. Randi arbeiddi sum hjálp­ ar­fólk í Frítíðar­heiminum í Skriv­aragøtu í 25 ár. Hennara nær­lagni var stórt, hon var al­ tíð tøk, tá ið heitt varð á hana. Randi var á ungum árum ófør í Havnar Róðrarfelag. Hon var limur í Losjuni í Havn, og hevur øll árini tikið lut í felagsarbeiðinum. Hesi seinni árini við tiltøkum fyri tilkomin og eldri, sum Losjan hevur stílað fyri síðani áttati­ árini. Í heiminum í Tórfinsgøtu kom altíð nógv fólk. Ættar­ kær var hon, ongan gloymdi hon. Nú hon er horvin úr myndini, eru vit mong, ið sakna Randi. Men eftir eiga vit minni um eina menniskju, ið gav nógv í lívi sínum. Randi var livandi og góðgerin, har hon ferðaðist. Ikki minst fyri ommubørnini, sum eru átta í tali. Saknurin verður stórur hjá Leivi, hjá døtrunum og ommubørnum, og tómleikin somuleiðis. jl Randi Joensen farin Harald Hammer 70 ár Nøvn Kunngjørt verður, at okkara høgt elskaða kona, mamma, vermamma og omma Randi Joensen andaðist týsdagin, 18. oktober 2011, 79 ára gomul. Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum leygardagin 22. oktober kl. 18.00. Jarðarferðin verður sunnudagin 23. oktober kl. 15.00 úr Vesturkirkjuni. Goymd, men aldrin gloymd. Betri at hava havt teg, og mist teg, enn ongantíð kent teg. Leivur, Jónley, Andrea og Lena v/ familjum