Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Súsanna Funding Vit hava javnan tosað um, at løgið er, at eingin ferðslu­­van­lukka er hend á Flatar­vegn­um. Vit sum búgva í øki­­num mugu ferð eftir ferð ásanna, at bilar­nir koyra ikki oman eftir Flatar­vegn­um, nei, teir flúgva! Teir koma omaneftir við so rúk­andi ferð, at teir fara beint oman eftir miðjuni av vegnum, taka ikki eingong svingini. Tíverri hendi so hendan vanlukkan, har ein barnagarðsflokkur verður árendur á gongubreytini. Skaðin er ríkiliga stórur í sær sjálvum, men lukkutíð lá eingin eftir á. Sonur mín, sum er 8 ára gamal, kom við sama bussi sum barna­garðs­børnini. Til hansara fyri­mun gekk hann eitt lítið petti framm­ an fyri hini børnini, og hevði hann sneitt inn á Móritsar­veg, tá hann brád­ liga hoyrir skríggj og grát aftan fyri seg. Hann kom hjartkiptur til húsa at siga frá, at okkurt ræðu­ligt var hent. Eg kenni meg hepn­ an, at mín sonur slapp óskalað­­ur, men onkur annar eigur hini børn­ini, sum ikki sluppu undan! Í dag síggi eg, at teir seta ferðtálmarar (vegbungur) á Flat­arvegin! Tað var upp á tíð­ina! Hetta kemur ikki ov tíð­­­liga, men gott at tað kem­­ur! Hetta fer vón­­andi at minka um ferð­ina á bilunum. So er tað Løgmanna­ breyt, har vegurin kemur om­an í Vegin Langa. Har er skil­ið einki frægari, held­ur tvørt­ur­ímóti. Eg eigi tvey skúla­­børn og tað er við biv­­andi hjarta, at tey fara til gongu um morgn­ar­nar. Eg andi lætt­an hvønn morgun, tá klokkan er farin av 8, og eingin út­rykn­ingur hevur verið. Tí at fara tvørt­urum Løg­manna­­breytt er alt annað enn trygt. Tað er lívs­hættis­ligt. Síðsta pettið oman eftir Løg­­ mannabreyt er 4 sporað­ ur vegur og er mest sum ein motorvegur. Bilar­nir koma við tí rúk­andi ferð omaneftir. Gongu­teig­ urin niðast við er tvørtur um 4 sporaðan veg. Eina ferð dóttirin gekk í skúla steðgar fyrsti bilurin og hon fer tvørturum. Last­ bilur í næsta sporinum hevði ikki varn­ast hana, men megnaði akkurát at bremsa, so hon slapp óskal­að. Eftir hesa hending, gekk long tíð, har hon ikki tordi at ganga í skúla. Tað er so nógv ferðsla við hesa sam­ ankoming, at tað er valla størri nakra aðra­staðnis í landinum. 2 skúlar eru í hesum økinum, og tískil eisini nógv børn. Tað er ikki at skilja, at kommunan útbyggir ein so risastóran býling sum Løg­mannabreyt + síðu­ gøt­ur, uttan at tryggja fót­gang­arar, sum skulu tvørtur­um veg­in niðast við. Tíverri skal altíð onkur van­lukka henda, áðrenn tiltøk verða sett í verk. Nú hendi tað so á Flatar­vegnum, og eg vóni so sanni­liga, at komm­ unan tryggjar veg­in við Løg­­manna­breyt eins og nú verður gjørt á Flat­ar­­ vegn­­um. Eg kann prísa meg lukkuliga, at eg enn eigi øll míni børn, men nú kann tað vera well við at dúva upp á eydnuna. Her skal okkurt setast í verk at fyribyrgja fleiri vanlukkur. So hendi syndarliga vanlukkan – sum vit flatarbúgvar hava óttast so leingi. Nú bíða vit bara til ein syndarlig vanlukka hendir á Løg­ mannabreyt, ella skulu vit bíða? Kortini eri eg farin at ivast í, um eg skal fara á val. Ikki tí at eg vænti, at tey meinsku fara at frøast, og tey góðu fara at gráta, um eg fari á val ella ikki. Men um vit veruliga meina hetta við demokratiinum, áttu vit so ikki at harmast um, at ein samfelagsborgari umhugsar at havna síni rættindi? Tað skuldi eg meint. Uttan so, at hesin forherðingurin hevur umráðandi grundir til at ivast í, um okkara samfelag virkar sum eitt demokrati. Íðan, hvat veit eg um hvussu eitt demokratii eigur at virka? Ikki so nógv annað enn tað Edward Albee sigur um tað: Vit kundu fingið alt, vit ynskja okkum, men tá ið saman um kemur, fáa vit tað, vit hava uppiborið. Valevni hjá Fólkaflokki­ num, Annika Olsen, myndar trupulleikan: “Vit hava kopierað dan­skar lógir, lógir, sum eru til­evn­aðar eitt samfelag til 5 mió. íbúgvar, altso lógir, ið eru pass­andi og nýtiligar til eitt heilt ann að samfelag enn okkara.” Og hon heldur fram: “Vit skulu hava smidligar lógir, ið eru tilevnaðar eitt íbúgvaratal, sum okkara, lóg­ir, ið eru tillagaðar føroy­ ska samfelagið og føroyska tørvin.” (Vágaportal­urin 4. oktober 2011). Hví talið á íbúgvarum og lógir skulu samsvara er ein gáta, sum bert Annika kann svara okkum uppá. Men hví brúka dýrgoldna orku til eitt serføroyskt lógarsavn, uttan so, at Annika ætlar at geva tí rættarliga óskilinum enn fríari ræsur? Sum er gongur uppá stás at rangsnúgva donsku lógir­ nar, so tær passa til føroyska tørvin. Avleiðingarnar av óreiði­ lig­um morali og gramm­um ævintýrarum eru hugstoyt­ andi, ikki bara í Føroyum, men um allan vesturheimin. Lógir tryggja hvørki skynsemi ella vandaligan handilsmoral. Her hjá okkum fór størsti bankin á heysin, og fíggjar­ liga grundarlagið syndr­aðist undan privatum og virkj­ um. Bankastjórarnir róptu virð­ini, teir umsótu, “váða­ fúsan kapital”. Tá ið alt var sett í váða, góvu teir sunnu­ dags­­klæddu geiparar­nir fíggjarkrepp­uni skyldina, sum var talan um eina óreingi­­liga natúrlóg. Vit, ið eru ov tornom til at skilja tey tungusnjøllu, vistu ikki betur enn, at fíggjar­ kreppan komst av, at bank­ arnir spæla mata­dor við peng­ unum, viðskifta­fólki lænir teimum. Tað, ið ikki varð oytt á altjóða parta­­­­bræva­­­markn­ að­anum, varð latið øðrum sunnudags­klædd­­um geipar­ um at byggja skýborgir fyri. Vit trúðu at demokratiið fór at ýva seg, nú spøkilsið frá hálvfemsunum fór at ganga aftur - at hetta ábyrgdarleysa stórlætið hjá matadorunum var nakað, rættarsamfelagið átti at blanda seg uppí, men tey tornomu hava ikki skilt, at fíggjarkervið hevur sítt egna, super-liberalistiska lív. Tey tornomu løna bankunum fyri teirra kreativitet við fíggjarpakkum. Banka­pakk­ ar, rópa tingfólk tað. Vit minnast eisini tá ið megin­ parturin av egin­peningi­num í privatu fyritøkuni Smyril Line hvarv í kjalarvørrinum á Norrønu. Sum ikki einaferð skuldu tey tornomu bjarga teirri frælsu liberalismuni, tá ið hennara egna frælsi hevði slúkt hana. “Vit eru eitt siglandi fólk, kosta tað, tað má!”, venaði løgmaður seg, og Løgtingið játtaði 20 milliónir av skatta­ inn­tøkunum at veita bráð­við­ gerð til kollsigldu fyritøkuna. Aftur fingu vit tað, vit høvdu uppiborið. Demokratiið er vorðið tátan hjá fjøldini, meðan andin frá Silicon Valley liggur yvir liberalistiska kervinum, og tey sum eru vald, verða kvald í andanum. Eingin løgtingslimur hevur hug at forgera sínum politiska lívi við at erta tær illgrunaverdu greinirnar av privatu vinn­ uni. Viðurskifti ið skelka okkara rættarkenslu verða tagd burtur. Hinvegin er tað eitt týðandi ítriv hjá sitandi landsstýrum at gera mál, ið aðrastaðni hoyra undir fyrisitingardeildirnar, til politiskar aðaltættir. Í øðrum demokratium verður slíkt javnsett við politisk sjálvmorð. Men ikki í okkara stýrisskipan. Ting­fólk klandr­ ast um makrel­kvotur, fiski­ loyvi og fiskidaga­skipan­ir í staðin fyri at skapa yvir­ skipaðan politikk. Tunnilsprosjekt, ið krevja ómátaligar íleggingingar, svass og sjálvssvik um 266B, rúsdrekkaframleiðslu, promillumørk og bakdyr í Rúsuna, er sovorðið, ið fáa tingfólk at tyrpast um røðara­ pallin. ICES fær skyldina fyri, at fiskivinnu­politikk­urin er ein satira, ES fær skyldina fyri, at vit ikki sleppa at fiska allan makrelin, humanisman og umheimurin annars fær skyldina fyri alt hitt óskilið. Og nú nærkast valið. Tey sum vilja verða vald, eru farin at krøkja valagn á atkvøðukrókarnar. Sum vant er tað mesta so útgjarað, at tey fyri tað kundu lova betri veðurlag á fótbóltsvøllunum og súkklistunun undan­ brekku. Fleiri av teimum lova skatta­lætta til alt fólkið, sam­ stundis sum tey tvíhalda um, at vit skulu hava trý javnsett sjúkrahús. Eg dugi so frægt av lítlu­ tabell, at eg kann rokna út, at skal eitt samfelag við 48.000 íbúgvum reka trý fult útgjørd sjúkrahús, ið øll siga seg veita viðgerðir á hægsta stigi, og sum væl at merkja hava akutttilbúgving alt samdøgrið, so er ikki ráð til skattalættan. Politiskt sakligar grundgevingar fyri at hava trý sjúkrahús hava ongantíð verið førdar fram. Men tá ið so er, at politikarar meina, at heilsupolitikkur er ein spurningur um, hvussu nógv sjúkrahús vit hava, og ikki um hvørjar tænastur, vit eru før fyri at veita og ment at fíggja, fáa vit sjálvandi tað, vit hava uppiborið. Veljararnir, vit tornomu, hava tó ikki álvarsligari skyn­semisbrek enn so, at vit vita, hvør tann dulda dags­ skráin aftanfyri politiska skilaloysið er. Tað er sovorðið, ið fær meg til at ivast í, hvussu demo­ kratiskt samfelag okkara er, og sostatt at ivast í, um tað er vert hjá mær at fara á val. William Smith Argir Hví eg (kanska) ikki fari á løgtingsval Frælsi til at velja síni parla­mentarisku umboð er grund­ støðið í eini demo­krat­iskari sam­felag­­skipan og verður hildið at vera mill­um týdn­ingarmestu mannarættindi