Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Seinastu mánaðirnar hevur 17 ára gamli Jákup sitið á kamarinum og spælt teldu. Tá hann also ikki er úti við vin­monnunum og drekkur øl. Dagur er nátt, og nátt er dagur. Hann fór úr 10. flokki og ætlaði at finna arbeiði, men higartil hava allar royndir verið til fánýtis. Tí má mamman, sum er einsamøll við honum, punga út, hvørja fer hann skal hava pengar til ein býtúr, talutíð ella bara ein burgara. Men hon hevur hvørki hug ella ráð til hetta longur. Og slett ikki nú, seinasta bragdið hjá soninum var, at hann og nakrir vinmenn rændu eina kiosk eftir siggarettum. Sjálvur kundi Jákup hugs­ að sær at farið niður komandi ár - ella kanska okkurt annað. Hann veit ikki ordiliga. Tí Jákup hevur longu mist álitið á seg sjálvan, og vónina um, at brúk er fyri honum. Og mamman fær onki gjørt. Max ein mánað arbeiðsleys Vit eiga at seta okkum sum mál, at ung, arbeiðsleys skulu út og í gongd við okkurt mein­ ingsfult, í seinasta lagi ein mánað eftir, at tey eru vorðin arbeiðsleys. Og hetta má setast í verk beinanvegin! Meiningsfult tilboð kundi verið útbúgving, starv, starvs­venjing, skeið, há­skúla­ skeið, samfelags­tæn­asta ella annað. Vit í Javnaðarflokkinum vilja virka fyri eini ungsóms- og lestrarávísing, har hin ungi, saman við kønum ráð­ gevum, leggur eina ætlan fyri komandi tíðina. Varandi arr Tað hevur leingi verið ynski­ ligt at savna ymsar arbeiðs­ marknaðarstovnar, so sum ALS, barsilsgrunn, samhalds­ fasta og gerðarættin, í einum arbeiðsmarknaðardepli. Vit skjóta upp, at hesin eisini hevur eina ungdómsávísing fyri ung arbeiðsleys, umframt ein arbeiðsmarknaðarútbú gvingargrunn til umskúling av vaksnum ófaklærdum. Hesin seinni skal fíggjast við ávísum prosentparti av tilfeingisgjaldinum. Tí, sum sagt varð í einum stak óítøkiligum áliti um ung­ dómsarbeiðsloysi herfyri: "Fylgjurnar av arbeiðs­ loysi fyri ung kunnu við mynda­máli lýsast soleiðis, at meðan vaksin fáa skursl og blá merki, so fáa ung varandi arr". Og tað hava vit ikki ráð til, tí vit hava brúk fyri hvørjum knokki og hvørjari sál at byggja hetta land! Rigmor Dam valevni hjá Javnaðarflokkinum www.rigmor.fo http://rigmor.fo/ images/sofaliv.jpg LØGtingsvalið 2011 Sofalív í telduvík Tað er synd at siga, at orða­ skiftið um javnstøðu hevur fylt nógv í Framsókn. Tá ið Framsókn varð settur á stovn við ársbyrjan í ár, varð meldað út alt fyri eitt, at flokkurin vil virka fyri javnrætti. Og vit avráddu, at vit vildu ikki bara tosa um javnstøðu. Vit vildu vísa tað í verki. Tá ið flokkurin skuldi finna skikkað valevni til løgtingsvalið, var frymilin satt at siga rættiliga einfald­ ur. Eins nógvar kvinnur sum menn skuldi vera á listanum. Vit taldu tvær ferðir upp í sjey. Sjey menn og sjey kvinnur. Við uppstillingini hevur Framsókn prógvað sítt virð­ ið, tá ið tað kemur til javn­ rætt. Eftir øllum at døma var neyðugt, at ein nýggj­ ur flokkur skuldi koma undan kavi, áðrenn nakar flokkur kundi vísa á veru­ liga javnstøðu á valevnis­ listunum. Hyggja vit nærri at býti­ num hjá hinum flokkum, so er myndin henda: Tjóðveldi 42% Kvinnur Javnaðarflokkurin 39% Kvinnur Sjálvstýrisflokkurin 33% Kvinnur Fólkaflokkurin 31% Kvinnur Sambandsflokkurin 22% Kvinnur Miðflokkurin 17% Kvinnur Dagur og Vika valdi mána­ kvøldið at varpa ljós á vant­ andi javnstøðuna á valevnis­ listunum. Tað harmar meg almikið, at sjónvarpið hjá Kringvarpinum í sínum inn­ slagi valdi at klippa brotið burtur, har tað varð stað­ fest, at Framsókn hevur javn­­støðu á sínum lista. Henda raðfesting er heilt marg­háttlig, tá ið innslagið jú royndi at lýsa støðuna á javn­støðu­økinum í teimum ymisku flokkunum. Løgtingsvalið 2011 er søgu­ ligt. Meðan allir aðrir flokkar hava tosað um javnstøðu í nógv ár, er hetta fyrstu ferð, at ein flokkur vísir, at tað ber saktans til at hava eins nógvar menn og kvinnur á listanum. Vel tí Framsókn Vit gera sum vit siga, og siga sum vit gera! Framsókn er javnrættur Janus Rein valevni hjá Framsókn LØGtingsvalið 2011 Føroyar kundu eins væl marknaðarført seg sum films­land ella filmlocation, sum tað eitur á fakmáli. Men tað krevur, at vit gera vart við, at Føroyar eru til, og at vit seta tiltøk í verk, ið gera tað smidligt hjá útlendskum filmsfyritøkum at taka upp í Føroyum. Fleiri fyrimunir í mun til onnur lond Vit hava fleiri fyrimunir í Føroyum í mun til onnur lond. Fyri tað fyrsta hava vit eina stórsligna og ævintýrkenda náttúru við høgum tindum, brøttum bergum, djúpum dølum og grønum líðum. Fyri tað næsta eru vit serstakliga fleksibul – tað er skjótt at seta ting í verk í Føroyum, t.d. at stongja vegir fyri ferðslu og at fáa loyvi at taka upp ymsastaðni. Fyri tað triðja ger okkara stødd og góða samferðslukervi tað lætt og bíligt at koma runt uppá stutta tíð. Eitt filmslið kann taka upp í brattlendi í Suður­ oy fyrrapartin og á sandi­num í Saksun seinnapartin. Hendir ikki av sær sjálvum... Men eitt útlendskt filmslið kemur ikki til Føroyar at taka upp av sínum eintingum. Filmsvinnan í Íslandi blómar, tí at mann frá almennari síðu hevur valt at stimbra hesa vinnu. Í Ísland hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa útlendsk filmslið til landið. Ein umboðsstova er stovnað, ið veitir ókeypis kunning til útlendsk filmslið um møgu­ leikar at gera upptøkur í landi­num. Harafturat hevur man lagt seg eftir at hava neyð­uga útgerð til taks og at kunna bjóða góð upptøkuhøli og know-how. Hetta, saman við møguleikanum hjá films­ liðum at fáa 20 prosent av fram­leiðslukostnaðinum endur­­goldn­an, hevur virk­ að til at Ísland er vorð­ið eitt áhugavert filmsupptøku­ land. At menna Føroyar sum filmsland - ein íløga í framtíðina Ein skipað tilgongd at menna Føroyar sum films­land krev­ ur bæði orku og fígging. Hin­ vegin kann ein stórfilmur, ið er tikin upp í Føroyum, hava risa­stóra ávirkan á føroy­­ska sam­felagið og ikki minst ferða­­vinnuna. Aftaná Lord of the Rings fóru fólk í hópatali til Nýsæland at upp­liva Middle Earth, og filmar sum James Bond hava gjørt sítt til at films­­fram­leiðarar og ferða­ fólk valfarta til Íslands. Eg dugi væl at ímynda mær, at næsti James Bond filmurin veður tikin upp í Føroyum. – Síggi longu fyri mær hvussu Daniel Craig situr við einum Dry Martini... shaken, not stirred... og nýtur útsýnið uppi á Reyðafelstindi aftan á ein strævnan dag í bjørgunum! Men tað krevur, at vit tora at gera eina íløgu í framtíðina ... you live to die another day ... Eg eri við! Les meira um mínar hugsanir og hjartamál á www.tjodveldi.fo/margretha ella á Facebook. LØGtingsvalið 2011 Margretha Nónklett valevni fyri Tjóðveldi Welcome to the Faroe Islands, Mr. Bond Íslendska filmsvinnan hevur veruliga tikið dik á seg síðani miðskeiðis í hálvfemsunum. Fleiri stórfilmar eru tiknir upp í Íslandi, eitt nú “Batman Begins” og James Bond filmur­in “Die Another Day”