Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Eitt barn hevur serligar egin­ leikar og ikki serligan tørv. Sum borgari eigur tú at vera við í einum felagsskapi og ikki uttanfyri. Við sterk­ um felagsskapum – ein­um sterk­ari samfelag – eitt sam­ felag við fjølbroytni – eitt samfelag, ið rúmar. Tey við serligum egin­leik­ um eru ikki øðrvísi. Felags­ skapurin er øðrvísi, um felags­ skapurin ikki rúmar hesum, so er tað felagsskapinum tað er galið við og ikki teimum við serligum eginleikum. Halda vit á at lítilsgera tey við serligum eginleikum, so verður eingin sosial menning til tað einstaka barnið við serligum eginleikum, tí barnið mennist i felagsskapinum. Tað merkir at vit fáa eitt smalt einssporað samfelag og ein felagsskap við lítlari og ongari rúmd. Tað merkir eisini at vit mugu brúka enn meira orku upp á serøkið, so vit missa meira fyri minni. Arbeiði við børnum við serligum eginleikum skal ger­ ast málrættað og við stórari orku líka frá barns­beini av. So spara vit sam­felagn­ um í síðsta enda, geva flest møgulig­um lívsdygd og sam­ felagnum góðar borgarar. Tí skulu vit raðfesta ser­ ligar eginleikar á jøvnum føti í felagsskapinum. Hetta tí at tað er umráðandi fyri sam­felagið, at børn læra at rúma hvørjum øðrum, eisini teim­um við serligum eginleikum. Vit tosa um ein rúm­lig­ari arbeiðsmarknað. Hvussu kunnu vit vænta, at tað er rúmligt á arbeiðs­markn­aði­ num, um ikki rúmligt er í barnagørðum, skúlum og samfelagnum annars. Øll geva sítt til samfelagið, eisini tey við serligum egin­ leik­um. Spyr bara tey, ið varða av hesum bólki ! Við at flyta orku frá ser­ øki­num til normaløki, fáa vit ein gerandisdagin, ið rúmar øllum, ein mennandi gerandis­dag, eisini fyri tey við serligum eginleikum. Her hugsi eg um at leggja um stuðulsfólkaskipanina í eitt størri tvørfakligt sam­ starv, bæði innan barnagarð og skúlagátt. Møguliga eina nýskipan barna- og ung­dóms­ økið. At vit broyta ser­støð­ una(einkarættin) í skúlunum og fáa breiðari fakliga vitan inn um skúla­gáttina og inn í barnaøki sum heild. At avvarandi at børnum við serligar eginleikar, ikki skulu biddaragongd, hvørja ferð søkjast skal um stuðul ella hjálpitól. At arbeiði við hesum børn­ um skal verða raðfest í einum langtíðar høpi, so bæði børn, avvarandi og starvsfólk betri kunnu arbeiða málrættað við langtíðarætlanum. Barnið er ikki trupulleikin. Heldur er tað felagsskapurin, ið ikki megnar at rúma barni­ num. Í veruleikanum er øll annarleiðis enn hini. Í felagsskapinum eru margfeldi og ymisleiki ein dygd og ikki ein byrða. • Finna styrkir og dygdir tíðliga á lívsleiðini, og síðan stimbra hesar. • Geva rúm fyri at vera og hugsa øðrvísi. • Viðurkenna ymisleiki og fjølbroytni sum styrkir í einum og hvørjum samfelag. • Fólkaskúlin skal vera ann­að og meira enn bert fyri­ reiking til miðnámsskúlar. • At fevna og ikki útihýsa. • Tað er ikki tann við ser­ ligu eginleikunum, sum er øðr­vísi, men felagsskapurin er øðrvísi. • Eitt barn hevur serligar eginleikar og ikki serligan tørv. • Tað er ikki barni, sum hevur ein trupulleika, men felagsskapurin sum vantar rúmd. Hjørdis Viberg Valevni hjá Framsókn LØGtingsvalið 2011 Fevndur ella útihýstur - tað rúmliga samfelagið Vit hava tvinnar høvuðs­ inntøkur í okkara samfelag. Onnur er trygg, men lítil, meðan hin er órtygg frá ári til ár og altavgerandi fyri, hvat vit hava av pen­ingi at ráða yvir. Eg hugsi um blokk­ stuðulin og fiski­vinnuna í víðastu merking. Um blokk­ stuðul­in er ikki stórt annað at siga enn, at tann inn­tøk­an varð munandi niður­skorin eftir okkara egna ynski, tíverri uttan at nakað muna­ gott varð gjørt fyri at skapa aðrar inntøkur í staðin. Tilgongd Tað má vera fyrsta og fremsta uppgávan hjá einum nýggj­um løgting at fara undir eina menningar­ tilgongd fyri at skapa betri fortreytir fyri nýggj­um vinnuvegum, sum kunnu skapa fleiri arbeiðs­pláss og størri inn­tøkur, bæði til vinnuna og tað almenna. Hetta má gerast í sam­ starvi við fólk í øllum vinnu­ greinum, so tað ikki bara vera upplop, sum ikki hava livilíkindi. Meðan hetta verður gjørt er neyðugt at skapa tryggari og meira varandi karmar um fiskivinnuna, sum verð­ur okk­ara álit nógv ár frameftir. Stertarnir Vit fingu eina nýggja fiski­ vinnulóg í 1994, ein lóg, ið av mongum verður mett at vera so fløkt, at hvør skipari og reiðari má hava hægstu løgfrøðiligu útbúgving fyri at finna út av henni. Hendan sama lóg, ið er grundarlagið undir okkara høvuðs útflutn­ings­vinnu, er broytt heilar 41 ferðir, síðan hon var samtykt. Vit hava eisini alivinnuna, ið fyri fáum árum síðani ók á knøunum, men sum nú blómar aftur. Hetta er hent eftir, at nýggir lógar­karm­ ar vórðu skaptir í góðum samstarvi millum myndug­ leikarnar og alivinnuna. Nú er áhugi í londunum uttan um okkum at seta seg inn í okkara skipan av alivinnuni. Óvissan Eg haldi at vit skylda okkara høvuðsvinnu og sam­ felagnum at fara undir eina líknandi tilgongd fyri fiski­ vinnuna. Tað einasta vissa, ið vinnan hevur at halda seg til er, at 1. januar 2018 fella øll veiðu- og fiskiloyvi burtur, og enn er einki veruligt hent síðan 2007, tá hetta varð samtykt. Vit mugu fara undir eina nýskipan fyri fiskivinnuna, og hetta eigur, eins og varð gjørt við alivinnuna, at verða gjørt í góðum samstarvi við viðkomandi partar, so vit skapa skilagóðar karmar fyri okkara høvuðsvinnu. Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg verði vald. Les meira á www.kristianna.fo Vinnu­­- re­formur Kristianna Winther Poulsen valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum LØGtingsvalið 2011 Samstundis sum føroyska hús­ arhaldið bløðir, hevur fíggjar­ lógin eitt hall uppá næstan kr. 500 mió. Almennu Føroyar brúka nær­­­um kr. 1,5mió. ov nógv um dagin. Skuld, sum sitandi politikk­arar hava drigið oman yvir skatt­gjald­ar­ an, tí ábyrgd­in, sum var litin teimum upp í hendur, ikki hevur verið um­sitin við nóg góðum skynsemi. Búskaparpolitikkurin, ið sýgur mergin úr føroyingum, og leggur stein oman á byrðu, má steðgast. Rætta gongdin er at tálma almennu útreiðslunum, tryggja skatta­ steðg og skapa karmar fyri búskaparvøksturi. Politikkarar mugu broyta hugburð Bogin er spentur hjá føroyska húsarhaldinum, sum hvørki orkar ella skal gjalda meira. Politikkararnir mugu viður­ kenna, at brúka teir ov nógv, er tað ikki ílagi at senda rokningina til skattgjaldaran. Vit skulu gera upp við óskil, har stórar upphæddir av skatt­gjaldarans pengum leka úr almennu umsitingini. Vit skulu virka fyri størri gjøgnum­skygni í almennu um­sitingini, so borgarin fær álit á almennu umsitingina. Vit skulu hava vend í al­ menn­um útreiðslum. Mál skulu setast sum elva til, at vit ígjøgnum nøkur áramál fremja skila­góðar umskipanir og gera raðfestingar, soleiðis at almenna umsitingin verður tillag­að ein hóskandi tørv, útreiðsl­urnar vera færri og skuldin og byrðan hjá skatt­ gjald­ar­anum minkar. Hetta er skylda og ábyrgd politikk­­arans mótvegis skatt­gjaldaranum. Almennar útreiðslur og íløgur við skynsemi Fíggjarlógin skal leggjast tilrættis við skynsemi, soleið­ is at hon er initiativskapandi og fremur optimering og effektivisering í sam­band við nýtslu av almenn­um útreiðslum. Heildar­meting­ ar skulu gerast fyri hvussu ætlaðar íløgur, og fígging av íløgum, ávirka samfelags­ búskapin. Fyri nýggjar íløgur skulu avgerðir takast um at seta í verk ítøkilig tiltøk, ið tryggja at tilsvarandi inn­ tøkukeldur kunnu fáast til vega ella skilagóðar sparingar kunnu fremjast. Avlop og varandi vælferð umvegis búskaparvøkstur Politiska búskaparkósin má vendast, men hon skal ikki vendast við at meirskatta føroy­ingin og vinnulívið. Føroyska húsarhaldið bløðir og kann ikki gjalda meira. Avlop og varandi vælferð verður einans tryggjað gjøgn­ um búskaparmenning og vøkstur. Tí skal tað loysa seg hjá øllum at arbeiða. Rætta og burðardygga loysnin er at skapa neyðugar og skyn­ samar karmar fyri borgar­ an og vinnu­lívið at virka í, fyri at tryggja áhald­andi búskaparvøkst­ur, meira av­lop til føroyska húsar­ hald­ið og nøktandi avlop til vælferðina. Saman skulu vit taka ábyrgd av framtíðini! Brynhild Setberg valevni hjá Fólkaflokkinum LØGtingsvalið 2011 Føroyska húsarhaldið bløðir!