Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgtingsvalið 2011 Valevni og flokkar bjóða um kapp við øllum teim vælsignilsum, tey vilja bera yvir Føroya fólk. Tó í øllum hesum má standa eitt, ið gongur fram um alt annað: At okkara borgarar skulu fáa ta sjúkraviðgerð og tær heilsutænastur, sum eru fyri neyðuni. Alt annað, sum vit so fegin vilja, má setast afturum. • Tað snýr seg um ráð til heilivág, røkt og viðgerðir á sjúkrahúsunum. • Tað snýr seg ráð til at senda fólk til tær viðgerðir uttanlands, ið vit ikki kunnu gera her heima. • Tað snýr seg um lívið og heilsuna. Vit tjakast um, hvussu vit fáa fólk at trívast og støðast her í landinum, minka um fráflyting og veksa um tilflyting. Her gongur ein fyritreyt fram um allar aðrar: at fólkið, sum her býr, skal fáa neyðuga sjúkra­ viðgerð, tá tørvur er á tí. Hetta eigur als ikki at vera til debatt. Vit skulu vit halda aftur í útreiðslunum, fyri at fáa hallið burtur í landshúsar­ haldinum, og loysa okkum úr almennu skuldarbindingini. Tí skulu vit eisini fremja rationaliseringar og vísa sparsemi í heilsuverkinum. Men tá tað snýr seg um sjúkraviðgerð, sjúkrarøkt og heilivág, er skorið inn á bein – her er ikki meir at fara eftir. Tí eru vit í teirri skeivu gongd, at bíðilistarnir innan nógvar viðgerðir gerast longri . Og partar av árinum noyðast man at steðga allari serviðgerð uttanlands, uttan bráðneyðuga viðgerð. Vit mugu gera upp við ráðandi háttin, at tá sparast skal, skulu øll økir spara tað sama, sama hvat tað snýr seg um - og at onki øki eigur serstøðu fram um onnur, tá raðfestast skal. Vit vilja raðfesta trygdina fyri sjúkra­ viðgerð fremst! Verður spurt, sum so mangan: hvat kemur so aftaná hetta, skal svarið vera líka greitt: tað eru um­støð­ur­ nar vit bjóða førleika­tarn­ aðum, og korini hjá børnum og ungum. Sjúkraviðgerð gongur fram um ALT annað Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin LØGtingsvalið 2011 Tey, sum síggja Saltsiloina sum eina passiva íløgu ella útreiðslu, mugu lata eyguni upp fyri stóru ferðavinnuligu møguleikunum fyri Suðuroy Tað pínir at hoyra fólk, sum av óforstáiligum orsøk­ um eru ímóti Saltsilo-verkætl­ anini á Drellnesi, tala ilt um hana. Sagt verður, at talan er um eina útreiðslu fyri samfelagið og oynna sum heild. Hetta prátið hoyrir onga­ staðni heima, tí í veru­leik­ anum er eitt stórt vinnuligt potentiali í Salt­siloini. Talan er ikki bert ein mentunarliga íløgu. Framfýsnu fólkini aftan fyri Saltsiloina hava longu alment umrøtt vinnuligu aspektini, ið kunnu gerast veru­leiki, samstundis sum virk­semið byrjar í Siloini. Tank­arnir eru spennandi, og um framtakssinnaðir suður­oy­ingar brúka møgu­ leik­arnar, kunnu teir skapa nøkur harliga tiltrongd arbeiðs­pláss í oynni. Siloin verður eitt trekk­ plástur – bæði fyri føroy­ ingar, men eisini útlendingar. Fleiri síggja fyri sær, at hópur av útlendskum ferða­ mannaskipum koma at vitja og uppliva Saltsiloina og tað, ið hon umboðar. Her er tað, at okkara lokala ferðavinna skal grípa kjansin. Upplivingar í Føroya vakrastu oyggj eiga at standa ferða­fólkunum í boði. Avtalur fáast í lag við ferða­­­manna­skipini. Her skal hug­flogið brúkast, og málið má vera at fáa fólkini at leggja so nógv eftir seg sum gjør­ligt. Tað gera tey í øllum øðrum londum við líknandi møguleikum. Í grundini kunnu millióna­ inntøkur fáast burturúr, um rætt verður atborið. Íløgan, sum Sambands­ flokkurin og Edmund Joen­­sen, fólkatings­mað­ur, ótroyttiliga strídd­ust fyri at fáa upp á pláss, kann av sonnum blíva inntøku­ skapandi og geva Suðuroy vakstrarmøguleikar. Men tað krevur, at suður­ oyingar standa sam­an um at fáa fatur í inntøkunum. Saltsilo er vinnuligt projekt fyri ferðavinnuna í Suðuroy LØGtingsvalið 2011 Johan Dahl valevni fyri Sambandsflokkin “Men hvat skalt tú brúka hasa útbúgvingina til?” Vit gingu á Vesturbrúgv. Abbi mín og eg. Pápi hansara hevði fiskað undir Íslandi, og sonur hansara undir Grønlandi. So hvat skuldi unga abbadóttirin brúka eina humanistiska universitetsútbúgving til. Hvør nytta var í tí? Hóast hann hevði systrar, sum vóru avíkavist sjúkra­ systir, magistari og listakona, so metti abbi, at peningaliga virði lá á sjónum. List og mentan vóru fín, tey góvu okkum lívsgleði, stoltleika og rótfesti, men bú­skap­ arligan vinning kundu vit ikki vænta okkum úr øðrum enn fiskinum. Ísland í Frankfurt Á stóru bókamessuni í Frankfurt í farnu viku var Ísland heiðursgestur, og tað var hugtakandi at síggja, hvussu væl skipað og dynam­ isk tey eru. Har vóru ongar undan­førslur. Við ríkum skald­skapi vóru tey altjóða leik­ar­ar í samrøðu við heimin. Sjálvandi eiga vit at hyggja og læra av íslendingum. Teir hava kanska sterkari mentanarligar røtur enn vit, men tað var ikki hetta, sum tey løgdu dent á í Frank­furt. Heldur vóru tað teir núlivandi, djørvu og víð­ skygdu rithøvundarnir, sum settu dagsskránna. Og slíkar rithøvundar eiga vit eisini. Marknaðarføring skal til “Norðurlendingar duga so væl at marknaðarføra seg,” segði ein kekkiskur rit­ stjóri, sum koyrdi meg inn á mess­una tann seinasta dagin í Frankfurt. Hann var á bókamessu fyri at keypa rættindi til at týða bøkur og geva tær út í heimlandi­num. Hann hevði givið fleiri norður­ lendskar rit­høvund­ar út, og í ár hugdi hann serliga at íslendskum rithøvundum. Meðan vit koyrdu ígjøgn­ um evropeiska pengahøvuðs­ staðin greiddi hann mær frá, hvussu tey almennu lista­ráð­ini í Svøríki, Noregi og Danmark leingi høvdu trýst teirra rithøvundar inn á marknaðin, og Ísland var eisini komið væl við í kapping­ ina. Eg spurdi, um hann kendi nakran rithøvund í Føroy­um. Nei, tað gjørdi hann ikki. Framsókn og fiskiligu listafólkini Valskráin hjá Framsókn staðfestir, at vit skulu menna samstarvið millum Føroyar og umheimin, millum annað við at leggja nógv størri dent á at finna nýggjar útflutn­ ingsmarknaðir. Framsókn ynskir eisini at tryggja lista­ fólkum góð kor, so Føroyar kunnu hava eitt ríkt lista- og mentanarlív. Listin er í so máta ikki so nógv øðrvísi enn fiski­vinnan. Okkara listarligi heima­ marknaður er alt ov avmark­ aður til at tryggja okkara virknu listafólkum rímilig kor. Tað almenna skal vera við til at tryggja karmarnar, so listafólkini kunnu fiska niðri í hugans dýpi, og síðani eigur landið at hjálpa til at trýsta hurðar, so nýggir marknaðir lata seg upp. Tað almenna skal ikki køva dynamikkin, sum liggur í tí privata, men vit skulu duga og tora at troyta ment­anina nógv meira í vinnu­lig­um høpi. Hetta fer at geva okkum eitt enn ríkari og fjølbroyttari heimligt mentanar­umhvørvið, og føroysk list verður enn meira sprutt­andi, sprelsk. Dorit Hansen LØGtingsvalið 2011 Mentan sum útflutningsvøra