fríggjadagur 21. oktober 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valgreinar
Vit skulu gera tað vit kunnu
fyri at fáa barnafamiljur at
trívast og støðast í Føroyum.
Hetta er mest týðandi
fyritreytin fyri, at fáa fólka
vøkstur og menning av okk
ara samfelag og vælferð.
Vit hava nógv at bjóða
barnafamiljum í dag, men tá
tað kemur til tann fíggjarliga
partin, eru fleiri viðurskifti,
ið gera tað ómetaliga tungt
hjá nógvum. Hetta kann
gera at fleiri velja Føroyar
frá og eisini kann hetta gera,
at nøkur velja at fáa færri
heldur enn fleiri børn.
Avleiðingarnar av hesum
er fólkaminking og munandi
verri grundarlag at skapa
búskaparvøkstur og fram
gongd í samfelagnum. Hartil
verða alsamt færri í arbeiðsfør
um aldri í mun til pensjónistar.
Hetta setir trýst á vælferðar
samfelagið, soleiðis sum vit
hava samansett hetta í dag.
• Vit kunnu og skulu gera
tað fíggjarliga lættari hjá
barnafamiljum,
herundir
eisini støkum uppihaldarum.
Hetta skal gerast við hesum
átøkum:
• Hægri barnafrádrátt.
• Størri útboð av bústaðar
møguleikum og fleiri sløg av
bústøðum at velja ímillum.
• Barsilsskipan, ið er kapp
ingarfør
við
grannalond
okkara.
• Neyðugt er at dagføra
áseting av gjaldi til stakar
uppihaldarar, herundir at
tryggja at stakir uppihaldarar
undir útbúgving fáa hægri
stuðul enn í dag.
•Endurskoða barnagarðs
gjaldið.
Viðgera
grundleggjandi
virði, so sum, hví rinda vit
barnagarðsgjald, meðan vit
ikki rinda fyri skúlagongd ?
Skulu barnagarður, fólkaskúli
og miðnámsskúli ikki síggjast
sum ein heild í dag ?
• Endurskoða tær treytir,
sum í dag verða settar fyri
at fáa frípláss (onki gjald), tá
umræður barnagarðar.
Alt viðvíkjandi gjaldi og
barnagørðum skal viðgerast
saman við kommununum, ið
hava ábyrgd av økinum.
•Skattanýskipan, ið m.a.
lækkar vanliga inntøkuskattin.
• Útbúgvingarnýskipan,
ið tryggjar at vit hava dag
førdar og góðar útbúgvingar
at bjóða okkara børnum og
ungu.
Børnini eru framtíðin – og
meira enn tað. Uttan børn
verður fólkasamansetingin
nú og framyvir skeiv. So
skeiv, at føroyska samfelagið
ikki verður ført fyri í felag at
lyfta tær vælferðartænastur,
ið vit ynskja at bjóða øllum
okkara borgarum. Vit kunnu
gera fleiri átøk fyri at broyta
hesa gongd, so tað er bara at
fara til verka.
Tað eru vit sum búgva í
Føroyum, ið hava ábyrgdina
av, at skipa okkara samfelag
so væl sum møguligt. Latið
okkum
fremja
neyðugu
nýskipanirnar fyri at fáa
Føroyar framá – eisini tá um
ræður barnafamiljur - nú.
Les meira um hjartamál,
meiningar og mangt annað
á heimasíðu míni: www.
kristinahafoss.fo
Barnafamiljuvinarligar Føroyar – nú !
Kristina Háfoss
løgtingsvalevni
hjá Tjóðveldi
LØGtingsvalið 2011
Tey eldru og tilkomnu í
Føroyum hava goldið serligt
pensjónsgjald í landskassan
í árunum frá 1959 til 1970
og hava tí rætt at fáa fólka
pensjón. Tískil má:
• fólkapensjónin verða
fyri øll, eisini aftaná 2018
(sum í DK)
• øll mugu fáa skattskyld
uga
fólkapensjóns-grund
upphædd, eisini aftaná 2018.
Gift og støk eiga at fáa eins
høga grundupphædd (sum í
DK)
• mótrokningarfría upp
hæddin, ið er 60.400 kr. í 2011,
má ikki sum ætlað lækkast
niður í 30.000 kr., men verða
hækkað á hvørjum ári við
prís- og lønargongdini (sum
í DK)
• mótrokningar-prosentið
í pensjónsviðbótini eigur at
verður lækkað úr 60% niður
í 30% (sum í DK). Við hækk
andi inntøku kann mótrokn
ingarprosentið, í pensjónsvið
bótini, tó hækkast stigvíst
• tey, sum hava hug og
orku at arbeiða aftaná 67
ára aldur, skulu hava rætt til
tess. Um fólk arbeiða nøkur
ár eftir pensjónsaldur, eiga
tey, at kunna fáa útgoldið
hækkaða fólkapensjón og
samhaldsfasta. Eisini eigur
70-ára fráfaringaraldurin, hjá
tí almenna, at verða tikin av.
Nýggjar
kanningar
hjá
Hagstovu Føroya vísa, at
14,4 % av fólkapensjónistum
í Føroyum liva í “relativum”
fátækradømi. Kanningarnar
vístu somuleiðis at heili
41% av fólkapensjónistum,
sum búgva stakir eru undir
fátækraváðamarkinum (liva
í “relativum” fátækradømi).
Hesir mongu fólkapensjónist
ar, sum liva í “relativum”
fátækradømi og sum búgva
stakir, hava minni enn 60% av
medianinntøkuni í landinum
at liva av t.v.s. hava minni enn
117.519 kr. í ársinntøku.
At betra livikorini hjá
teimum sera mongu fólkapen
sjónistum, sum liva í “relativ
um”
fátækradømi,
eigur
útgjaldið úr samhaldsfasta
beinanveg at verða hækkað
við í hvussu er 1.000 krónum
um mánaðin. Samstundis
eigur
inngjalds-prosentið
í samhaldsfasta at verða
hækkað úr 1,75% upp í 3%.
Ingrid S.
Henriksen
valevn hjá
Javnaðarflokkinum
LØGtingsvalið 2011
Pensjónsnýskipan – meginreglan í okkara nýggju fólkapensjónsskipan má vera at:
Øll skulu hava rætt til fólka
pensjón, tá tey gerast 67 ár
Góðu veljarar kring landið,
latið meg gera tað púra greitt,
at um eg vinni sess aftur á
Føroya Løgting, verður tað
ikki við mínari atkvøðu, at
meira skattur verður lagdur
á okkara borgarar.
Eg vil tvørtur ímóti gera
tað lættari hjá okkara verka
fólki at liva og virka. Heima
flotin hjá okkum er minkaður
í stórum, og fiskaríið er smá
ligt, hetta førur við sær, at tað
er sera torført hjá okkara sjó
folki at klára dagin og vegin.
Læti okkum ikki
illneitast inná FAS og
aðrar skattaskipanir
Lat meg gera tað púra greitt,
at teir, sum fara uttanlands
at vinna sær fyri lívsins uppi
hald, ikki skulu straffast. Tað
verður ikki við mínari hjálp.
Tað er ikki her, ið vit skulu
finna pening til at fíggja
skattalættan, tí á henda hátt
kunnu vit jagstra okkara sjó
fólk í langfarasigling av landi
num. Tann peningur, sum
teir koma inn í landið við, er
jú við til at menna okkara
samfelag.
Um vit vilja hava peningin
aftur til landið, sum okkara
útisiglarar vinna, ja so er hetta
ein samráðingarspurningur
millum tey lond, sum eru
við í hesi skattaskipan. Eg
havi fleiri ferð hoyrt ein
pensioneraðan yvirmann úr
Suðuroy, sum sigldi nógv úti,
greiða frá á javnaðarfundi,
at vit eiga at samráðast við
hini londini, soleiðis at vit
fáa nakað av skattinum aftur
til Føroyar.
Nú kundi onkur kanska
spurt, tú Gerhard, hvussu
skulu vit fíggja skattalættan,
tá langfarðafólkið ikki skal
gjalda meir. Jú, tað skal
gerast millum annað vit at:
1. Spara í umsitingini, til
dømis tá vit umboða Føroyar
uttanlands, og heil fylgir fara
avstað, har hetta kundi verðið
avgreitt við einum fólki. Her
eru milliónir at spara.
2. Prístalsviðgera ríkisveit
ingina, sum er upplagt í
hesum døgum.
3. Færri aðalráð.
4. Ikki oyðsla, tá ið fíggjar
árið fer at halla, fyri at fáa
somu játtan aftur. Har eiga
vit at broyta lóggávuna
soleiðis, at peningurin, sum
er eftir kann støðlast, til
komandi ár.
Gleðist um
skattalættan
Hvat viðvíkjur skattalættan
um hjá Javnaðarflokkinum
til okkara fólk, sum er hart
tiltrongdur, og sum eg gleðist
yvir, so meti eg hann, at verða
eitt satt frambrot. Hann er
alneyðugur fyri ta arbeiðandi
fjøldina.
Inntøkumarkið
verður við hesum uppskotið
hækka uppí 70.000 kr og
barna frádrátturin verður
somuleiðis hækkaður. Tí er
tað av alstórum týdningi,
at vit finna fram til eina
semju, har skattalættin, hjá
Javnaðarflokkinum, verður
gjøgnumførdur.
Tó má eg undirstrika, at
vit ikki skulu fíggja skatta
lættan, við at taka frá teim
um sum sigla úti í heimi og
eru skattaðir undir øðrum
skipanum. Tað gevur onga
meining, at føroyingar við
hesum skipum, fáa minni í
løn, enn teirra starvsfelagað
ar. Eisini kann hesin skattur
gera tað so, at hesir menn
flyta av landinum. Vit áttu
heldur hugsa um, hvussu vit
fáa fólk at flyta til Føroyar.
Við Javnavarkvøðu
Ikki fleiri byrðar á nakran
Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
LØGtingsvalið 2011