fríggjadagur 21. oktober 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Løgtingsvalið 2011
Í hesum døgum royna vit
valevni at selja okkum sum
frægast. Úrslitið av valinum
vil vísa, um eg havi dugað
tað ella ikki. Aftaná 29.
oktobur hevur Føroya fólk
fingið ta vøru, í hesum føri
tey tingfólk, sum tey ynskja
sær og tískil tað Løgting, sum
vit hava uppiborið. Tí ræður
um at velja fólk, sum eisini
aftaná valið, tá sølutriksini
eru gloymd, duga at hugsa og
leggja orku í at finna loysnir,
fyri at tað skal verða gott at
liva í Føroyum hjá okkum
øllum. Latið okkara tingfólk
koma at verða skilagóð fólk
við hjartanum á rætta staði.
Latið tingfólkini veruliga
vilja nýta tær gávur, sum
Várharra hevur givið teimum
at taka neyðugar avgerðir,
okkum eldri sum yngri at
gagni, ið búgva her í dag, men
eisini okkum øllum at gagni
um fleiri ár.
Útgangsstøðið má
verða tað sama
Vit skulu brúka politisku
megina positivt til at gera
tað lættari og liviligari hjá
øllum føroyingum. Hannah
Arendt var kvinniligur týsk
ur teoretikari og jødi, sum
noyddist at flýggja til USA
undir seinna heimsbardaga.
Hon segði so rætt, at tað at
seta øll fólk javnt er úrslitið av
eini menniskjasligari skipan.
Tí øll menniskju eru ikki fødd
javnsett.
Várharra
hevur
givið okkum ymiskar gávur
og byrðar at bera í lívinum.
Javnaðarflokkurin
ynskir,
at fólk sjálvi skulu sleppa
at forma sítt lív og avgera
sín leiklut í samfelagnum.
Karmarnir í samfelagnum
skulu tó skipast soleiðis, at
útgangsstøði hjá øllum føroy
ingum fyri hesum verður
tað sama, soleiðis at allir
føroyingar hava møguleika
til eitt frælst, virðiligt og
eydnuberandi lív.
Fáa tað besta burtur úr
øllum gávum fólksins
Javnaðarflokkurin vil stuðla
og hjálpa teimum, sum krevja
umsorgan og hjálp, men
flokkurin vil eisini stuðla
teimum fólkum, sum vilja
smíða sær eydnuna góða
við teimum evnum, sum
skaparin gav, og sum vilja
sær sjálvum slóðir at bróta.
Tey gávuríku og skapandi
fólkini, skulu fáa møguleikar
at brúka gávur sínar sær
sjálvum og heildini at gagni.
Vit vilja stuðla eldsálunum
og geva teimum møguleika
at slóða fyri og finna nýggjar
leiðir á øllum økjum, tað verið
seg búskaparliga, vinnuliga,
útbúgvingarliga ella mentan
arliga. Skúlin skal verða fyri
øll, men tað merkir eisini,
at vit skulu geva teimum
gávuríku børnunum bestu
umstøður at troyta gávur
sínar, so tey ikki kenna seg
at verða sloppin upp á fjall,
tí væntað verður, at tey
fara at klára seg kortini. Tað
gera tey óivað, men hví ikki
fáa tað allarbesta burtur
úr gávum teirra til felags
gagn? Tað sama er galdandi
fyri alt útbúgvingarøki, fyri
gransking og fyri mentan og
mentanarlív.
Ikki síggja við
eygum hjá øðrum
Fyri at vit skulu kunnu
menna
hetta
samfelagið
munandi er neyðugt, at vit
síggja undirvísing, gransking
og nýskapan sum eina heild,
og sum fyritreyt fyri búskap
arvøkstri. Endamálið er, so
tíðliga sum gjørligt at leggja
niður í tey ungu týdningin
av, at vinna sær kunnleika,
at
læra
at
menna
sítt
forvitni og sín kreativitet og
at verða opin fyri tí, sum at
enda verður til gransking og
nýskapan. Annars er vandin,
at vit verða hangandi í gaml
ari vanahugsan, ella sum
Rasmus Effersøe sigur tað:
Summi tey durva og
falla í fátt
millum tey stóru og
ríku í gørðum,
hugsa sum hini í stórt og
í smátt,
síggja við eygum frá øðrum.
Einglavakt
samfelagsins
Vit skulu framhaldandi hava
eitt vælferðarsamfelag, har
vit taka okkum av øllum
teimum, sum ikki eru so
væl fyri, sum krevja stuðul
og umsorgan longu tíðliga í
lívinum, sum krevja heilsubót
og teimum, sum fara inn í
ellisárini.
Almannastovan
og Nærverkið skal verða
einglavaktin hjá teimum,
sum hava brúk fyri hjálp og
umsorgan her á fold, so tey
kunnu kenna seg trygg og í
góðum hondum. Vít mugu
síggja til, at allar játtanir fyrst
og fremst fara til primera
tørvin, og at sum minst
hvørvur
í
byrokratiskari
tómgongd. Vit mugu lata tey,
sum duga at arbeiða sleppa
at arbeiða. Tað merkir ikki,
at vit skulu sleppa stýringini,
men álit í eini skipan skapar
meira álit og størri ábyrgd
hjá starvsfólkunum.
Solidariskt skil
Ein stórur partur av fólki
num, hóast tey eru virkin og
arbeiða, hava ilt við at fáa
endarnar at røkka saman, tí
tey verða nívd av skatti og
einum høgum livikostnaði.
Tað er tí mark fyri, hvussu
nógvur peningur kann verða
tikin frá teimum um skattin
til umskipan av vælferðini.
Við solidariskum skili skulu
vit tálma útreiðslunum, so
mest nytta fæst burtur úr
hvørji skattakrónu, og at
arbeiðshugurin ikki verður
tikin frá nøkrum. Koma vit
til tað, sum Grundvig gamli
segði: “Da har i rigdom vi
drevet det vidt, når få har
for meget og færre for lidt”,
er nógv vunnið. Men eitt er
kortini vist. Vit hava ongan
tíð fingið so nógv burtur úr
skattinum sum í dag. Fyrr
guldu tey upp á seg líka nógv,
men keisarin fór við øllum til
sín sjálvan.
Vit hava ta ábyrgd,
sum vit taka okkum
Eingin ivi er um, at Føroyar
eru tjóð, og at vit við tjóð
skaparrørsluni stóðu saman
um at evna til okkara sam
leika. Uttan mun til, hvønn
flokk vit hoyra til, er tann
føroyski samleikin ein ómiss
andi drívmegi í okkum øllum.
Nýggja løgtingið skal fremja
ein skilagóðan politikk – best
er um tað verður í breiðari
semju, ið tænir heildini, so
tað verður lættari at liva og
virka hjá øllum í landinum.
Politiskt rakstrarróp hjálpa
her eins lítið, sum tað
hjálpir at hvessa klørnar
móti hvørjum øðrum. Vit
hava ta ábyrgd, sum vit taka
okkum, og nú mugu vit taka
neyðugar og djarvar avgerðir
út frá teimum fortreytum, vit
hava sum land og fólk. Eingin
segði, at tað skuldi verða lætt
at stýra rætt.
joanpaulijoensen.blogspot.com/
Jóan Pauli Joensen
Valevni Javnaðar
floksins. Listi C
http://joanpaulijoensen.
blogspot.com
LØGtingsvalið 2011
Leiðin fram
Um ikki at sætta sær sjálvum, men verða til felags gagn
Tað skal ongin ivi vera um, at
allir borgarar í Føroyum, líka
mikið hvar teir búgva og hvar
teir annars eru á samfelagsstig
anum, skulu kunna seg tryggar
við heilsuverk okkara.
Heilsumál er grundsúla
undir einum nýmótans og
tryggum vælferðarsamfelag.
Heilsumál koma beinleiðis
inn á lívið hjá hvørjum eins
takum borgara heilt frá
vøggu til grøv, frá fyrsta anda
drátti til seinasta andadrátt.
Í hesum málsøki liggur skyld
an at tryggja øllum eitt trygt
og virkið lív.
Av somu orsøk liggur
eisini ein heilt serlig skylda
á tí, sum skal umsita hetta
málsøkið. Uppgávan hevur
avgerandi
týdning
fyri
liviumstøðurnar í samfelagn
um, og tað er ein fortreyt, at
tað alla tíðina verður arbeitt
soleiðis, at vit fáa sum mest
burtur úr hvørjari krónu,
ið skattgjaldarin letur til
heilsuverkið.
Fyri at náa hesum máli, er
neyðugt at gera broytingar.
Men tað er greitt, at vit mugu
viðgera hesi viðurskifti væl
og virðiliga, so fólk kenna seg
trygg við broytingarnar. Tí
heilsuverkið vekir náttúrliga
djúpar kenslur í hvørjum
einstakum borgara.
Heilsuverkið tættari
borgaranum
Fyri at tryggja enn betri
heilsutænastur í nærum
hvørvinum, eiga vit at skipa
landið í heilsuøki og savna
heilsufakligu tilboðini í lokal
heilsuhús. Hetta merkir, at vit
ganga burtur frá traditionellu
kommunulæknaviðtalunum,
sum vit kenna tær í dag. Í
staðin fáa vit breiðari heilsu
faklig tilboð við kommunu
læknum sjúkrarøktarfrøðing
um, fysioterapi, økispsykiatri
og øðrum viðgerðum í heilsu
húsunum.
Ambulant viðgerð av fólki
við kroniskari sjúku eigur
eisini í ávísum mun at verða
flutt frá sjúkrahúsunum út í
heilsuøkini, soleiðis at sjúk
lingarnir fáa eitt munandi
betri tilboð. Sum dømi kann
nevnast, at diabetesambula
torini eiga at verða løgd út í
heilsuhúsini.
Samvirkið Sjúkrahúsverk
Fyri at tryggja eina so
góða viðgerð sum gjørligt
innan sjúkrahúsverkið, er
neyðugt,at vit gangnýta saml
aða verkið betri.
Vit eiga í hesum sambandi
at fáa okkara trý smáu sjúkra
hús at samvirka so ella so sum
ein felags eind. Hetta er ein
avgjørd fortreyt fyri fakligu
menningini innan heilsuøkið
í Føroyum. Men ikki minst er
hetta avgerandi fyri dygdina
á teimum viðgerðum, ið vit
bjóða sjúklingum okkara.
Á trimum støðum
Nógv hevur verið ført fram,
um at hetta er ein ætlan, ið
skal niðurlaga Suðuroyar
Sjúkrahús
og
Klaksvíkar
Sjúkrahús.
Tvørturímóti
verður talan um at fáa meira
virksemi inn á tey, enn vit
hava í dag.
Ætlanin snýr seg um at
fáa deilt eftir umstøðum,
vitan og fakligum støði.
Soleiðis fáa vit eitt rættari
skipað sjúkrahúsverk, ið ger
tað lættari hjá sjúklinginum.
Vit mugu minnast til, at tað
er fyri sjúklingin, at vit hava
eitt val útbygt sjúkrahúsverk
í Føroyum, sum við hesi
ætlan kann gerast enn betri.
John Johannessen
Valevni Javnaðar
floksins
LØGtingsvalið 2011
Øll eiga rætt til góða heilsu
Tað er ein rættur hjá hvørjum einstakum føroyingi, líkamikið bústað ella sosialan status,
at liva eitt heilsugott og virkið lív og hava atgongd til dygdargóða sjúkuviðgerð