fríggjadagur 21. oktober 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valgreinar
Stendur
tað
til
donsku
stjórnina, ja so verður tað
ikki
leingi
til
lóggávan
verður broytt, soleiðis, at
samkynd kunnu giftast í
donsku fólkakirkjuni. Hetta
boðaði nýggi danski kirkju
ministarin frá í “TV-avisen”
mikudagin 18.10.11.
Fyri flest føroyingar, er
hjúnarbandið at skilja, sum
“bandið” millum mann og
kvinnu. Men eftir øllum at
døma, ikki so, í tí landi, ið vit
eru í ríkisfelagsskapi við! Nú
skal tað innan kirkjunnar
gátt verða líka so náttúrligt
at vígsla kann fara fram av
samkyndum, sum tá maður
og kvinna verða vígd!
Hetta er ein politisk av
gerð, sum uttan iva fellur
mongum føroyingi fyri brósti
– óivað einum sera stórum
meiriluta av føroyingum.
Á
fólkatingsvalinum
fingu Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin umboðan
á danating.
Hesir flokkar hava ikki
hildið seg aftur at stuðla
donskum stjórnum – tá
hesir hava verið partur av
parlamentariska
grundar
lagnum á Fólkatingi.
Àhugavert
verður
at
síggja hvussu leikur hjá
okkara umboðum á fólka
tingi í hesum máli fer fram.
Danskir polittikkara hava
áður beinleiðis lagt seg út í
spurningar,ið hava verið til
viðgerðar á Føroya løgtingi.
Ja, eisini komnir til Føroyar
fyri at gera sína ávirkan
galdandi!! Teir hava ikki
hildið seg aftur!
Nú er løtan, har løgmaður
vegna føroyska fólkið eigur
at mótmæla, at landið,ið vit
eru í ríkisfelagsskapi við
hevur ætlanir um at fremja
slíka lóggávu, sum beinleiðis
er ein háðan móti parti av
ríkisfelagsskapinum og tí
sum hjá flest føroyingum
verður metta heilagt at vera!
Kuumm
iut 18.10.11
Tordur J. Niclasen
listi H
LØGtingsvalið 2011
Vegna føroyska fólkið eigur løgmaður at
mótmæla mótvegis donsku stjórnini
Nú tá útisiglararnir stríðast
til at koma aftur at land
við rímuligari last av út
lendskum krónum, er tað
frískur avlandsvindur beit
ímóti. Á keikantinum stand
politikarar og flokkar eins
og donsku embætismenninir
og prestar í gomlum døgum,
og siga: “tit sleppa ikki
uppá land fyrr enn vit fáa
tíggjund.”
Hesir útisiglaraar, hesir
menn, sum ikki vistu síni
livandi ráð tá bankakreppan
leikaði í, í nítiárunum . Stóðu
við hálv lidnum húsum og
stórari skuld, høvdu illa nokk
ráð til nýggj klæðir til børnini
og so slett ikki til tubbak.
Stórir parta av fiskiflota
num var farin á húsagang, og
fiskivinnan uppá landi sama
veg, Tá var einki trygdar net
sum ALS og annað gott undir
teimum. Her var eingin góða
mamm
a.
Eftir at hava gingið eina
tíð á asfaltinum og spýtt
langt, tóku teir sakina í egnar
hendur. Fóru at vita um tað
ikki var so frætt á kistu
botninum ella í køkudósina,
at tað var fyri ein, einvegis
ferðaseðil til útlandi til at
søkja sær hýru.
Hesir menn sum undan
fóru, skapti eitt so gott
umdømi, fyri okkum, sum
eftir fóru, við teirra hegnið,
arbeiðssemið, áræðið, dirvið
og trúskapið, at tað ikki
hevur staðið á hjá okkum at
fingið hýru.
Ì hesum tíðum, tá vit tosa
um at vit skula útbúgva
okkum, fyri at koma ígjøgn
um kreppuna. Her hava vit
ein bólk sum er væl útbúgv
in. Okkara kunnleiki á tí
maritima økinum er “second
to non” Eg tori at siga at vit
hava heimsins bestu sjó
menn. Menningar møguleik
arnir á tí maritima økinum
er ógvuliga stórir, og vit hava
tað menniskjaliga tilfeingið
og tað er tað týdningarmesta í
einum skapara og íverksetara
samfelag. Vit hava upp funnið
tann djúpa talerkin, vit skula
bara gera hann enn størri.
Framsókn vil virka fyri, at
Føroyar skula hava sterkari
íverksetaramenta og – um
støður. Samstarvið millum
útbúgving,
menning
og
vinnu skal styrkjast. Okkara
framúrskarandi royndir og
vitan innan handverk og sjó
vinnu, matvøruvinnu, ment
an og annað skula troytast
munandi meira í vinnuligum
høpi.
Hvat nú, tá veðurlíkindini
er sum tey eru. Onkur
snarar skútuni 180 stig, og
fer lensandi undan suður og
eystur til brøðratjóðirnar.
Onkur heldur fram, kemur
sær inná deyðavatn, leggur
skútuna fyri íla, fær konu og
børn róð út, dregur ílasteini
upp og setur kós út í annan
heim.
Framsókn vil virka fyri ein
um kappingarførum skatti.
Fyri at draga at okkum – held
ur enn at styggja teir burtur
– skula vit hava eina skatta
skipan, sum er kappingarfør
mótvegis
okkara
granna
londum.
Og
hvussu
man
fara
at vera við okkara hand
verkarum, sum í stórum tali,
vinna sær til dagin og vegin
í útlondum, skula teir eisini
straffast, tí teir ikki finna
arbeiði í Føroyum. At teir, við
teirra ótrúliga arbeiðssemi,
eru nógv eftir spurdir í
grannalondunum. Skal man
straffast av sínum føðilandi
tí man dugir síni ting og
roynir at lívbjarga sær og
sínum.
Eg havi hug at enda við
orðinum hjá Frændur: “og
verða vit ríkari tá Føroyar,
og hvør verður ríkari tá
Føroyar?”
Karlot
Hergeirsson
Útisiglari
Valevni hjá Framsókn
LØGtingsvalið 2011
Eins og donsku embætismenninir
og prestar í gomlum døgum
Fiskivinnan skal gerast meir
lønandi, hon er eitt høvuðsam
boð at tryggja búskaparvøkst
ur. Fyrst og fremst mugu vit
semjast um eina nýggja skip
an, so vinnan fær tryggar og
kendar karmar at virka undir.
Lyklaorðini eru m.a.:
1. Burðadygg veiða - tað er
ongin vegur uttanum at seta
veiðitrýstið niður.
2. Stigvíst bjóða fiski
rættindi út á uppboði, har
bara føroysk skip kunnu
bjóða (fyribyrgja strámanna
virksemi)
3. Lóggevast skal so, at
alt
fiskatilfeingið
kemur
til lands, so skundast kann
undir nýggjar vinnur.
4. At minka ymsu stuðuls
skipanirnar niður í onki
gjøgnum eitt stutt áramál.
5. Eisini er neyðugt at
loysa áseting av fiskidøgum
frá politisku skipanini.
Gransking og
íverksetan skulu
fáa góð kor
Vit skulu eggja til íverksetan,
gransking
og
innovasjón
og skapa umstøður fyri at
tøkur váðafúsur kapitalur
finnur saman við nýggjum
vinnuhugskotum.
Fígging
til íverksetarar er ein stórur
trupulleiki og drepur manga
verkætlan í føðingini. Íverk
setarir eru ofta fólk millum
20 og 35 ár, og tað er júst
hetta ættarlið, sum manglar
her, tí tey eru uttanlands.
Tey, ið flyta heimaftur, eru
um 30-40 ára gomul, og tá
er íverksetarin sum kanska
búði í teimum, fánaður og tey
vilja bert heim til trygg kor
og fasta løn. Hendan hugburð
hava vit ikki ráð til. Eisini tí
er tað so umráðandi, at fáa
fólk at støðast her longri, lesa
lutvíst í Føroyum og fáa tey
aftur á ungum aldri, so vit
fáa fleiri íverksetarar at seta
gongd á góð vinnuhugskot,
umframt tann dynamikk hesi
ungu skapa í samfelagnum
øllum. Eisini her, má serligt
fokus setast á hvussu vit
fáa fleiri kvinnur at støðast
í landinum.
Les um mínar hugsanir og
hjartamál á gballe.blogspot.
com ella á Facebook. Har
vil eg fegin kjakast og fáa
innlit í tykkara hugskot og
meiningar.
Sterkt vinnulív
Gunvør Balle
valevni hjá Tjóðveldi
LØGtingsvalið 2011