Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgtingsvalið 2011 Eg havi fingið skotið í skógv­ arnar eg ikki eri sjónligur nú upp til løgtingsvalið. Men eg stilli upp, og her eru nakrir av spurningunum og svarini: Hvønn flokk stillar upp fyri? Svar: Javnaðarflokkin. Hví stillar tú upp? Svar: Sum eygleiðari og við fingrinum á pulsinum, havi eg í nógv ár, havt tankar og dreymar um, hvussu hetta deiliga lítla landi, kann blíva enn betur at búgva í. Nógv er gott í Føroyum, men sum ein av teimum, sum havi verið ógvuliga tætt uppá tey menniskju, ið av ymiskum orsøkum, koma illa fyri, havi eg sæð og uppliva hvussu nógvir manglar eru. Tað ynski eg at gera nakað munagott við. Hvørji eru tíni hjartamál: Svar: Alt tað sosial øki, við serligum fokus á børn og ung. Men eg havi nógv onnur hjartamáli men hetta er mítt høvus fokus. Hvørjum fer tú at arbeiða fyri? Svar: Einum samhaldsføstum samfelag har øll kenna seg væl og har mátistokkurin fyri  hvussu samfelagið hevur tað, verður mettur út­frá støð­uni hjá veikastu borgarunum. Lættari og rættari.... Sjúrður Johannesen Javnaðarflokkurin LØGtingsvalið 2011 Jú eg stilli upp!!!!!!!! Nógvir føroyingar eru hart sperdir fíggjarliga. Teirra millum eru nógvar barna­ familj­ur, herundir stakar mammur og pápar. Nógvar dugna­ligar familjur kenna seg eisini lutfalsliga hart sperd­ar í mun til tað, tey við teirra dugnaskapi kundu upp­livað, um tey livdu og virk­aðu í onkrum av grannalondunum. Tað er átroðkandi at bøta munandi um hesa støð­una. Siðbundna politiska sam­ halds­festið røkkur tó ikki longur. Gamla høgra-vinstra kjakið um, hvussu vit býta køkuna okkara millum, nyttar einki meira. Tað ein­ asta, sum kann geva føroy­sku familj­unum betri kor, er eitt felags arbeiði at baka eina størri køku. Tað er ikki bara hin besti sosial­poli­tikkurin – tað er hin einasti. Eitt tíðarhóskandi samhaldsfesti fáa vit m.a. soleiðis: • Vit fremja nýskipanir, um­rað­festingar og størri privata luttøku innan tað almenna, soleiðis at vit fáa effektiviserað samfelagið og hallið á fíggjarlógini burtur sum skjótast. Tá eru vit ikki bara samhaldsføst okkara millum, men eisini við yngri og komandi ættarlið. • Vit skaffa samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur meira um árið við um­­legging av høvuðsvinnuni og við eini nógv betri íverk­ setara­skipan innan vinnu yvir­høvur. Hetta verður gjørt soleiðis, at tað tænir BÆÐI vinnuni og tí almenna. • Vit umsita tilfeingið lívfrøðiliga burðardygt, bæði fyri at fáa nógv meira burtur­ úr tí, og fyri at vísa okkara børnum og teirra børnum samhaldsfesti. • Vit samráðast av nýggj­ um um øll fiski­rætt­indi føroy­inga og krevja m.a. nógv meira av uppisjóvar­ fiskinum. • Vit staðfesta greitt, at alt náttúruríkidømi er ogn Føroya fólks. Tey, sum fáa rættindi at troyta tilfeingið, skulu lata eitt avkast til almenn­ingin fyri hesi rættindi. • Vit krevja, at allur fiskur í prinsippinum kemur upp á land í Føroyum. Tilfeingisgjaldið kann minka stigvíst eftir, hvussu nógv, ráfiskurin verður virðisøktur í Føroyum við tí virksemi, sum hetta ber í sær. • Vit lata fyribils tað mesta av tilfeingisgjaldinum fíggja almennan rakstur. Gjaldið fer í búskapargrunn, tá raksturin javnvigar. Tað er ikki skilagott at seta í grunn, so leingi tað almenna lænir til rakstur. • Vit lækka skattin á lønir munandi. Ein progressivur barnakekkur, sum munar, skal gjaldast barnafamiljum beinleiðis. Longu fyrsta árið kunnu vit lætta um hjá føroyingum fyri einar tvey hundrað milliónir krónur. Síðani kunnu vit ár undan ári lætta meira um. Vit hava stórar ótroyttar møguleikar. Tað krevst bert, at vit seta okkum greið mál og skipa okkum betri. www.framsokn.fo www.facebook.com/ trondurdjurhuus Tróndur Djurhuus Framsókn LØGtingsvalið 2011 Ein tíðarhóskandi solidaritetur Eingin býr í Føroyum av praktiskum orsøkum! Men skulu vit klára okkum í kappingini er neyðugt, at tað er líka spennandi at búgva í Føroyum sum aðrastaðni. Skulu vit fáa fólk at koma heimaftur til Føroya, er sjálv­andi týdningarmikið, at okkara sosialu skipanir og bústaðar­viðurskifti eru vælvirk­andi, og at prísstøðið og skattatrýstið ikki hækka. Men eitt er mammon og markn­aðarmekanismur – annað er menniskjað og ment­­an­ar­ligu marknaðar­ kreftirnar. Sjálvandi skulu sosialar skipanir og karmarnir hjá einum sunnum vinnulívi vera til staðar. Og tað vilja vit eisini virka fyri. Men eins og Churchill gamli ikki vildi gloyma ment­an­ina í Bretlandi undir seinna veraldarbardaga, - tí tað var mentanini, tey bard­ ust fyri - á sama hátt eiga vit at viðurkenna, at uttan eina sterka mentan fáa vit ikki fólk heimaftur. Víðskygni og mentan Vit vilja virka fyri, at Føroyar gerast spennandi at búgva í, so vit vinna í globaliseringini, tá talan er um at fáa fólk heimaftur. Her er neyðugt, at vit gera okkum greitt, hvat krevst fyri at fáa fólk at trívast í Føroyum. Hetta kann m.a. ein sterk mentan eggja til. Víðskygni og ein fræls kjakmentan eru grundsúlur undir einum fólkaræði. Tað er tí týdningarmikið, at vit stuðla eini frælsari ment­an, opnum orðaskifti, frí­um fjøl­miðlum, vælvirk­ andi fólka­upplýsing, stimbr­ andi list og eini sterkari fólkakirkju. Uttan eina livandi list og mennandi mentan verður tað ikki nóg spennandi at búgva í Føroyum. Og tað eigur tað at vera! Theodor Eli Dam Olsen valevni Javnaðarfloksins LØGtingsvalið 2011 Tað skal vera spennandi at búgva í Føroyum 6 av 10 Fólkaskúlin er tann einasta gøtan, vit øll traðka. Hendan gøtan er ein av fleiri horna­ steinum undir tí føroyska samfelagnum. Eftir tað vánaliga PISA úrslitið eru fleiri tiltøk framd fólkaskúlanum til bata, m.a. fleiri tímar til innskúlingina, tvítíma o.a. Lærarar eru og útbúgva seg á serøkjum samstundis sum nýtt tilfar verður fram­ leitt. Sjálvt um nakað av játtanini er tikin innaftur, eri eg ivaleysur í, at vit fara at ganga fram á í komandi PISA kanningum. Til várs er fyrsta ítøki­ liga betrandi tiltakið í fólkaskúlanum komið til sína roynd í PISA. Tey, ið fara til PISA hava verið til landsroynd í 6.fl. Øll undan­ farin framstig í PISA eru komin, tí vit eru byrjað at hugsa um betri skúla. Um eg komi inn á ting vil, eg arbeiða fyri, at: • Tað sum verður spart við samanleggingum og rationaliseringum í skúla­ verki­num verður brúkt til at betra um skúlan. • Útoyggjarnar varveita sín skúla. • Játtanin fylgir skúla­ barninum, um vit ikki fáa størri eindir rímiliga skjótt. • Arbeitt verður fyri at fáa allar fólkaskúlalærarar á BA støði. So javnt millum føroyingar Føroyar Fólkaskúlin Heri Ólason Dam valevn hjá Javnaðarflokkinum LØGtingsvalið 2011