fríggjadagur 21. oktober 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valgreinar
Løgtingsvalið 2011
Tað var harmiligt, at yvirtøkan
av útlendingamálinum glapp
okkum av hondum beint fyri,
at val varð útskrivað. Tað er
onki meiri sjálvsagt enn, at vit
í Føroyum sjálvi avgera, hvør
kemur inn í okkara land og
eftir hvørjum treytum. Hetta
er ein natúrligur partur av
okkara sjálvsavgerðarrætti
og stoltleika. Tað kann ikki
vera rætt, at eitt tilvildarligt
embætisfólk í danska integ
ratiónsministeriinum
skal
taka hesa avgerð. Eitt er
at yvirtaka, eitt annað er,
at vit taka okkum væl av
teimum útlendingum, sum
koma higar. Hetta var ein
av orsøkunum til, at eg sum
táverandi landsstýriskvinna
setti ein arbeiðsbólk til at
orða ein integrasjónspolitikk,
sum legði dent á skipaða
málfrálæru, innlit í okkara
søgu og samfelagsligu viður
skifti. Vit vita tíverri um
rættiliga nógvir vælútbúnar
útlendingar, læknar, advokat
ar, verkfrøðingar o.o. sum eru
familjusameind við føroy
ingar, men sum tíverri ikki
fáa atgongd til tann føroyska
arbeiðsmarknaðin, orsaka av
vantandi málførleika og kunn
leika til føroysku samfelags
viðurskiftini. Her mugu vit
duga betur at gagnnýta tað
menniskjaliga tilfeingið, ið
er í landinum.
Integrasjónspolitikkur
fyllir alt ov lítið
Tíverri hevur integrasjóns
politikkur fylt øgiliga lítið
í poltiska kjakinum og í
løgtinginum. Støðan hjá
útlendingum, sum koma til
Føroyar, er alt annað enn góð.
Ì mongum føri eru útlend
ingar, sum koma til Føroyar,
sleptir uppá fjall. Tey vita
ikki, hvørji rættindi tey hava,
og hvar tey skulu venda sær í
mun til myndugleikar, skúlar,
barnagarðar,
læknar
við
meira. Eitt av tilmælunum í
integrasjónsálitinum var at
fáa eina skipaða tulkatæn
astu. 1. januar vóru 883 útlend
ingar úr 85 ymiskum londum
skrásettir í Føroyum, og
sjálvsagt verður tað trupult
at fáa eina skipan, sum rakar
allar bólkar, men málið má
vera at fáa eina skipan, sum
umfatar mestsum allar bólkar.
Eitt annað týðandi tilmæli
var at smíða lóggávu um
integratión. Tað er neyðugt
eisini í mun til ta fíggjarligu
effektina, at vit seta okkum
greið mál fyri, hvat endamálið
við integrasjón er í Føroyum,
t.d. hvussu útlendingar skulu
læra eitt nú føroyskt mál,
søgu og mentan, soleiðis at
man ikki játtar pening í bláan
heim uttan at vita, hvørja
effekt og output, man vil
hava burturúr. Somuleiðis
varð mælt til at fáa skipaði
byrjanarskeið í føroyskum
máli, mentan og samfelags
viðurskifti. Hetta skeiðið skal
vera staðið, áðrenn til ber at
fáa varandi uppihaldsloyvi.
Mælt varð til at geva børnum
hjá útlendingum eyka undir
vísning í fólkaskúlanum og
átøk í mun til børn undir
skúlaaldur til tess at geva
børnunum tær bestu málfør
leikarnar so tíðliga sum gjør
ligt, og at børnini somuleiðis
beinanvegin kunnu integrer
ast við onnur børn. Hetta
vil somuleiðis eisini virka
fyribyrgjandi fyri eitt nú
happing. Somuleiðis er tað
umráðandi, at vit mentanar
liga skilja hvønn annan fyri at
tryggja virðingina og tolsemi
mótvegis hvørjum øðrum.
Integrasjónsálitið er eitt
væl úr hondum greitt álit,
og hevur politiska skipanin
eina skyldu til at fylgja
tilmælunum upp. Tilmælini
eru kostnaðarmikil, mett
verður áleið 7-8 mió kr í alt,
men tað ber eisini til at seta
tilmælini stigvíst í verk,
soleiðis at verulig gongd
kemur á integrasjón í Føroy
um, og at vit fáa gagnnýtt
vitan og førleikar hjá teim
um mongu útlendingum,
sum ynskja at búleikast í
Føroyum.
Annika Olsen
Løgtingskvinna
og valevni hjá
Fólkaflokkinum
LØGtingsvalið 2011
Skipað integrasjón styrkir
menniskjaliga tilfeingið
Eitt var Skúvoy, tað bleiv
nevnt
um,
nýtt
skip,
til Skúvoynna, tí eri eg
samdur við. Farast skal
undir at byggja nýtt skip
til Skúvoyarleiðina. Men
eg veit at havnarviðurskiftini, eru ein stórur trupuleikið
og krevur havnin munandi batar.
Nakrar milliónir vóru játtaðar í hesum fíggjarárinum,
men árið er so nógv liði, at ikki er møguligt, at nýta
peningin. Eg havi tosa við fólk í fíggjarnevndini, um
at støðla peningin, ella goyma hann til næsta ár og
var sagt mær, at hetta latur seg gera, hetta vóru fólk úr
flest øllum flokkum, men hetta má fylgjast upp, undir
fíggjarlógarviðgerðini, fyri komandi ár. Soleiðis at vit í 2012
fáa nakrar milliónir aftrat og somuleiðis í 2013.
So kunna vit í 2013, fara undir, at endaliga gera havnina
í Skúvoy brúkiliga, soleiðis at hon livir upp til teir
forvantningar, sum fólk í Skúvoynni høvdu til havnina á
fyrsta sinni.
Við javnaðarkvøðu
Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
LØGtingsvalið 2011
Valfundur
á Sandoyar
Meginskúla
So harðliga má takast til, tá
skatta- og avgjaldstrýstið í
Føroyum skal lýsast. Skatta
trýstið hevur uttan iva sín
stóra lut í tí álvarssomu
støðu samfelag okkara er
komið í, við:
• lækkandi tali á burðar
førum kvinnum, síðani fyrst
í 90´unum
• einum tí lægsta tilflytara
talinum síðani 1994
• føroyskum útisetum sum
tilvitað velja Føroyar frá í
sínum framtíðarætlanum
• einligum mammum og
børnum teirra sum flyta av
landinum fyri at yvirlivað
Hóast hesi mongu ávar
ingartekin seinastu nógvu
árini, hava nógvir løgtings
limir heldur brúkt tíðina
uppá at diskuterað bagatellir
sum
t.d.
upplatingartíðir
sunnumorgnar
fyri
keyp
av
morgunbollum,
ella
dreymar
um
føroyska
flaggið á einum trappusteini
í ST-bygninginum í New
York og støðu Føroya til
Afghanistankríggi.
Allir føroyingar – høgur
sum lágur - hava nú fingið
NOKK av skattatrýstinum.
Skatturin
SKAL
lækkast,
um ikki bæði føroyingar og
føroysk virkir skulu stinga í
sekkin. Tað nýttar onki bert
at kallað skattin fyri avgjøld
í staðin, ella at innføra
“ØVUNDSJÚKUSKATT”, ella
at flyta almennar útreiðslur
yvir á herðarnar á borgar
um og vinnu, tí samlaði
landsbúskapurin
broytist
onki av at pynta fíggjarlóg
ina við at flyta ”apurnar” til
nøkur onnur at gjalda.
Er nøkur orsøk at undr
ast hví føroyskir útisetar
ikki hava hug at venda heim
aftur?, hví einligir forsyrgj
arar stinga í sekkin?, ella hví
vinnulívið ikki hevur hug
ella fíggjarliga orku at gera
størri íløgur ?
N I Ð U R B R Æ Ð I N G I N
ER BYRJAÐ, og tað skal ein
VERULIG
SKATTALÆKK
ING til, fyri at venda gongd
ini, soleiðis at Føroyar aftur
gerast eitt gott og liviligt
land at búgva og virka í.
Aibritt á Plógv
valevni Fólkafloksins
LØGtingsvalið 2011
Drepandi
Tað vóru nøkur
av mínum
hjartamálum,
sum eg ikki
hevði stundir
til at koma
inná
Tá ið eg nevndi, at siglast skuldi pendul millum gomlurætt,
Hest og Skopun, so meinti eg sjálvandi við, at siglast skuldi
við tveimum skipum á hesi farleið.
Nýtt skip til Nólsoynna, tvey skip til Sandoyarleiðina.
Um nólsingar fingu nýtt skip, at sigla á teirra farleið,
so kundi Ternan verði frígivin til at røkja sandoyarleiðina,
saman við Teistanum.
Hesin leistur var nýttur til Váganar og Noroyggjar.
Í tíðini áðrinn tunnlarnir stóðu lidnir, sigldu tvey skip
pendul á hesum farleiðum. Sjálvsagt skal hesin leistur
eisni verða nýttur á Sandoyarleiðini (við Hestoynni, sum
ein náttúrligur partur av hesi leið).
So nú fekk eg sagt tað sum eg ætlaði.
Við javnaðarkvøðu
Teistin og
Hestoyggin
Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
LØGtingsvalið 2011
Á valfundi í
Meginskúlan
um, var spurn
ingur settur
um Teistin
skuldi sigla
út í Hest, men
ógjørligt var at
svara hesum
spurningi,
við teirri tíð
sum okkum
var givin