fríggjadagur 21. oktober 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Óli Jacobsen
J
óannes Johannesen var føddur
í Leynum 21. juni 1877. Foreldur
hansara vóru Jóhannes Anisetus
Johannesen, vanliga kallaður Ani
setus, ættaður úr Todnesi í Kolla
firði og Marianna f. Hansen, ættað
úr Toft í Hósvík.
Johannes á Fossinum , sum hann
varð kallaður, var í 1898 og 1899 við
skonnartini “Cyclone” og “Súluni” úr
Havn við Jóannesi í Pætursastovu
í Havn. Árini 1900-1902 var hann
bestimaður hjá svági sínum Johan
Hendrik Højgaard inni á Brekku á
Toftum við “Ternuni” úr Havn.
Johannes tók skiparaprógv hjá
Jens í Dali í 1904. Hetta var ikki
lætt hjá honum, tí hann hevði ikki
gingið í skúla. Sum barn gekk hann
tó til konu í Kvívík at læra at lesa
og rokna.
Hann førdi “Sandoynna” frá 1907
til 1913. Í 1907 flytur hann til Havnar.
Árini 1914- 1919 førdi Johannes “Súl
una”. Hann gavst tá at føra skip til
fiskiskap. Johannes sigldi nógv fyri
Müllereiðaríið og gjørdist tá heima
maður hjá teimum. Johannes doyði
29. juni 1923.
Johannes giftist við Ingu Onnu
Cathrinu Højgaard f. 1884 á Toftum.
Foreldur hennara vóru Anna Maria
Petrina Jacobsen (1843-1922) úr
Leynum og Hans Højgaard (1847-
1941) av Toftum.
Hini systkini hjá
Johannes vóru:
Andreas f. 1876. G.v. Julionnu
Malenu Berlinu Vang f. 1873
Hansina Maria (1879-1936). G.v.
Dánjal Midjord, (1877-1964), snikkari,
ættaður úr Hovi.
Sára Sofía f. 1880. Giftist í Danmark
Jacob Zacharias f. 1882. Giftur
við Jensinu Fredrikku Jensen f. 1877
av Stykkinum.
Johanna Hendrikka Fredrikka
f. 1887. Gift við Abraham Jensen,
f. 1886, av Stykkinum. Sonur teirra
Joen Jens Christian f. 1910 gekk
burtur við “Tór 2” í 1942. Hon giftist
seinni við einkjumannin eftir systr
ini Sáru.
Niels Lassen (1890-1916), doyði
í Hoydølum av tuberklum og varð
jarðaður í Havn. Hann hevði verið
heima og fór til gongu til Havnar.
Tá stakk hann upp at bløða, og
hetta gjørdist hansara bani.
Jørgin Christian Joachim f. 1892.
Hann doyði eisini ungur av tuberkl
um í 1920. Hann var trúlovaður og
skuldi giftast.
Hini systkini hjá Ingu vóru:
Metta Manella Malena (1871-1952)
gift við Johan Hansen (1867-1960)
Dánjal Petur (1872-1927) giftur
við Ingu Malenu Højgaard (1873-
1960)
Hann stovnaði handilin hjá D.P.
Højgaard í 1904. Í 1908 vórðu fiska
goymslús bygd. Fyrstu árini var
handilin úthandil hjá Jens Evensen
í Havn.
Tann 1. apríl 1927 doyði Dánjal
Petur, og kona hansara Inga Malena
kom at standa fyri handlinum, ið
varð nevndur Firma D.P. Højgaards
Enke.
Eftir hana tóku synirnir hennara
Hans Oliver og Ingvard Højgaard
við.
Í byrjanini av 1930-unum byrj
aðu teir at reiða út skip, og vóru teir
fyrstir við stállínuskipum seinna
partin í 50-unum. D.P. Højgaard var
ein av stóru fiskivinnufyritøkunum
i Føroyum í mong ár.
Rakul
(1873-1934)
gift
við
Christian Christiansen (1852-1928),
kendur sum Loðsurin.
Maren Fredrikka f. 1875, gift við
David Samuel Fredrik Davidsen f.
1873 í Kvívík.
Johan
Hendrik
(1879-1909)
giftist við Onnu Joensen (1883-
1941), sum seinni giftist við Theodor
Poulsen, sum gekk burtur við
“Onnu” í 1924. Johan Hendrik doyði
knapliga eftir at hava borið ís í leypi
til virkið hjá beiggjanum.
Hans Jacob (1882-1912), giftist
við Juliu Henriettu Sofíu (1883-
1939)
Elsebeth Christianna Augusta
(1887-1960).
Virkin mammubeiggi
Í 1910 hevði Tingakrossur grein um
mammubeiggja Ingu. Hon kann
vera áhugarverd sum lýsing av
ættini:
Jákup í Leynum
I vore Dage, hvor det stadig tynder
ud blandt de “gode gamle Færinger”,
og Begreber som “den færøske
Gæstfrihed” snart er en “Saga blott”
forekommer det mig, at den Mand,
hvis Navn staar over disse Linjer,
har Krav paa at nævnes, saa meget
mere som han er kendt og afholdt
videre om end det falder i de fleste
Menigmænds Lod.
Hans Gæstfrihed mod alle, der
gæstede hans Hus, har været ene
staaende og hans Hjælpsomhed
mod dem, der trængte og henvendte
sig til ham, er velkendt. Ualmindelig
billig var han altid i sit Salg, men var
Køberen fattig, saa Jacob i Lejnum
aldrig paa sin egen Fordel.
Handelsmand var han en Tid,
men den Profession laa ikke til
ham. Han kom i Underbalance
paa Grund af sin Godhjertedhed.
Af de offenelige Arbejder, der
har været udført i Lejnum i den
senere Tid, ejer han Æren for flere.
Den fortrinlige Bro, der fører over
den store Elv, har man først og
fremmest ham at takke for, lige
ledes fremskyndede han meget Vej
arbejdet den Gang, dengang han var
Kommuneforstander her i Sognet.
Han har bygget flere Faarehuse i
Haugen og drænet store Stykker
af Indmarken, og han ogsaa har
lagt den største Flid til at forbedre
Faare- og Kvægracen i det hele.
Han sidder nu som 77 aarig
Aftægtsmand i Lejnum. Selv om de
er barnløse, har han og hans Hustru
Rakel opfostret mange Børn fra
smaa af lige til de blev voksne, som
kunde disse have været deres egne.
Skønt ikke eksamineret Jorde
moder fungerede hun med stor
Dygtighed som Manden endog
efter at have fyldt 70 Aar, lige som
hun har været og er endnu en ypper
lig Sygeplejerske baade i Lejnum
og deromkring. Hendes rolige og
fornuftige Optræden gør hende
ogsaa særdeles velskikket dertil.
Naar gamle Jacob Jacobsen i
Lejnum engang er gaaet al Kødets
gang, vil der være mange, som
dvæler ved mindet om ham og
velsigner ham i sin Grav.
Jákup gjørdist 83 og Rakul 93 ár
Inga og Johannes
fingu trý børn:
Jens Christian var føddur 21.
august 1908 og fór ungur á Sorø
Akademi. Hann helt síðan fram
at lesa í Keypmannahavn. Hann
hevði stóran áhuga fyri Føroyum
og føroyskum viðurskiftum. Hann
tók undir krígnum løgfrøðiligt
embætisprógv og fekk fast starv
hjá Berlingske Tidende. I 1948 varð
hann settur sum stjóri á teirri
nýstovnaðu
Føroya
Fiskasølu.
Hann fekk tað ummæli, at umframt
at vera sera íðin og nærlagdur var
hann vinsælur sum fáur og ikki
minst høvdu keypararnir álit á hon
um. Tað var tí ein dyggur smeitur,
tá ið hann doyði longu í 1958 av
krabbameini eins og foreldrini. Jens
Christian var giftur við danskari
konu, tey vóru barnleys.
Johanna Henrikka (1910-2002)
Hanna, sum hon var kallað, varð
gift við Vilhelm Magnussen, sum
átti høvuðsheiðurin fyri at basa
tuberklunum í Føroyum
Joakim (1919-1963), uppkallaður
eftir pápabeiggjanum, var giftur
við Herthu f. Niclasen í Sørvági. Tey
áttu tvey børn Jóannes og Torgerð.
Har tað er hjartarúm
er húsrúm
Inger og Johannes doyði bæði í
góðum árum í sama ári. Tá fóru
børnini til onnur at vera. Jens
Christian fór til Hans og Ebbu
Müller. Hanna fór til systir Hans,
Margrethu, gift við postmeistaran
Johan Danielsen.
Kim fór til fastrina Hansinu, gift
við Daniel Midjord. Hjá teimum
var eisini Kala, dóttir Hannu og
Abraham. Seinni kom til teirra
Anna, dóttir gentuna Niels, beiggi
Hansinu, var trúlovaður við, tá ið
hann doyði. Hon doyði frá manni
og barni.
Her hevur verið hjartalag!
Kelda:
Torgerð Matras
Johannes Johannesen:
Skiparin úr Leynum pápi
fyrsta fiskasølustjóran
Í gamla kirkjugarði liggja fleiri skiparar. Ein av teimum er Johannes í Leynum
JOHANNES JOHANNESEN
SKIPARI
F. 21-6 1877 D. 29-6 1923
INGER A.C. JOHANNESEN
F. HØJGAARD
F. 6-8 1884 D. 16-12 1923
Henda myndin er frá konfirmatióni hjá Torgerð, dóttir Kim, í 1958. Frá
vinstru eru: Torgerð, Lis, kona Jens Christian, Jens Christian, Hanna,
Kim, Hertha, Jóannes, sonur teirra, og Vilhelm, maður Honnu
Inga og Johannes doyðu í sama ári
Í komandi parti verður
greitt frá Marin og Jørgen
F. Jacobsen, Jørgen á
Áarvegnum