fríggjadagur 21. oktober 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valgreinar
Løgtingsvalið 2011
Hetta er ein beinleiðis
reingjan av tí veruliga
boðskapinum. Einum boð
skapi, sum gongur út upp
á, at forsøma politikar
arnir at útbyggja miðstað
arøkið, so verður tað ein
vanlukka fyri alt landið.
Eisini bygdirnar
Tí tá fara føroyingar í stórum tgali at velja Føroyar frá og
rýma av landinum.
Men tað merkir sjálvandi ikki tað sama sum at avtaka
útjaðaran. Tvørturímóti so er ein sterkur miðstaður
FORTREYTIN fyri at útjaðarin kann mennast.
Eg smæðis ikki við at siga at bygdarlívið er sjálvur
mergurin í føroyska samleikanum. Uttan eitt livandi
bygdarlív, eru Føroyar ein skuggi av sær sjálvum.
Og tí skulu vit sjálvandi gera alt, ið gerast kann fyri at
skapa trivnað, varðveita og útbyggja bygdirnar. Sum áður
sagt: Tað er tað bygdarsliga, sum ger Føroyar coolar. Og
soleiðis skal tað framhandandi vera.
Og bygdirnar – ja tær hava vakstarmøguleikar.
Tak bara ferðavinnuna. Ferðavinnan fer í framtíðina at
gerast eitt uppaftur størri partur av føroyska búskapinum,
og tá umræður ferðavinnu rúma útjaðarin og bygdirnar
teir allar størstu møguleikarnar.
So lat okkum smoyggja upp um ermar og við pro
fessionellari hjálp seta ferð á útbyggingini av ferðavinnuni,
sum kann geva bygdunum kring landið arbeiði og
framtíð.
Tað vil eg kempa fyri!
Men okkara høvuðsstaður og miðstaðarøkið MUGU
fáast at virka við betri bústaðarmøguleikum og lokkandi
arbeiðsplássum. Tey eru dynamoin í samfelagsmaskin
arínum. Tey eru hjartað, sum skal pumpa blóð út í hvønn
krók og skal geva føroyingum neyðugu avbjóðingarnar og
møguleikarnar í framtíðini.
So at teir ikki stinga í sekkin – og rýma av landinum.
So lat okkum koma víðari. 80 % av landinum hevur
fingið fast samband. Tað má gangnnýtast!
Lat okkum ikki brúka óneyðugar kreftir við at seta
bygd upp móti bý og bygdarmenn móti havnarmonnum.
Lat tað í mesta lagi vera í spølni.
Skulu vit ikki enda sum Hetland við 20.000 fólkum
mugu vit broyta gamlan hugsunarhátt. Lat okkum tveita
tann gamla borgarakrígslíkjandi hugburðin langt út um
200 fjóðringar.
Tað er í 12.tíma at vit øll smoyggja upp ermar og
fara at arbeiða fyri Føroyum. Og at vit tora at gera tær
raðfestingar, ið eru lívsneyðugar. Fyri alt okkara land.
Tað lovi eg at arbeiða fyri.
Lati okkum fáa fer á Føroyar
Hvat eru
Føroyar uttan
bygdarmenn?
Ingi Sørensen
Valevni hjá Tjóðveldi
www.tjodveldi.fo/ingi
LØGtingsvalið 2011
Onkur hevur
fingið tað til,
at eg vil avtaka
bygdirnar
fyri at fremja
miðsavning
Áðrenn vit kunnu byrja at
hugsa um at fáa føroyingar
aftur til Føroyar, mugu vit
gera tað gott hjá okkum sjálv
um at vera her. Um kundin
ikki er nøgdur við vøruna,
er so gott sum ómøguligt at
selja vøruna til aðrar kundar.
Um føroyingar í Føroyum
ikki eru nøgdir við at liva
í Føroyum, kunnu vit ikki
vænta, at aðrir verða tað.
Tríggjar grundleggjandi
hugburðs- og strukturbroyt
ingar kunnu gera Føroyar
betri at liva og virka í.
1. Persónligt frælsi
Fyri at menniskju skulu
trívast, má rúmd vera fyri
ymiskleika. Vit mugu inn
síggja, at øll menniskju eiga
at verða javnt stillað. Øll
hava krav á persónligum
frælsi og eiga rættin at vera
tann, tey eru, og ráða yvir
egnum lívi, tó uttan at gera
seg inn á onnur. Hetta byrjar
við, at vit sum samfelag og
ikki minst vit politikkarar
læra at seta okkara egna
sannleika, trúgv og fordómar
til síðis. Tað er ikki fyrr enn
tá, at vit kunnu byrja at føra
veruliga rættvísan politikk,
ið gevur veruligan javnrætt
fyri øll. Óansæð um tú ert
samkyndur og ynskir at
gifta teg og fáa børn. Um tú
ert kvinna ella maður, ungur
ella gamal. Óansæð húðarlit,
trúgv ella lívsstíl.
2. Fíggjarligt frælsi
Tínar ognir eru tínar ognir,
og eingin hevur rætt at taka
tær frá tær. Heldur ikki
landið. Tó, um tú samtykkir
at liva og virka í einum landi,
samtykkir tú eisini nakrar
treytir fyri at kunna tað.
Millum annað nøkur ávís
gjøld so sum skatt. Tað vil tó
ikki siga, at tað er rættvíst,
at landið tekur so nógvan
pening frá tær, at tú ikki
klárar at fáa endarnar at
røkka saman. Tínir pengar
eru tínir pengar, og tá tú
hevur goldið eitt ávíst lima
gjald fyri at vera borgari í
landinum, og sum landinum
tørvar fyri at tryggja tær
góðar karmar at liva undir,
eigur tú restina. Trupulleikin
í okkara landi er, at tað, ið
landinum tørvar fyri at
tryggja hesar karmarnar,
er ikki í tráð við tørvin hjá
borgaranum. Landið er ov
dýrt í drift í mun til skatt
gjaldandi borgara og vinnu,
og hetta gevur ikki meining.
Tá umsiting og eftirlit ikki
samsvara
við
inntøkuna,
merkir tað, at okkurt í bygnað
inum er galið, og at skipanin
má umskipast. Eitt nú kunnu
vit fáa nógv meira burturúr
einari reformeraðari fiski
vinnu, skapa inntøkur til
landskassan umvegis nýggj
ar, innovativar vinnur, og
umleggingar frá almennum
til privat høvdu givið okkum
bæði sparingar á fíggjarlógini
og
privatan
vinnuligan
vøkstur.
3. Vinnuligt frælsi
Treytin fyri einum dynamisk
um samfelag við breiðum
útboði er, at fólkið í landinum
fær betri møguleikar at
byggja sítt egna upp. Eitt
er, at vit mugu syrgja fyri,
at ein nógv størri partur
av vinnuni verður lagdur á
privatar hendur, og at tað
verður lættari hjá privatu
vinnuni at fóta sær, men
íverksetanarhugurin
hjá
einstaklinginum má eisini
eggjast. Tað almenna skal
styrkja um møguleikarnar
hjá einstaklingum at byggja
upp nýtt, privat vinnulív.
Tí tað er privata vinnan, ið
er nýskapandi og skapar
dynamikk, kappingarføri og
vøkstur. Leggja vit ov stórt
trýst á privat vinnurekandi,
køva vit kreativa hugin, og
dynamikkurin
flytir
seg
aðrastaðni, har tað er pláss
fyri honum.
Vøran Føroyar
Fær kundin eina góða vøru,
er hann nøgdur og trívist
væl við henni. Hann selir vør
una víðari av sær sjálvum
við at fortelja vinum sínum
um hana. Við persónligum
frælsi, ið gevur fólki rúmd av
vera tey sjálvi, fíggjarligum
frælsi, ið gevur fólki loyvi at
ráða yvir síni egnu inntøku,
og vinnuligum frælsi, ið
skapar betri útboð av tæn
astum, kunnu vit gera føroy
ska borgaran betri nøgdan
við
vøruna
Føroyar.
Vit
skulu ikki gloyma altíð at
arbeiða miðvíst við teimum
økjunum, ið geva Føroyum
nýggjar kundar, men áðrenn
vit kunnu geva øðrum hug at
koma hendanveg, mugu vit
sjálvi hava hug at vera her.
Sunneva Háberg
Eysturstein
LØGtingsvalið 2011
Nøgdi kundin:
Fólkið í Føroyum
Tey 30 sekundini av einum
veljarafundi suðuri í Vági fyrr
í vikuni hava fylt nógv í fjøl
miðlunum seinastu dagarnar.
Suppa er kókað uppá málið.
Niðurstøðan hjá miðlu
num er, at Johan Dahl er illa
vorðin, tí hann hevur sagt ov
nógv um, hvat er skilagott at
broyta við flúgvingini millum
Føroyar og útheimin.
Minnist tú, hvat málið
snúði seg um? Neyvan. Tú
minnist fjølmiðlasuppuna.
Í øllum sínum einfeldi
snýr hetta seg um, at tað
hoyrir ongastaðni heima, at
føroyingar skulu betala ovur
honds stórar upphæddir fyri
at ferðast millum Føroyar og
umheimin.
Tak bara jólini, sum nú
skjótt stunda til.
Hava tey ungu, sum ganga
í skúla uttanlands, ráð til at
koma heim til jóla? Neyvan
hava tey øll tað. Eg giti, at
foreldrini eru noydd til at
hjálpa til, tí flogbillettirnar
eru so hunda dýrar.
Hvussu við ommum og
abbum, sum viðhvørt hava
hug at fara av landinum at
vitja síni børn og barnabørn?
Prísurin flýgur næstan líka
høgt uppi sum flogførini, og
tí setast fólk aftur.
Og hvussu við familjunum,
sum vilja sleppa í eina væl
uppiborna
summarferiu?
Um familjan t.d. telur tvey
vaksin og trý børn, so kostar
ferian eina minni formugu.
Øll líða undir hesum. Fyri
tøkurnar her heima. Eisini
tær útlendsku, sum kundu
hugsast at vilja havt virksemi
her hjá okkum. Og ikki at
gloyma ferðafólk, ið skulu
vera við til at gera Føroyar til
eitt ferðavinnuland.
Onki er galið við Atlantic
Airways sum felag. Starvs
fólk, leiðsla og nevnd gera
eitt gott arbeiði. Men støðan
við teimum ovurdýru ferðu
num er óhaldbar fyri okkum
samfelag.
Landið verður upp aftur
meira avbyrgt, enn tað longu
er.
Í longdini forðar skipan
in fyri búskapar- og fólka
vøkstri.
Tað má og skal gerast
bíligari at flúgva. Og vit vita,
hvussu tað kann gerast.
Kom og kóka suppu
LØGtingsvalið 2011
Johan Dahl
valevni hjá
Sambandsflokkinum
Hóast fjølmiðlar hava gjørt nógv burtur úr, at Johan Dahl hevur
skikkað sær illa, so er boðskapurin framvegis tann sami: tað má
og skal gerast bíligari at flúgva millum Føroyar og útheimin