Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 39

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen Hetta hevur verið árið hjá B36, og hetta hevur ikki verið árið hjá HB. Tað sigur stigatalvan, og soleiðis er tað. HB hevur vunnið FM tvey tey seinastu árini, og síðsta sunnudag, tá ið B36 vann 2-1 í Runavík, varð tað greitt, at FM heitið triðja árið á rað verður í høvuðsstaðnum. Nýggju meistararnir seta punkt­ um fyri árinum, tá ið úrtøkan hevur verið størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið hjá nøkrum liði, við lokaluppgerð. Hóast úrtøkan hev­ur verið stór, so eru teir í B36 ikki mettir. Nú skal arbeiðið gerast heilt liðugt. Um tað hevði kiksað ímóti HB, so hevði kenslan verið, sum hon er í kappróðri hjá teimum, sum vinna FM, men sum ikki vinna á Ólav­søku. Ta støðuna ynskja B36 spælararnir ikki at koma sær sjálvum í. Hugburðurin hevur alt kapp­ ingarárið verið góður. Í morgin fara øll tey, sum stuðla B36, í Gunda­ dal. Prikkurin yvir i-num í framúr kappingári er at vinna á grann­ unum og í søguligum høpi væl meiri gullklædda HB liðnum, og ta gleð­ina ætla spælarnir ikki skal oyði­leggjast av vánaligum avriki og soltn­um úrsliti ímóti HB. Sjálvsálitið er í lagi í B36 leguni, og tað verður farið undir síðstu av­ bjóðingina í ár við eyðmýkd, men samstundis við vissuni um, at nú er tað árstalsfelagið, sum betri enn grannafelagið er ført fyri at seta treytirnar. Allir B36 spælararnir eru tøkir, og tað er stór kapping um at vera millum teir fyrstu ellivu í ársins síðsta dysti. Plástrið Á næstsíðsta leikdegi gjørdist tað greitt, at HB eisini næsta ár verð­ ur partur av bestu deildini. Kapp­ ingarárið hevur verið eitt tað soltn­asta nakrantíð. At lættin kom úr Vágum, har B68 vann, meðan HB enn eina ferð legði rygg til tap á heima­vølli – hesa ferð 3-1 ímóti KÍ – undir­strikar, hvussu støðan hevur verið og er. Í HB hava tey ásanna støðuna og valdsbýtið, sum tað í løtuni er í Gundadali. Men samstundis býr eitt ynski í norðaru leguni um, at tað hevði ikki verið so galið, um tað í morgin hevði eydnast at vinna ímóti B36. Í HB ætla tey at gera sítt besta, men tað verður ikki fjalt yvir, at talan er um stóra avbjóðing, har teir reyðu og svørtu so at siga bara kunnu standa seg betri, enn tað frammanundan verður roknað við, at teir skulu gera. Undir øllum umstøðum kemur tað fyri HB væl við, at nú verður lok lagt á kapp­ ingarárið, og at tað harvið verður friður til rættuliga at fara undir fyri­reikingarnar til 2012. Men einki er at taka seg aftur í, at talan er um ein av størstu B36 døgunum nakrantíð, nú 9. FM heitið er komið til høldar, og tí er tað, at Gundadalur í morgin fer at guva av gulli! joannes@sosialurin.fo Jóannes Hansen Í gjárkvøldið vóru síðstu venj­ ingarnar í hesum kappingar­ árinum. Tað restar bara 27. og síðsta umfar, sum er á skránni seinnapartin í morgin. EB/Streymur fer at fáa silvurkrónurnar handaðar á Svanga­skarði. Teir í Sunda­ lagnum hava verið á aldu­ kamb­inum í so nógvar vikur á rað, at tað er sjáldan sætt áður. Tá ið tað at enda kiksaði, og tað varð greitt, at gullið var á veg í B36 húsið, so var tað ikki so undarligt, um teir í EB/Streymi vóru eitt sindur vónbrotnir, men tað vísa teir seg ikki at vera nú. Og teir í EB/Streymi hava ikki orsøk til annað. Silvur í lands­kappingini og gull í steypa­kappingini er ikki so galið! 1-0 sigurin í Sørvági bar við sær, at B68 hevur tryggjað sær plássið í deildini. Tá ið tað er greitt, hvør enda­støðan verður hjá báðum pørtum, so er tað borðreitt til álops­fótbólt fyri allar peng­ arnar. Tað er fyri langari tíð síðani greitt, at Bill Jacobsen nú gevst sum venjari á Toftum, og tað hevur eisini ljóðað fyri vist, at hetta eisini verður síðsti dyst­ urin hjá Heðini Askham við róðrið í Sundalagnum. Felags fyri Heðin og Bill er, at teir eru venjarar hjá U-21 landsliðnum, og at teir standa fyri at fara á enn eina undan­ kappingarferð í heyst. Bronsan í Klaksvík Leirvíkingar og gøtumenn mistu fyri trimum vikum síðani møgu­leikan at vinna FM, og nú er tað greitt, at felagsliðið í morgin skak til Klaksvíkar at taka ímóti bronsukrónunum. Enda­støðan ber pláss í euro­ peisku kappingini við sær. Málið hjá KÍ var undan kapp­ingarbyrjan at sleppa undan vandanum av niður­ flyt­ing. Tann vandin er fyri vikum síðani horvin. KÍ endar á fimta plássi, og harvið kunnu klaksvíkingar gleða seg til, at tað næsta ár verða fjúrtan lands­kappingardystir á heima­ vølli og trettan á útivølli. Tað kennist sum um, at rættuligt lív er við at koma í aftur Klaksvíkar Ítróttarfelag. Bæði 07 Vestur, sum skal spæla ímóti ÍF, og B71, sum skal spæla ímóti NSÍ, biðja bestu deildini farvæl, og í báðum plássum verður undirstrikað, at ætlanin er, at steðgurin mill­um teir næstbestu ikki skal verða so langur. Gundadalur guvar av gullrómi Vodafonedeildin upptakt ENDASPURTURIN Á síðsta leikdegi verður valdsskiftið í føroyskum fótbólti staðfest í høvuðsstaðnum, tá ið B36 fær gull og skreyt, og HB fær síðsta møguleikan at seta lítið plástur á Í ár hava teir hvítklæddu so sannuliga verið stóribeiggi í Gundadali Mynd: Álvur Haraldsen Silvur á Svangaskarði og bronsa í Klaksvík ENDASPURTURIN Hóast tað hesa ferð ikki rakk til gullmerkini, so hevur bæði hjá EB/Streymi og Víkingi verið talan um kanón kappingarár nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 26 20 4 2 60 26 34 64 2 EB/Streymur 26 19 3 4 64 30 34 60 3 Víkingur 26 17 5 4 58 30 28 56 4 NSÍ 26 10 8 8 55 46 9 38 5 KÍ 26 10 4 12 47 46 1 34 6 B68 26 8 5 13 41 42 -1 29 7 ÍF 26 8 4 14 35 42 -7 28 8 HB 26 7 5 14 44 53 -9 26 9 07 Vestur 26 5 6 15 28 64 -36 21 10 B71 26 3 2 21 24 77 -53 11 Føroyska Vodafonedeildin