Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tað varð væl fylgt við í menningini av gávuríku smápiltunum og síðani piltunum og smádreingjunum í Sundalagnum fyri nú fleiri árum síðani. Við nærlagni, ídni, hugflogi og góðum bóltførleika hugtóku ungu garparnir í innandura kapp­ ingum um vetrarnar og á vallunum um sumrarnar. Krúnan á ungdómsverkinum hjá teimum var, tá ið tað í 2004 eydnaðist at vinna FM í unglingadeildini. Talvurnar siga, hvussu tað síðani hevur gingið. Hesir dreingirnir eru vornir menn, og teir hava verið við til at lyfta EB/Streym fram í toppin í føroyskum fótbólti. Nú bendir nógv á, at eitt nýtt gávuríkt ættarlið av EB/Streyma dreingjum er á veg. EB/Streymur hevur kappast við smádreingirnar hjá HB um at vinna FM, og í síðstu viku tryggjaðu teir í Sundalagnum sær FM steypið. EB/Streymur hevði vitjan av Víkingi. Um tað eydnaðist heima­ liðnum at vinna í hvussu so er eitt stig, so var FM heitið komið til høldar. Um tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku, so var tað HB, sum vann meistaraheitið. Tað eydnaðist teimum í Sunda­ lagnum at vinna 2-0, og harvið var fyrsta FM heitið yngru deild­unum vunnið síðani FM í ung­linga­deildini í 2004. Hetta var sam­stundis fyrsta ferðin yvirhøvur, at EB/Streymur hevur vunnið smá­dreingja­deild­ ina. Fyrr í summar spældu Víkingur og EB/Streymur steypafinalu, og tá vann Víkingur tryggan sigur. Sundalagið eigur bestu smádreingirnar Fótbóltur Bill McLeod Jacobsen gevst sum venjari hjá B68. Hetta ger hann sjálvur greitt á Facebook, har hann takkar fyri góða samstarvið við felagið EB/Str. smádreingir FM vinnarar 2011 Standandi frá vinstru: Bjarni Arnason, venjari, Eyðstein Zachariasen, Tóki H. Johannesen, Jan á Høgaryggi, Rói Olsen, Rógvi Magnussen, Magnus R. Hansen, Símun Jóhan Wolles. Húkandi frá vinstru: Daniel Johannesen, Pól Fláaberg, Óla Jákup Dahl Olsen, Niklas Kruse, Jákup Dahl Olsen, Rógvi Joensen, Rani Joensen. Rólant Waag Dam Pál Joensen verður ikki einsa­mallur føroyingur til Olympisku Leikirnar í London kom­andi ár. Schandorff Vang er nevniliga enn einaferð út­ nevnd­ur at vera dómari og luttekur tískil eisini á leikunum í 2012. – Útnevningin verður gjørd í dómaranevndini hjá altjóða felagsskapinum og góðkend av stjórnini. Tey útnevndu fáa síðan boð við brævið. Hetta verður vanliga gjørt umleið eitt ár, áðrenn OL verður. Hetta bræv fekk Schandorff í gjárkvøldið, upplýsir Boga­ skjóti­samband Føroya umvegis heimasíðuna. Schandorff er ein av royndu altjóða dómarunum. Hann tók dómaraprógv í 1996 og hevur síðan tá verið dómari til nógvar stórar kappingar, so sum EM, HM, Word Cup, Paralympic og seinastu OL í Beijing, eins og hann hevur dømt fleiri stórar feltkappingar. Schandorff Vang til OL Bogaskjóting Schandorff Vang er enn eina ferð útnevndur at vera dómari og verður tí eisini við til OL í 2012 Rólant Waag Dam Í viðmerking skrivar Bill McLeod Jacobsen soleiðis: »5 ½ ár er long tíð hjá einum fótbóltsvenjara. Men hetta hevur verið ein lærurík tíð á Svangaskarði og ein spennandi process at byggja eitt nýtt lið upp frá grundini. B68 hevur verið eitt gott arbeiðspláss við dugnaligari leiðslu. Takk til øll kring felagið fyri góð og minni góð orð. Spennandi er hvat ið framtíðin hevur at bjóða«. Sostatt er greitt, at Bill McLeod Jacobsen gevst sum venjari hjá B68. Hvar og nær hann kemur at vera venjari framyvir tykist ógreitt. Greitt er tó, at Bill skal til Moldova við U21-landsliðnum í næstum. B68 liggur í løtuni nummar seks í Vodafonedeildini. Besta úrslitið hjá Bill var í 2008, tá B68 endaði nummar fimm eftir at hava ligið heilt frammi ígjøgnum stóran part av árinum. Bill McLeod Jacobsen var eisini kosin ársins venjari sama ár. rolant@sosialurin.fo Bill og B68 steðga samstarvi