fríggjadagur 21. oktober 2011síða 41
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Higartil
fylgjast
øll
átta
kvinnuliðini
í
Eikliguni
í
dystartali, og hava øll spælt
tríggjar dystir í part. Nú fjórða
umfar er á skránni, skulu seks
av teimum átta liðunum spæla,
og serlia tveir av dystunum eru
áhugaverdir.
Talan er um rættar topp
dystir, tí fýra tey fremstu spæla
ímóti hvørjumøðrum. Mjølnir
og Fleyr hava seks stig í part
og SÍ og ÍF fýra stig.
Í Badmintonhøllini í Klaks
vík møtast í morgin Mjølnir og
SÍ, sum avgjørt mugu roknast
millum liðini, ið fara at kappast
í oddanum í vetur. Í Gunda
dahalshøllini í Havn sunnu
dagin tekur Fleyr ímóti ÍF, og
her fæst kanska at síggja, um
ÍF klárar at hanga við allan
vegin.
Triði kvinnudysturin er í
Trongisvági sunnudagin mill
um tvey av lægru liðunum, tí
har møtast TB og Ternan, sum
hava ávikavist einki og tvey
stig.
Hjá monnunum, har SÍ,
Mjølnir, ÍF og Fleyr hava tvey
stig og TB einki, eru tveir dystir
sunnudagin. Í Trongisvági, har
TB tekur ímóti SÍ, mugu sør
vingar síggjast sum favoritar,
meðan dysturin í Badminton
høllini
í
Klaksvík
millum
Mjølnir og ÍF sær opin út, tí
hetta er endurtøka av bæði
FM- og steypafinalunum síðsta
vetur.
hilmarjan@sosialurin.fo
Finalu
endurtøka
Flogbóltur Hjá monnunum
møtast Mjølnir og ÍF, sum spældu
finalurnar í vár, og dystirnir millum
kvinnuliðini hjá Mjølnir og SÍ og
hjá Fleyr og ÍF um vikuskiftið
eru í báðum førum toppdystir
Hilmar Jan Hansen
Einasta av kvinnuliðunum, sum ikki
spælir um vikuskiftið, er oddaliðið,
Neistin. Hini seks liðini eru paraði
í trimum dystum sunnudagin, ið
allar kunnu síggja áhugaverdir út.
Í Vági er uppgerð millum VB og
Tjaldur, ið bæði vóru væl við í fjør,
og í Havn spæla Kyndil og Stjørnan,
sum liggja lið um lið á stigatavluni
hesa ferð, og at enda er dystur
millum VÍF og StÍF, ið vóru tey bæði
niðast síðsta vetur.
Av tí at tað er sera ymiskt,
hvussu nógvar dystir, liðini hava
spælt – summi ein og onnur fýra
– er stigatalvan kanska ikki heilt
álítandi, men júst dystirnir um
vikuskiftið kunnu kanska benda á,
hvør fer at roynast væl í vetur og
ikki.
Bara tveir dystir eru hjá monn
unum um vikuskiftið, harav annar
er í Hoyvík í morgin millum tey
bæði niðastu liðini, H71 og Kyndil,
sum hava fingið ávikavist tvey og
eitt stig.
Hin dysturin verður í Vestmanna
sunnudagin, har VÍF ímóti StÍF skal
staðfesta, at vestmenningar í vetur
eru førir fyri at bjóða bæði Neist
anum og KÍF av heilt har frammi.
hilmarjan@sosialurin.fo
Styrkiroyndir
hjá kvinnum
Hondbóltur Tríggir kvinnu- og tveir mansdystir eru
á skránni um vikuskiftið, og serliga hjá kvinnunum
kunnu dystirnir síggjast sum styrkiroyndir
Mynd: Álvur Haraldsen
Vodafonedeildin
22/10 15.00
ÍF - 07 Vestur
22/10 15.00
B68 - EB/Streymur
22/10 15.00
B71 - NSÍ
22/10 15.00
B36 - HB
22/10 15.00
KÍ - Víkingur
1. deild menn
22/10 13.15
FCS - 07 Vestur II
22/10 13.15
AB - FC Hoyvík
22/10 13.15
EB/Streymur II - TB
22/10 13.15
NSÍ II - Skála
22/10 13.15
HB II - Víkingur II
Sunsetkappingin
23/10 14.30
VÍF - StÍF
23/10 15.00
Kyndil - Stjørnan
23/10 15.00
VB - Tjaldur
Atlantic Airwayskappingin
22/10 17.00
H71 - Kyndil
23/10 16.00
VÍF - StÍF
Eikligan kvinnur
22/10 14.00
Mjølnir - SÍ
23/10 13.00
TB - Ternan
23/10 14.00
Fleyr - ÍF
Eikligan menn
23/10 15.00
TB - SÍ
23/10 14.00
Mjølnir - ÍF
Dystir um vikuskiftið: