Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 122 · 21. oktober 2011 4 VIKUSKIFTI Interview Barbara Holm barbara@sos.fo Ein tann fólkakærasti sangskrivarin vit eiga her á landi, Steintór Ramussen, gav í vikuni út fyrstu fløguna í egnum navni. »Valla Foldum Á« er heitið á fløg­uni, sum snýr seg um ta ókendu ferð­ina, sum vit eiga her á foldum. Sum blaðungur byrjaði Steintór Rasmussen at skriva yrkingar og gera løg, og úrslitið gjørdist løg sum Føroyar, Eros, Minnist tú Gildið, Hundurin Brúni og Lívsmynd. Í dag er Steintór Rasmussen 51 ára gamal. Hann spælir framvegis konsertir, er fyriskipari av Summarfestivalinum og hevur í mong ár starvast sum lærari í Klaksvík. Árini hava flutt fokusið hjá sang­ skriv­aranum, sum í dag lítur aftur á minn­ini við nostalgi og sorgblídni. – Við árunum verður størri partur av lívinum ein farin tíð. Men óansæð hvussu nógv vit syngja og skriva um at virðismeta løtuna og liva í núinum, so sleppa vit ikki undan dagligu áminn­ ing­ina um, at tíðin rennur út, og at vit sum menniskju skulu liva bæði intenst og friðsælt. Tá eg sum blaðungur skrivaði sangir, var lívið markleyst, og eg visti heldur ikki, hvønn vegin fram­tíðin bar meg. Nú kann eg vera eitt sindur meira afturlítandi, sigur Steintór Rasmussen. Hvat vilt tú siga er høvuðs­ temað á nýggju fløguni? – Sum eg royni at siga tað við sjálvum heitinum á fløguni, so er evnið tann ókenda og endaleysa ferðin, sum vit eiga á foldum. Og hóast vit illa nokk kenna dagin og vegin, mugu vit kortini tora at vera hugsandi og livandi menniskju við egnum meiningum og stevna gjøgnum tíðina, har vit seta nøkur góð fótaspor á okkara vallaraferð. Hvaðani hevur tú fingið íblástur til sangirnar? – Lívið gevur altíð íblástur. So leingi eg havi evnini at undrast og síggja tað vakra, vil eg yrkja og seta spurningar. Men órættvísi og meiningsloysi er eis­ini partur av mínum skaldskapi. Hvør dagur hevur dómarar og verjar. Politiskar, religiøsar og moralskar. Lív­ið er helst meira í mótstríði enn í javn­ vág. Skal eg skriva um vón og kærleika, er myrkur og armóð partur av somu søk. Hvussu kennist tað at geva eina fløgu út í egnum navni? – Tað kennist rætt. Men um eg skuldi skrivað og givið út í egnum navni á yngri árum, er ikki vist. Tað mest gev­ andi og spennandi í samband við út­ gáv­urnar, er at spæla og syngja saman. Frændur, Millum Frændur og Kular Røtur eru míni hjartabørn og ein týð­ andi partur av mínari tónleikasøgu. Hendan eina fløgan í egnum navni var kanska kravið fyri at koma eitt stig víð­ ari á leiðini. Hvat er størsti munurin á tí, sum tú áður hevur gjørt, og nýggju fløguni ? – Eg havi sjálvur rátt fyri, hvat tilfar eg helt vera hóskandi til hesa útgávuna. Eg havi ikki skula tikið fyrilit til aðrar sangir og havi eisini verið mín egni dómari í sjálvari tilgongdini. Tíbetur havi eg eisini hesaferð havt góð fólk afturat mær, sum hava skapað og givið tónleikinum lív. Ein av sangunum á nýggju útgávuni snýr seg um ein persón, sum fær at vita, at hann hevur eitt ár eftir at liva, og hvat hann so skal brúka hesa tíðina til. Vit vita ikki, nær okkara tíð er at fara, men heldur tú, at vit virðismeta dagin og lívið nóg nógv? – Vit kunnu ongantíð virðismeta lív­ ið nóg nógv, men onkuntið fái eg ta kenslu, at summir føroyingar liva, sum vænta teir at blíva 150 ár. Hóast vit fáa nógv burtur úr gerandisdegnum, og vit kunnu hava eitt meiningsfult og eydnuríkt lív, so vita vit eisini, at lívið gongur rímiliga skjótt. Tí ræður um, at vit ikki drála ov nógv við okkara avgerðum og tí, sum vit fegin vilja hava burtur úr lívinum, og at vit skulu duga at síggja okkara dreymar og møguleikar. Sangurin er meira ein áminning um, at høvdu vit eitt avmarkað tíðarbil eftir at liva í, hvat gjørdu vit so. Tú segði í sendingini Hvonn Live, at fløgan kom út í egnum navni og ikki í navninum hjá Millum Frændur, tí tað seinna navnið merkir, at Frændur koma við onkrum nýggjum seinni. Vil tað siga, at Frændur er ein farin tíð? – Frændur er seiglívað og hevur eisini yvirlivað fleiri útgávur bæði hjá mær og Eyðuni. Um tað eru sangirnir ella per­sónunum at takka fyri, veit eg ikki. Vit tríggir, Rani og Eyðun Nolsøe hava yrkt, sungið og telvað síðani ung­ – Óansæð hvussu nógv vit syngja og skriva um at virðismeta løtuna og liva í núinum, so sleppa vit ikki undan dagligu áminningina um, at tíðin rennur út, og at vit sum menniskju skulu liva bæði intenst og friðsælt, sigur Steintór Rasmussen, sum hevur givið nýggja fløgu út í vikuni Vit skulu liva intenst og friðsælt