Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 53

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 122 · 21. oktober 2011 5 VIKUSKIFTI mynd: Bárður lydersen dómsárini. Og vit hava framvegis eitt gott vinaband. Tískil dugi ikki rættu­liga at síggja nakra meining at gevast við Frændum, hóast tað gerst longri mill­ um konsertirnar, og ongar ítøkiligar fløguætlanir eru. Hvat lag hjá tær heldur tú hevur havt størsta ávirkan í Føroyum? – Tað lættasta vildi nokk verið at sagt Føroyar. Men Eros hevur oftani verið orsøk til bæði fríggjarí og kærleika. Og kanska hevur Lívsmynd onkustaðni fingið fólk at standa saman um vónina og syngja um frið í heiminum. Og kortini, so havi eg hug at halda, at sangirnir, sum veruliga raka barnahjartað, skapa ta allarstørstu meiningina. Tað er eingin loyna, at Frændur hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri føroyska tón­ leika­lívið. Tú hevur skrivað eina ørgrynnu av teimum løgunum, sum í dag eru fólka­ ogn. Hvussu kennist tað? – Kenslan er sjálvandi ymisk. Oftani hugsi eg ikki um nógvar av sangunum, sum meira ella minni hava fingið sítt egna lív. Men sjálvandi eri eg glaður fyri ta viðurkenning, sum eg, við mínum gávum sum sangskrivari, havi fingið av Føroya fólki. Men eg verði ongantíð heilt nøgdur og eri næstan noyddur at halda fram at yrkja og skriva, hóast tað als ikki er nøkur sjálvfylgja, at fólk skulu geva sangunum ans. Tá ið Frændur byrjaði, hevði tú so væntað, at sangirnir fóru at fáa so stóra undirtøku? – Tað er so langt síðani nú, men eg haldi meg minnast, at sjálvsálitið var gott, og eg trúði veruliga, at Frændur var eitt kall. Men orsøkin til ta stóru og fólks­ ligu undirtøku sum seinni varð, hevði ongin okkara ímyndað sær. Ivaleyst er tað grundin til at so varð. Er nakað lag, sum tú heldur er betri ógjørt ? – Ja, tað er tað helst. Hinvegin eru flestu sangirnir tíðartidnur í eini út­ gávu, sum fær sítt egna lív, og sum listar­maðurin má sleipa og hava við sær inn í framtíðina. So verður tað nokk eisini við hesi nýggju fløguni. Her eru sangir, sum eg noyddist at tveita av mær. Eisini fyri at koma víðari í míni sangskriving. Hvat er størsti munurin á at skriva sangir nú, í mun til í byrjanini av Frændum? – Við árunum so verður størri partur av lívinum ein farin tíð. Tað minkar burturav míni egnu framtíð, men kortini kann gerandisdagurin vera inni­halds­ríkur og lívið meiningsfult. Men óansæð hvussu nógv vit syngja og skriva um at virðismeta løtuna og liva í nú­inum, so sleppa vit ikki undan dag­ ligu áminningina um, at tíðin rennur út, og at vit sum menniskju skulu liva bæði intenst og friðsælt. Kalla tað bara sorgblídni ella nostalgi. Tá eg sum blað­ ungur skrivaði sangir, var lívið mark­ leyst, og eg visti heldur ikki, hvønn vegin framtíðin bar meg. Nú kann eg vera eitt sindur meira afturlítandi. Um maðurin slípast á lívs­ ins hvørvisteini, nýtist pennurin ikki at gerast óhvassur. Kanska bara eitt sindur slitin. Tú ert faðir at óteljandi hittum í Føroyum. Er tað so ikki eitt ávíst trýst á tær, tá ið tú skalt útgeva nýggjar sangir, og ert tú nervøs fyri hvat fólk fara at siga? – Jú, tað havi eg eisini allarstørstu virðing fyri. Men um eg royni at skriva so­leiðis, at øll skulu verða nøgd, so kann eg næstan vera vísur í, at ongin dám­ar fløguna. Fyrst og fremst má eg verða trúgvur yvirfyri mær sjálvum og skriva sangir um tað, sum eg veruliga havi uppá hjartað. Hvat heldur tú fólk vænta av tínari fløgu? – Vónandi er tað soleiðis, at fólk vænta sær okkurt gott av fløguni, og at tey ikki verða vónbrotin. Tú smíða vildi vónir og tíðarbilið grípa Meiningin tú hevði við árunum er slípað Stilla gamla sendaran sum í tínum degi skróvar Tað er ein annar boðskapur samtíðin nú bjóðar Steintór – Klókari Við Tíðini Kom aftur Jesus at vitja hendan stað Høvdu vit trúð á teg í dag Vildu fólk sæð undur At vatnið var til vín Og komu tey fátøku til tín Steintór – Kom Aftur Jesus