fríggjadagur 21. oktober 2011síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 122 · 21. oktober 2011
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ innu
innu@sosialurin.fo
Pynta heimið
við heiminum
Vakurt barnatapet frá Mr Perswall, har heimspartarnir hava fingið
ymisk mynstur og ymiskar litir. Ber til at fáa í ymiskum støddum,
so tað passar til júst tín vegg. Er at fáa hjá Colorama
Fá tær ein temunn
úr London og et rís á
Tokyo. Italska merki
Seletti ger steintoy
við býarkortum sum
mynstur. www.seletti.it
Hvør hevur ikki staðið í einum
stórbýi og roynt at fingið skil á
kortinum, sum er samanrukkað í
lummanum? Nú er loysnin her -
eitt býarkort sum VIL blíva rukka
saman í ein lumma. Crumpled City
Card er at fáa til fleiri stórbýir og
er vatnfast. Bílegg á www.rums.dk
Set eina nál á, har tú hevur verið í heiminum, og eina aðra á har tú vil fara.
Tapet, sum ber til at bíleggja eftir stødd á vegginum á www.photowall.dk
Lekkur púta frá amerikanska
merkinum Lexington.
Koppar, tapet, pútur og dósir. Heimskort og býarkort eru
nógv at síggja sum mynstur. Bæði litrík og stuttlig til
børnini og praktisk og lærurík til tey eitt sindur eldri
Ein bílig og stuttlig loysn til barnakamarið
er hetta kortið, sum bara er at klistra á
veggin. Kostar umleið 150 krónur og ber til
at bíleggja frá www.beckyandlolo.co.uk
Ein perfekt gáva til hana ella hann, sum
dámar væl at ferðast. Á lokinum ber til
at skriva hvar leiðin fór, og í dósini kunnu
ferðaminnini goymast. www.inreda.dk