Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 55

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 122 · 21. oktober 2011 7 VIKUSKIFTI Hvat droymdi tú um at blíva sum smádrongur? Eg droymdi um at gerast skipsførari. Eg fór út í verðina at sigla sum 16 ára gamal. Hvat minnist tú best frá barnaárunum? Eg minnist serliga væl ítrótt og at ganga á fjalli, umframt at ríða á hesti. Hvar vildi tú helst búð? Í Føroyum. Á Argjum. Hevur tú nakran fenað? Eg gangi á fjalli, og onkuntíð havi eg havt urðarseyð. Annars havi eg hest. Hevur tú bát? Nei, ongan bát. Hvat er tín lívrættur? Eingin ivi: Ræst kjøt! Dugir tú at gera mat? Ja, tað geri eg. Lesur tú nógv? Ja, tað geri eg. Umframt dagbløðini lesi eg nógvar bøkur eisini. Hvar dámar tær best at ferðast? Mær dámar best at ferðast í teimum heitu londunum. Á Gran Canaria ella Tenerife til dømis. Ferðast tú nógv í egnum landi? Eitt sindur, men ikki nógv. Eg kundi ynskt mær, at tað var meir. Um tú vanst eina ferð, hvaðar skuldi hon so gingið? Kuba. Mær dámar væl Kuba, havi siglt har yviri í Karibien, og mær dámar væl fólkaslagið har. Verður tú framvegis innan somu vinnu um 10 ár? Tað vóni eg, ja. Veit einki um, at tær skulu hava umhvørvisgóðkenning ella estet­ iska góðkenning av nøkrum slagi. Bara eitt hart herðaklapp frá tí, sum bað um hana og rindaði fyri hana. Vindmyllur krevja umhvørvis­ góðkenningar og árins­góðkenn­ ingar og øll møgulig stempul, hóast tær eru bæði vakrari og spilla ikki útsýnið so nógv. So nógv sum standmyndir gera. Hvat er við standmyndum, sum rættvísger, at tær standa allastaðni og skemma hvørt torg, hvønn miðbý og hvønn grønan blett? Tær flestu eru av primitivum ribbaldum og drápsmonnum. Er onkur hendinga standmynd av kvinnum, er hon av kvinnum, sum gera eitt heiðurligt, undir­ lønt arbeiði, so sum at vaska fisk ella halda manninum uppi. Veit ikki hví, jú, helst veit eg hví, men eg komi altíð at hugsa um Stalin og hansara líkar, tá eg síggi hesar bombastisku standmyndirnar, millum annað hvar tú vendir tær her í Havnini. Ikki eitt ljótt orð um Stalin annars. Hann vann annan heimsbardaga fyri okkum. Men byggilistin og onnur list í stalintíðini frøa ikki beinleiðis hjarta ella sál ella eygu. Men tey siga, at standmyndir prýða. Tey, sum halda røður, tá tær verða avdúkaðar. Hóast tær eru ljótar, tær flestu. Tær eru kriminellar, tí verða tær avdúkaðar. Áðrenn tú hevur vent tær, sært tú eina standmynd á sínum standiplássi. Allar hesar standmyndirnar, steinrunnar við ongari sál úr málmi ella steini. Tá skalt ikki vera myrkarædd, tá tú gongur í Havnini á myrkari nátt. Stand­ myndirnar kunnu koma og taka teg og eta teg ella neyðtaka teg. Hví skunda fólk altíð fram við standmyndum í staðin fyri at steðga á og hyggja hugtikin at teimum, sum vóru tær ein linnandi skái í dagsins keðiliga meldri. Tí tað eru tær ikki. Tær vilja ikki vita av tær, arrogantar sum tær eru. Standmyndir standa bara har, steindeyðar í allar ævir. Og tó, ikki tær í einaræðislondum, har sum fólkið hevur fingið ameri­ kanska lívverju. Tá liggur væl fyri at fella tær og bróta tær, tí tey finna ikki fyrimyndina, motivið. Í stórum býum í øðrum lond­ um standa teir ella sita teir á rossa­baki, leiðarar, hermenn, sum hava tikið eitt tak fyri móður­ landið og dripið eina rúgvu av fólkum í øðrum londum og í sínum egna landi. Tignin er líka sum fánað, har teir standa ella sita grønir av kemiskari elli og eru vagl hjá dúgvunum, sum skíta á, hvar tær dríta. Teir stoypa sær gudar. Bara menn gera standmyndir. Og hví er so stórur munur á høggmyndum og innstallasjónum og standmyndum? Nógvar høgg­ myndir eru vakrar. Eg haldi, at allar hasar stand­ myndirnar eru úrslit av ringari samvitsku innast inni. Onkur held­ur, at vit eiga at minnast teir deyðu menninar, sum gjørdu okkurt fyri okkum, eisini annað enn at drepa sjálvandi. Tað er ikki nóg mikið, at teir, sum vit onnur, fáa ein gravstein og takk fyri alt. Og so eru tað tey, sum líða av agorafobi. Sum ikki tola at síggja ein beran grønan blett. Har skal ein standmynd upp at standa, ongantíð ov skjótt. Í staðin fyri at planta eitt træ, sum er livandi og tvær milliónir ferðir vakrari og líka nógvar ferðir betri sálarbót hjá teimum, sum noyðast framvið. Ímynda tær, kæri lesari, at seta seg við einari fløsku av góðum reyðvíni at filosofera undir einari standmynd. No way. Men undir einum træi, tað er nakað annað. Statt ikki har. Áðrenn tú hevur vent tær, ert tú endavendur og farin hiðani med alla. Síðani kanst tú venda tær í grøvini. Sum sagt: allar hasar stand­ myndirnar áttu ongantíð at verið avdúkaðar. Umafturafturum høgni djurhuus Sjúrður Olsen lagt til rættis: Leo Poulsen Droymdi um at gerast skipsførari Sjúrður Olsen er býráðspolitikari fyri Fólkaflokkin, men stillar ikki upp til Løgtingsvalið. Hann er leiðari á Byggideildini hjá Bygma Balslev, og so hevur seyður og fjallgonga fylt nógv í hansara lívi. Tað er tí ikki so løgið, at hansara lívsrættur er ræst kjøt Statt ikki har