fríggjadagur 21. oktober 2011síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 122 · 21. oktober 2011
8
VIKUSKIFTI
Stílurin
hevur
týdning
Sunneva Thorsteinsson og Petrina Berg á
Lag fylgja væl við innan móta og stíl, og vit
hava sett tær saman við myndum av nøkrum av
okkara kendastu politikarum og biði tær sagt
sína hjartans meining um klæði, hár og stíl
Líka síðani amerikanska forsetavalið í 1960, ið
vanliga verður kallað fyrsta »massmedia election«,
er stílur nakað, sum okkara fólkavaldu mugu
hugsa um. Ta ferðina var tað Richard Nixon, ið
fekk frammaná av vakra og væl klædda John F.
Kennedy. Nixon skilti ikki týdningin hjá miðlunum,
og tá hann var boðin sminku til eina valsending,
segði hann nei takk. Dagin eftir vísti tað seg í
meiningakanningum, at tey, sum høvðu hugt eftir
sjónvarpi, hildu, at Kennedy hevði klárað seg nógv
betri, meðan tey, sum høvdu lurtað í útvarpi hildu
uppá Nixon. Kennedy endaði við at vinna valið og
gerast nýggjur forseti.
Sjónvarp og bløð spæla stóran leiklut, tá
avgerast skal, hvør fær krossin á valdegnum. Ein
persónur, sum sær gott út og hevur gjørt sær ómak
við klæðum og hárið, hevur størri møguleika at fáa
okkara álit enn ein, ið er kloddutur og skitin. Tað
vit siga við okkara klæðum og stíli - og ikki minst
kropsmálið – er oftani viktigari enn tað, sum kemur
út gjøgnum munnin.
Politikararnir í Føroyum standa seg væl í altjóða
kapping, meta tær báðar Sunneva Thorsteinsson,
deildarleiðar á Stíl og Snið hjá Tekniska skúla og
stylecoach, og Petrina Berg á Lag, stylecoach.
Sunneva eftirlýsir meira tilvitaðan stíl og
heldur, at á sama hátt, sum flestu politikarar fara
til lýsingarstovur at gera lýsingatilfar uppundir val,
burdu teir eisini farið til ein stílserfrøðing og fingið
ráð um klæði og hár.
lagt til rættis: Inna Törnroos
Helena Dam av Nestabø
Umdømi um stílin: Helena er ein snøgg og vøkur
dama. Hon er oftani klassiskt klødd og klæðini hjá
henni eru rólig og vælbalanserað – eitt sindur sum
hon sjálv eisini er. Hárið og húðin eru vælansað.
Kann betrast uppá: Helena hevði kunnað verið betri til,
at fylgt rákinum innan litir, og eisini valt eitt sindur nýggjari og
modernaði klæði. Hon hevur í so oftani eitt turkis hálsband.
Annika Olsen
Stílur: Annika er ein flottur politikar, sum kann bera tættari
snið. Hon er ofta í klædningsjakka, sum signalerar autoritet.
Kann betrast: Annika er ein gimsteinur, sum trongir til
fínpussing. Hon kundi gjarna brúkt meiri tíð uppá sminku og
klæði, enn hon ger nú. Hárið kundi verið styttri og í hæddum.
Eygnabrýrnar trongja til at nippast og litast. Annika passar
væl at ganga í kjólum og meira femininum klæðum.
Sunneva Thorsteinsson (omanfyri)
og Petrina Berg á Lag